Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Móttøka fyri Havnar Svimjifelag í Müllers Pakkhúsi

Innanlands | 14/11-2019 18:00

Seinnapartin var samkoma í Müllers Pakkhúsi fyri føroyameistarunum úr Havnar Svimjifelag. Annika Olsen, borgarstjóri, beyð svimjarunum vælkomnum, ynskti teimum til lukku við flotta avrikinum til føroyameistarakappingini í stuttgeil og bar síðani fram røðu.

Røðan sæst niðanfyri.

Góðu svimjarar, venjarar, hjálparar og tit øll í Havnar Svimjifelag!

Tað er mær ein gleði aftur í ár at kunna taka ímóti tykkum her í Müllers Pakkhúsi eftir eina serstakliga væl eydnaða føroyameistarakapping á stuttgeil.

Her gongur sjón fyri søgn hvørja ferð, at Havnar Svimjifelag bæði í hylinum og uppi á turrum ger eitt so gott og stórt arbeiði, at tað er øllum øðrum til fyrimynd.

Av royndum veit eg, hvat krevst fyri at røkka úrslitum í svimjing, so tí kann eg saktans seta meg inní, hvussu nógva tíð og hvussu nógva orku tit hava lagt í svimjingina.

Eingi úrslit koma av sær sjálvum og so slett ikki í svimjing, tí her er kappingin alla tíðina beinhørð og krøvini um tíðir gera, at tit ferð eftir ferð vilja geva tykkum 100 prosent – og eitt sindur afturat.

 


Aftur í ár vann Havnar Svimjifelag tvær av hvørjum trimum kappingum, og harafturat spílaðu tit tykkum so nógv út, at tit fóru avstað við meira enn helvtini av øllum heiðursmerkjunum.

Í teimum tilsamans 42 kappingunum vunnu tit gull í 28 av teimum, umframt at tit við 19 silvurmerkjum og 22 bronsumerkjum væl og virðiliga vóru tað drúgvasta felagið av øllum.

Merkisvert var eisini, at Vár Erlingsdóttir Eidesgaard gjørdi bart og vann allar kappingarnar, hon var við í, so tað í hennara part blivu 15 gullmerki.

Og so var tað Óli Mortensen, ið hesaferð rundaði síni 100 heiðursmerki seinasta dagin og enntá legði trý afturat, so hann nú tilsamans hevur vunnið FM-gull 103 ferðir!

Vit gera ongum órætt, tá ið vit staðfesta, at hesi bæði eru størstu profilarnir hjá tykkara felag beint nú, men tað skal einki taka frá nøkrum av tykkum øðrum, tí tit eiga øll tykkara góða íkast.

FM-kappingin á stuttgeil var annars eitt sindur sjáldsom, tí har blivu eingi met sett hesaferð – hvørki føroysk met ella juniormet.

Men avrikunum bilti tó einki, tí fleiri svimjarar úr Havnar Svimjifelag eru úttiknir til NM- og NJM-kappingarnar, sum verða her í Havn mánaðarskiftið november/desember.

Og 4. til 8. desember verður EM á stuttgeil í Skotlandi, har Vár er ein av trimum føroyskum svimjarum, sum verður við.

Eisini hava HS-svimjarar um vikuskiftið verið við í íslendsku meistarastevnuni á stuttgeil, sum var á Hafnarfirði, og har eydnaðist at vinna fleiri kappingar.

Og fyri at venda aftur til FM, so vóru tað ikki færri enn seks av tykkum, ið fingu nálir – tvær silvurnálir og fýra bronsunálir – so her er gott í væntu fyri framtíðina eisini.

Tað hendir nógv í føroyskari svimjing júst nú – og ikki minst hevur Havnar Svimjifelag veruliga tikið seg fram, so tit í dag eru tað stóra undangongufelagið.

Hetta er ikki nakað einstaklingaavrik, men nakað, tit øll eru við til at lyfta í felag – hvør og ein.

Tit eru øll við til at gera tykkara, tí Havnar Svimjifelag er ein felagsskapur, har brúk er fyri øllum til tær ymsu uppgávurnar, ið skulu loysast – stórar sum smáar.

Sum borgarstjóri vil eg hjartaliga takka tykkum øllum somlum fyri tykkara stóra og ótroyttiliga arbeiði, og eg vil ynskja tykkum øllum somlum tillukku við frálíku FM-úrslitunum.

Vit í høvuðsstaðnum eru errin av tykkum og fegnast um, at vit eisini í svimjingini kunnu eiga eitt so stórt, sterkt og stolt felag, sum Havnar Svimjifelag.

Latið okkum tí øll rópa eitt trífalt leingi livið fyri øllum í Havnar Svimjifelag!

Sí myndir her

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi