Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Góður borgarafundur á Hvítanesi

Innanlands | 14/11-2019 12:00

Nógv fólk var komið saman í gamla skúlan á Hvítanesi í gjárkvøldið, har Tórshavnar kommuna skipaði fyri borgarafundi.

Annika Olsen, borgarstóri, beyð vælkomin, og Gunnar Djurhuus, økissamskipari, leiddi fundin.

Stóra evnið á Hvítanesi er landsvegurin og vantandi ferðslutrygdin, sum ger borgararnar ótryggar í gerandisdegnu. Umframt ferðsluavbjóðingina kunnaði Beinta Dalbø, leiðari á Barna- og ungdómsdeildini, um brúksrættin til skúlan, og so legði Eyðun Eliasen, arkitektur, fram eina íbúðarverkætlan sunnan fyri Hvítanes.

Eftir fundin stendur púra greitt, at ferðaluviðurskiftini mugu betrast beinanvegin, so farleiðin inn til hvítanesar og ikki minst út á landsvegin av Hvítanesi, gerst trygg fyri øll. 

Økissamskiparin vísti á, at skeltir við niðursettari ferð kundu verið ein loysn. Ein onnur loysn kundi verið ein rundkoyring og ein triðja loysn kundi verið ljóskurvar.

Borgarar á Hvítanesi vístu á, at tað eru tríggir trupulleikar við inn og útkoyringin til Hvítanes.

Tá ið bilar koma norðureftir og skulu inn til Hvítanes, er ferðin ov høg, og beint við innkoyringina stendur eitt busssteðgipláss. Her standa fólk og bíða eftir bussinum, og tað kemur eisini fyri, at ein bussur stendur beint fyri, har sum bilarnir skulu koyra.

Tá ið fólk skulu til arbeiðis, er næstan ógjørligt at sleppa út á landsvegin. Tá ið so kavi ella mjørki er, so er tað við hjartanum í hálsinum, at fólk koyra út.

Tá ið fólk koma norðaneftir og skulu snara til vinstru inn til Hvítanes, tá stendur bilurin miðskeiðis á koyribreytini, har sum allir bilarnir skulu koyra. Hvítanesfólk vístu á, at ein lummi má gerast soleiðis, at bilarnir kunnu koyra framvið.

Armgarð Steinhólm og Gunn Møller frá Landsverki vóru við á fundinum og svaraðu spurningum um landsvegin beint við Hvítanes.

Mátingar vísa, at eini 9.000 bilar koyra eftir landsvegnum hvønn dag. Nýggjar mátingar verða gjørdar í løtuni, og í komandi viku hevur Landsverk nýggj tøl, ið vísa, hvussu nógv ferðslan er á hesum strekki.

Landsverk vísti á, at tá ið tunnilin er liðugur, fer ferðslan eftir vegnum at økjast, og tunga ferðsla, ið er 5% av samlaðu ferðsluni, fer framhaldandi at koyra eftir Hvítanesvegnum.

Ein borgari skeyt upp eina líknandi loysn sum við Sjógv í Kollafirði, har øll akfør seta ferðina niður til 60 km/t, og har eitt “friðað øki” er miðskeiðis á vegnum.

Borgarstjórin heitti á Landsverk um at gera eina loysn skjótt. Tað er týdningarmikið, at okkurt verður gjørt sum skjótast, tí ferðslan er nógv nú, og veksur nógv tá ið Eysturoyartunnilin er liðugur.

Jákup Dam, býráðslimur og formaður í Teknisku nevnd, vísti á, at ferðin er sett niður við Sjógv í Kollafirði, og hjálpir hetta væl.

Ein borgari helt fyri, at ein góð loysn er at breiðka vegin við omankoyringina til Hvítanesar.

Landsverk segði, at skal eitt vegamót gerast, má Landsverk søkja um eykajáttan. Í Kollafirði kostaði líknandi arbeiði einar 4-5 mió. kr.

Fleiri myndir frá borgarafundinum á Hvítanesi eru at síggja á Facebook hjá Tórshavnar kommunu.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi