Jólatrøini verða tendrað
Nú nærkast til jólatrøini verða tendrað.
Byrjað verður í Tjørnuvík sunnudagin 1. december kl. 16.00, tá jólini verða sungin inn í Tjørnuvíkar kirkju, síðani verður træið tendrað. Aftaná er nátturði í bygdarhúsinum.
4. og 5. desember verða hini jólatrøini tendrað runt um í kommununi. Til tiltøkini bjóðar borgarstjórin vælkomin, prestur heldur røðu og Eiðis ljómfelag spælir. Jólamenn vitja í brandbilinum og hava pakkar við til børnini. Tá jólatrøini eru tendrað, eru øll boðin til ein drekkamunn.
Sunnudagin 1. december
kl. 16.00 í Tjørnuvík
Mikudagin 4. december
kl. 18.00 á handilsøkinum við Norðskála
kl. 20.00 við Gjógv
Hósdagin 5. december
kl. 18.00 í Hósvík
kl. 19.00 í Hvalvík
kl. 20.00 í Haldórsvík
Kunning um tiltøkini sæst eisini á facebook síðuni hjá sunda kommunu.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur