Rættleiðing til samtykt á dagstovnaøkinum
Tað verður við hesum boðað frá, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráð ikki taka undir við samtyktini hjá býráðsmeirilutanum, um at seta á stovn eina eindarleiðslu á dagstovnaøkinum.
Í tíðindaflutninginum verður sagt, at Tórshavnar Býráð hevur samtykt at seta á stovn eindarleiðslu. Hetta er IKKI RÆTT - tað er býráðsmeirilutin, sum telur 7, nevnliga Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Framsókn, sum hava samtykt at stovna eindarleiðslu.
Vit í minnilutanum, sum eru 6, umboðandi Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, taka IKKI undir við eindarleiðslu.
Vit meta ikki, at tíðindaflutningurin er objektivur ella rættur, tá sagt verður, at Tórshavnar Býráð hevur samtykt hetta málið, og serliga ikki, tá meirilutasamtyktin byggir á minsta fleirtal, sum kann verða í býráðnum, út av 13 býráðslimum.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráð
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur