Bretska stjórnin hevur dult yvir krígsbrotsverk í Afghanistan og Irak
Sambært bretskum kanningararbeiði, sum varð sett í verk í 2014, er tað avdúkað, at bretskir hermenn vóru uppií krígsbrotsverkum í Afghanistan og Irak, har børn vórðu dripin og sivilfólk vórðu pínd. Tað er niðurstøðan hjá BBC, nú tey hava fingið fatur á drúgva kanningararbeiðinum.
Kanningarfólkini siga, at bretska stjórnin og bretski herurin hava dult prógvini.
Upplýsingarnar eru komnar frá IHAT (Iraq Historic Allegations Team) og frá Operation Nortmoor, deildir, sum vórðu settar at kanna krígsbrotsverk, sum bretskir hermenn skulu hava staðið fyri, í bæði Irak og Afghanistan.
Men báðar kanningardeildirnar, IHAT og Operation Nortmoor, vórðu stongdar av bretsku stjórnini í 2017 - uttan nakrar ákærur vórðu reistar móti bretskum hermonnum.
Skuldsetingarnar fevna um morð, sum ein hermaður úr úrvalsdeildini SAS skal hava framt, um deyðar fangar, harðskap, píning og kynsligan ágang móti fólki í varðhaldi. Tað eru limir í gonguherdeildini, Black Watch, ið skulu hava framt krígsbrotsverkini.
Í sendingini “Panorama” hjá BBC, vilja kanningarfólkini vera við, at heryvirfólk dyldu yvir málini av “politiskum orsøkum”.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur