Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Democracy Dies in Darkness

Innanlands, Lesarabrøv, Uttanlands | 15/11-2019 22:00

Herrópið hjá avísini og miðlinum The Washington Post er: „Democracy Dies in Darkness.“ Ræði fólksins doyr í „myrkrinum“. Júst hendan avísin kann eisini breiða uppá seg, táið tað snýr seg um at seta ljósvarparan á, hvussu farið verður fram í ymsum cellum kring um strukturarnar í demokratiska samfelagnum. Richard Nixon var í 1972 betri dámdur enn flestu forsetar nakrantíð í samveldisstatunum USA. Val skuldi vera í november, og forsetin ætlaði sær afturval, men hann kundi havt lagt lunnarnar høgligari og skilabetri, tveir journalistar løgdu leiðina um slóð hansara, Bob Woodward og Carl Bernstein, ávikavíst 29 og 28 ára gamlir. Ongin forseti í USA hevur kortini vunnið ein greiðari sigur enn tað sama. Nixon, sum hóast alt hevði tikið amerikansku herdeildirnar heimaftur úr Vietnam og hartil bøtt um viðurskiftini við Kina, gav George McGovern ein kjaftfisk, sum ongin hevði fingið áður.

Demokratarnir fingu ein ordans lúsing, men harvið kólnaði Watergate málið ikki. Woodward og Bernstein díktu á fyri at koma út á ørvarendan. 7. august 1974, annað forsetaskeiðið hjá Nixon var ikki hálvrunnið, vóru forsetin og uttanríkisráðharrin, Henry Kissinger, einsamallir í Lincoln klivanum í Hvítu húsunum. Teirra gerðir og ágangandi journalistarnir á The Washington Post vóru nú orsøkin til, at valdið yvir stórveldinum er farið at ganga undan teimum. Maktfullu menninir tútbrøla saman um sína egnu avmakt. Áðrenn Henry fer á dyr, heitir Nixon á hann um at biðja eina kristna bøn saman við sær, hóast Kissinger er gýðingur, jødi, og dagin eftir leggur forsetin frá sær í ótíð, sum tann fyrsti nakrantíð í amerikanskari søgu. Gerald Ford loysti av á vaktina eftir hann.

Avgerandi innbrotini í Watergate bygninginum sluppu ikki at hvørva í „myrkrinum“, - fjórða statsvaldið forðaði hesum. Nakað er um tað sum Leonard Cohen sigur: „There is a crack in everything that's how the light gets in.“ Tað er ein sprunga í øllum, - soleiðis sleppur ljósið innar. Kann ætla, at hesar sprungurnar hava stóran týdning fyri dugnaligar og veruligar journalistar, sum taka sína professión í ramasta álvara. Hetta eru ikki journalistisku bókhaldaratýpurnar, men teir sum ganga á klinkuna hjá valdinum og autoritetunum javnt og samt, - fyri harvið at kunna siga fólkinum, hvar ið fólkið flýtur í mun til ovaru røkurnar í samfelagsins hierarkium.

Hetta snýr seg eisini um forvitni. Apropos Berlinmúrurin, nú tað verður hátíðarhildið, at hann rapaði fyri tríati árum síðani, og ein nationalstatur, miðskeiðis í Europu, hvarv, DDR, gjørdist eg smávegis skelkaður, táið eg á sinni las endurminningarnar hjá Stasiovastanum Markusi Wolf, og inkarneraði kommunisturin tosar um njósning og kærleika, sum tvær alin av sama vadmali, men greiðari verður myndin seinri, táið hann vísir til ferðina inn í Kána'ansland, eftir at Várharra hevði givið Mósesi boð um at senda nakrar menn um markið fyri at fregnast og njósnast, tá staðfestir hann, at har byrjaði skipaða forvitnið, sum seinri gjørdist partur av metodunum hjá spiónum og journalistum.

Okkara egna universitet – Fróðskaparsetur Føroya – gongur undir herrópinum: „Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin.“ Antitesan kann so vera gamla føroyska orðatakið: „Sjáldan er forvitin fegin.“ Onkur skrivaði í miðlinum „Trúboðin“ einaferð í vár, at ein avleiðing av hýggjuskotna orðatakinum kann vera, eg endurgevi: „Hetta gamla orðatakið minnir okkum á, at tað er ikki altíð so heppið at stinga nøsina í alt.” Vónandi er hetta ikki syntesan. Undir øllum umstøðum siglir Jan Lamhauge ikki eftir hesum trúboðandi vitunum í bókini um Skattamálið – ið ber heitið Svik.

Jan Lamhauge er ættaður og uppvaksin í Runavík, har hann gekk í fólkaskúla, áðrenn hann tók HF-prógv á Kambsdali. Eftir tað hevur hann lisið upp í leypar á hægri lærustovnum. Somikið nógv yngri er hann enn eg, at sjólívið var farið væl og virðiliga við mær, áðrenn hann varð tannáringur. Plagi at rópa hetta kompaníið fyri Enekk-ættarliðið, allar teir, báðumegin við Jan í aldri, og hesir svølgdu ikki øllum rátt sum fyri kjaftin rak og bleiv syft oman ex cathedra, teir settu spurningar við tilveruna og hendingarnar kring um seg. Høvdu eina filosofiska - og heldur minni metafysiska - tilgongd til lívið – ikki júst partar av einum sekteriskum potentiali. Jan er sonur Tove úr Suðuroy og Ingolf av Skákinum í Rituvík. Pensióneraði pápi hansara var í starvi hjá TAKS í eina hálva øld. Hann legði arbeiðið niður tann dagin, táið hálvthundrað virkisár vóru hespað uppá snælduna, og við sær frá stovninum fekk hann heiðurstekn fyri trúgva tænastu frá Hátign Hennara - Margrethu. Kann vera at Jan gjørdist hugtikin av hesum, ella er tað íborið at eiga í sær áhugan fyri tolli og skatti.

Hesi viðurskifti hava ikki so lítið við bulin í vælferðarsamfelagnum at gera, ja, í grundini snýr hetta seg um búskapar- og fíggjarligu grundina undir samfelagnum, grundstøðið, haðani umfordeilingin av fæi landsins kann skipast sum frægast millum øll, sum nú einaferð manna samfelagið. Burturúr áhuganum hjá Jan spurdist undir øllum umstøðum ein sending um gitna tollmálið og tvær sendingar um famøsa skattamálið, sum Jan, umframt sendingarnar, nú hevur skrivað burtur av sær í bókini, ið hann rópar Svik.

Bókin staðfestir, at journalistiska arbeiðið hjá Jan Lamhauge, Liljuni Weihe og Jógvani Eli Dam - um skattamálið hjá Eik Banka - hevði við sær eitt blóðbað á fleiri frontum. Umroknað til donsk viðurskifti svarar hetta til góðar 10 milliardir danskar krónur – tí er hetta alt annað enn ein økonomisk bagatell talingur er um.

Táið svávulroykurin hevði lagt seg, eftir at Kringvarp Føroya hevði tryggjað landskassanum 90 milliónur krónur, sum honum ikki vóru ætlaðar av Eik Banka, lógu nógv eftir á váli. Súni Schwartz Jacobsen, Gunnar í Liða, Regin Hammer, Arni D. Brattaberg og Sveinur Tróndarson sum samtaksins spunasmiður og sminkørur. TF-løgfrøðingurin Jógvan Páll Lassen, sum bragdliga akslaði síni skinn við Eik Banka hesa tíðina, er síðani givin at virka sum advokatur. Í Sortudíki sær ikki frægari út. Liljan Weihe og Johnny í Grótinum gliðu útav í svinginum. Jan sjálvur valdi at fara í farloyvi og Uni Holm Johannesen, Rógvi Olavson og nú Brynhild Thomsen eru farin aðrar leiðir og stýrisformaðurin í øllum rokinum, Rúni Heinesen, varð kasseraður av politiska myndugleikanum, a dead man walking, og hann hevði neyvan verið lyftur inn um stokkin aftur, skuldi hann havt eitt ynski um tað. Ein av framherjunum í Skattamálinum, Barbara Holm, er ikki í Miðlahúsinum longur, paradoksalt virkar hon nú á tíðindadeildini í almenna Kringvarpinum. Í gomlu smiðjuni hjá Liljuni og Jan.

Í mínum ungu árum var heimurin svart/hvítari enn nú, tá var ein vanlig gerandisskrøna, at sambandsmenn lósu 14. September í gummihandskum og radikaliseraðir tjóðveldismenn lósu Dimmalætting í væl tøvdum vøttum – míni ráð skulu vera, at fleiri av aktørunum í skattamálinum, nevndir omanfyri, áttu at gjørt seg væl út, sálarliga og kropsliga, fyri ikki at missa ondina endaliga av ákoyringunum í hesi annars frálíku bók. Kanska Sjúrður Skaale og Øssur Winthereig áttu at brynja seg meiri enn vanligt, hetta er veruliga herskin kostur, og helst hin mest eirindaleysa bókin, sum er skrivað í Føroyum. Eisini við sjáldsomum persónligum millumrokningum, ið knýta lykkjurnar uppaftur fastari um barkakýli teirra, sum báðumegin stikið gjørdust andstøðingar til tíðindaflutningin hjá Jan & Co.

Útgangsstøðið er annars, tilsýnilátandi, ógviliga einfalt, - somikið meiri sjáldsamt, fyri ikki at siga ørkymlandi, kenst hetta málið fyri okkum vanlig leikfólk. Skorið inn á bein snýr tað seg um, hvørt 90 milliónir krónur skulu liggja í landskassanum - hjá landsins borgarum - ella í Føroya størsta peningatrogi, ið tá var, sum tryggingartakararnir í núverandi Betri-samtakinum eiga. Stóra tryggingarsamtakið í Føroyum keypti ognirnar frá Fíggjarligum Støðufesti, ið var brent inni við hinum gamla Eik Banka, ið var farin á húsagang. Bjargingarflakin – FS - hevði trupulleikar við at sleppa av við rovini, sum vóru eftir, í hvussu er var ongin áhugi uttanfyri Føroyar fyri tí sum var eftir av ognini, tí kundi Gunnar í Liða eftir keypið proklamera: „Vit hava gjørt besta handil í Føroya søgu nakrantíð.“ Seinri kom málið um skattafrádráttin og skattin upp í sjóvarmálan. Nýggi bankin helt seg hava rættin til frádráttin, og Fíggjarligt Støðufesti og Jørn Astrup Hansen meintu tað øvuta, og haðani fer kavabólturin á rull og Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam, við Liljuni haldandi um stýrisvølin, fara nú út á eina drúgva rannsóknarferð, fyri at siga Føroya fólki hvat ið vendi upp, og hvat ið vendi niður í Skattamálinum.

Ein sum annars var sera mælskur hesa tíðina, um Skattamálið, var Øssur Winthereig. Hann segði seg ikki hava „skrepuna av“, hvat ið málið snúði seg um. Kortini var hann merkiliga íðin í orðaskiftinum, men í mun til aðrar umrøddar aktørar finst ongin dokumentatión um ivasamar fíggjarligar bindingar til TF-risan í hansara føri. Vit mundu vera mong, ið vóru í somu støðu sum Øssur, táið skattateknikkur í lóg valla er niðurfaringarlesnaður hjá størri hópi av borgarum landsins. Lamhauge helmar kortini ikki í, og linsan hjá Jógvani Eli gongur kyk. Ímeðan eru tað alt fleiri dergur og beitir sum koma í trol. Ósamsvarini vaksa í søgdum orðum, og høpið flytir seg alt longri frá upprunanum: Hevði nýetableraði bankin undir TF-risanum rætt til frádráttin ella ikki? Og avleiðingin: Skuldu hesar 90 milliónirnar liggja í landskassanum ella í Eik-kassanum?

Tað mest merkisverda í málinum er, at til endans kemur so nógv trýst á public service stovnin, Kvf, rikin umvegis skattakrónur frá fólkinum, at hann gongur sundur - skrædnar. Journalistiski solidariteturin støkkur av um tvøran. Eftir tað var ruðuleikin fullkomin. Hví hetta hendi, verður væl greitt frá í bókini. Ein kollsigldur sjúkrahússtjóri gjørdist kringvarpsstjóri, og okkurt í bókini kann benda á, at ávís magnfull áhugamál í samfelagnum hava orkestrerað tað soleiðis, at hann fekk eitt av mest týðandi størvum, sum finnast í Føroyum. Sum sjúkrahússtjóri, og fyrrverandi Eik-maður, hevði hann, sambært bókini, havt fingrarnar langt niðri í siroppinum fyri at verja kapitalin og onnur áhugamál, og herferðin makaði ikki, eftir at hann var vorðin public service leiðtogari. Tú fært associatiónir aftur til frálíku bókina hjá Stefan Zweig: Joseph Fouché. Clara Hammerich rópti hana „Kamæleonen“ í donsku týðingini. Tað ræður um at skifta lit, alt eftir hvat ið loysir seg fyri ein sjálvan frá tíð til aðra.

Sum skilst hevur gongulagið í Sortudíki verið út av lagi ringt hesa tíðina. Hvør ið orsøkin hevur verið, veit eg ikki, báðir partar kunnu hava verið atvoldin, og so kann tað hava verið sum glyvramaðurin Dia í Kálvhúsinum einaferð tók til: Tann frægari kann hava verið verri. Stovnurin, sum skuldi hava eitt klárvakið eyga við valdinum í Føroyum, fjórða statsvaldið, hevði nógmikið at gera við at njósnast báðumegin við stikið í Kringvarpshúsinum, - har rakk ongin antenna út um múrarnar. Hendan útsøgnin hjá Johnny í Grótinum á Portalinum sigur væl saktans alt um ringa skilið: „ – Tað er bæði syndarligt og syrgiligt at síggja sannføring um egið lýtaloysi bólgna til slíka megalomaniska fiksering. Talan er um insinuatiónir og manipulatiónir úr enda í annan. (......) Kringvarpið átti veruliga at bjóðað manninum sálarliga hjálp.“

Fyrsti tankin eftir slíka útsøgn er, at ein sum heldur, at onnur eru kandidatar til at fáa sálarliga hjálp, er í stórum vanda fyri at eiga sama tørvin í sær sjálvum - uttan at vita av hesum. Sendingarnar um Tollmálið hjá Jørgen og Skattamálið hjá Eik bera ikki boð um, at ryggurin á Jan Lamhauge líkist konsistensinum í eini danskari medistarapylsu. Tvørturímóti. Havi heldur hug at javnseta hann við norðurlendingarnar Jan Guillou og Jan Stage. Guillou var upphavið til IB-gøluna í Svítjóð, táið hann saman við øðrum avdúkaði eina paralella fregnartænastu, sum fekst við at skráseta øll, sum lógu vandamikil vinstrumegin socialdemokratarnar, samstundis sum hesir sótu fyri valdinum. Guillou og Palme brustu saman, journalisturin hevði traðkað á socialdemokratisku líktornini. Síðani hevur Guillou skrivað eina røð av bókum. Danin Jan Stage, sáli, var annar maður, krígskorrespondentur av Guðs náði.

Nú Evo Morales er settur frá valdinum í Bolivia og hevur fingið friðskjól í Mexico, kann tað vera áhugavert hjá fólki at vita, at Jan Stage var bilstjóri hjá partisaninum Moniku Ertl, sum rann inn á bolivianska konsulátið í Hamburg hin 1. apríl 1971 og likvideraði Roberto Quintanilla Pereiras, - táverandi bolivianska konsulin í Vesturtýsklandi. Pereiras var ein av høvuðsmonnunum, táið bolivianski herurin og CIA likvideraðu argentinska/cubanska partisanin Ernesto Guevara í La Higuera í 1967. Stage og Ché kendust heilt væl, teir vóru vinmenn. Skrivistílurin hjá Jan Stage verður nógv umrøddur í donskum miðlum fyri tíðina, men ongin ivast í hansara evnum sum korrespondentur frá hermótunum, hann var óræddur, søkti at brennideplunum, spurningurin er bara, hvussu faktuelt tú kanst skriva frá einum fronti? Og er tú ikki ein tannleys journalistisk bókhaldaratýpa, kann tað vera líka frægt at fáa ein rímiliga skilagóðan stemning í reportasjuna. Stage var eisini rithøvundur. Hann dugdi sítt kramm. Tað dugir Jan Lamhauge eisini.

Støðan í Føroyum í løtuni er hon, at heimasíður renna upp sum hundalond og runnar úr turrari jørð, og geva seg út fyri at vera tíðindaportalar. Har eru kortini ongar redaktiónir, og sjónligt er hvørji áhugamálini eru, sum í veruleikanum stjórna hesum heimasíðum. Tí er tað alt avgerandi, at Kringvarp Føroya er fólksins skansi, kastalin, sum megnar at standa sum ein drangur í stríðnum fyri at røkja demokratiið. Hendan bókin boðar ikki frá góðum í so máta og frekvensurin gongur nú meiri tann vegin, at kiksaðir politikarar hertaka kringvarpsins tíðindadeild og journalistarnir parlamentið. Hetta er farið at merkjast, politikararnir spyrja seg um rygg, og umboðini fyri teir fýra stóru politisku flokkarnar á tíðindadeildina royna sum frægast at javnseta Loka við Tór.

Stór miðlahús í heiminum og fótbóltsfeløg hava stóran áhuga hjá fólki við nógvum kapitali. Arabiskir oljusjeikar og russiskir oligarkar hava keypt Paris Saint-Germain, Manchester City og Chelsea fyri ørandi upphæddir. Heimsins mest múgvandi maður, Jeff Bezos, Amazon-eigarin, hevur keypt The Washington Post og í 2009 keypti sonur ein russiskan oligark fronsku avísuna Le Soir – stutt eftir kom avísin ikki út aftur.

Kortini bragdar onkustaðni. Í vár royndi kekkin Daniel Křetínský at keypa meirilutan í franska krúnjuvelinum Le Monde, - tað gekk ikki. 400 fronsk listafólk og intellektuell stuðlaðu av heilum huga journalistunum á blaðnum Le Monde, ið vóru ræddir fyri, at teirra redaktionella frælsi fór at vera undirgrivið av einum manni, ið forvinnur milliardir av krónum á hvørjum ári burturúr ravmagnsverkum, ið brenna kol.

Bókin Svik er dømi um, at alt ikki ruggar rætt í føroyska fjølmiðlaheiminum. Skattamálið ber boð um, at onnur áhugamál enn fólksins kunnu stjórna tíðindaflutninginum í Kringvarpi Føroya. Um so er, fer rot at taka seg upp í samfelagnum. Tíðindadeildin stendur bara til svars fyri teimum sum eiga stovnin, fólkinum, tí eigur hon at ganga undir sama herróp sum The Washington Post: Democracy Dies in Darkness.

Tað ber ikki til hjá skattatekniskum analfabeti, sum mær, at gera eina niðurstøðu í málinum. Jan hevur sagt sína søgu, og eru bara brotpartar av henni rættar, so sær málið ikki serliga gott út hinumegin stikið, men tað eiga vit vanligu leikfólk ikki førleikan at meta um. Skinklandi gongdin í alliansunum – sum eru spleysaðar við fleiri litføgrum kordelum – ber kortini boð um, at nógv kann vera um tað sum Jan Lamhauge leggur fram í bókini.

Her standa tveir partar yvir av hvørjum øðrum – eftir størsta blóðblað og mannfall í Føroya søgu á hesum økinum – og tað er ikki okkara lutur at døma í málinum.

21. september 2017 bleiv Betri Banki meldaður til fútan - undir illgruna fyri at hava forbrotið seg ímóti § 139 í skattalógini, sum snýr seg um skattasvik. Tveir mánaðir seinri, hin 14. november 2017, sendi løgreglan út eitt tíðindaskriv, har boðað varð frá, at „Politiið í Føroyum hevur avgjørt at byrja kanningarabeiði móti EIK Banka í samstarvi við Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet.“

Hetta eru tvey ár síðani og tað kvøtti ikki úr donsku løgregluni og danska ákæruvaldinum í Føroyum aftur fyrrenn júst í dag – sama dagin sum bókin Svik kemur á marknaðin. Tað er ikki lagnunnar speisemi, tíansheldur nøkur tilvild, at hetta hendir í dag. Undir radaranum hava øgiligar brestingar og royvingar verið seinastu dagarnar, fyri at fáa fatur í manus, tað ber boð um, at ræðslan breiðir seg enn einaferð, eisini inn í donsku institutiónirnar, sum hava snorksovið saman við málinum í tvey heili ár. Tá, fyri tveimum árum síðani, hevði málið sambært danska fútanum høga raðfesting, og tað hevur tað sambært Kringvarpi Føroya á miðdegi eisini í dag – útkomudagin, táið Jan Lamhauge leggur sína søgu fram um Skattamálið. Longu nú – áðrenn nakar hevur lisið bókina – hevur hon fingið stóran týdning. Kanska hava donsku myndugleikarnir drigið á bæði hesi tvey árini, í ringasta føri og alternativt kundi ein ósemja ímillum TAKS og Betri Banka, viðgjørd av donskum myndugleikum, endað sum ein nýggjur stríðspallur ímillum Danmark og Føroyar, og fyri at tað ikki skal henda ræður um at toyggja lógir og reglur og tíðina til ytsta mark fyri at sleppa undan tí aktini.

Vælsignað gevi tykkum stundir at lesa hesa bókina. Hon avdúkar nógv. Óvanliga nógv. Í fíggjarheiminum, almenna geiranum og innanhýsis rembingar í Kringvarpi Føroya - og lýsingin av ryggleysum og undanstøkkandi journalistum og stjórum, er undirhald so tað munar. Nú spyrja fleiri helst: Quo vadis Jan? Hvaðar gongur leiðin fyri at fremja nýggj verk í miðlaheiminum? Adrenalinið er helst ikki til at verða nanaður í fanginum á Ivani Niclasen, men tað finst ivaleyst ein heimur uttanfyri Verona á journalistiska vígvøllinum, har ið munur eisini kann gerast.

Til lukku við bókini Jan – og takk fyri at tú valdi at leggja hana fram í heimbygdini – heimbýnum. Góða eydnu og blíðan byr.
 

Tórbjørn Jacobsen. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi