Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fólksligur ástarskaldskapur í Norðurlondum

Innanlands, Mentan | 14/11-2019 22:30

Hotel Tórshavn verður karmur um seminar fyri norðurlendskar granskarar, sangarar og frásøgufólk, ið fara at lýsa ástarskaldskap, so sum kvæði og frásagnir. Tað verður gjørt bæði fakliga og listaliga vikuskiftið 15. til 16. november.

 

Tað er “Nettverk for erotisk folkedikting i Norden”, sum skipar fyri. 

Hetta er triðja og fyribils seinasta seminar í eini trý ára verkætlan, sum er fíggjað við stuðli frá Nordisk kulturkontakt, Nordisk kulturfond og Norsk kulturråd. Verkætlanin hevur havt til endamáls at menna ein tvørmentanarligan pall, har samband fæst í lag millum ymisk førleikaøki og máløki í Norðurlondum. Áður hava seminar verið hildin í Finnlandi og í Danmørk. Tá “Nettverk for erotisk folkedikting i Norden” varð stovnað, var ynski at fáa í lag samstarv og sínámillum kunning um bæði fakligt og listaligt virksemi. Umframt at geva íblástur, so geva seminarini høvi at menna persónlig sambond og vónandi framtíðar gransking í og miðlan av fólksligum ástarskaldskapi.  

 

Seminarini viðgera og miðla frásagnir og tónleikatilfar um erotisk evni. Á ymsan hátt verður kannað, hvussu erotisk motiv verða brúkt í ymsum tekstsløgum, bæði sum myndamál og sum realistiskar lýsingar. Sostatt fæst øktur kunnleiki um líkleikar og munir í norðurlendska mentanarmargfeldinum. 

 

Tá netverkið varð stovnað, var tað við teirri fatan, at tað er umráðandi at menna eitt felags rúm fyri miðlan og fakligum tulkingarhættum, tí evnið er lítið granskað higartil, og tí at miðlan av erotiskum tilfari í ávísan mun inniber etiskar avbjóðingar. Spurningar um hvørji sjónarhorn og virði eru umboðað í ástarskaldskapi, hvussu kvinnur og menn, kyn og makt verða lýst, og hvørja etiska ábyrgd granskarin hevur, hava tí verið í miðdeplinum á seminarunum higartil. 

 

Eitt serstakt við hesi verkætlanini er samstarvið millum granskarar og tey, sum bera skaldskapin fram á ymsan hátt.  Verkætlanin leggur seg eftir samstarvi og at royna ymsar hættir at miðla tvørtur um málslig og faklig mørk, og tí eru eisini bæði konsert og frásøgukvøld á skránni úti á Føroya Fólkaháskúla fríggjakvøldið, umframt almennur føroyskur dansur í Hornahúsunum leygarkvøldið.

Fullfíggjað skrá fyri bæði seminar og onnur tiltøk er at finna á www.setur.fo

Skráin fyri fríggjakvøldið á Føroya Fólkaháskúla: Trýst her


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi