Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bjørt spyr Helga um plastdálking

Politikkur | 18/11-2019 21:00

Hvørji tiløk at basa dálking við plasti á sjógvi og landi fer landsstýrismaðurin at seta í verk?

Hetta spyr Bjørt Samuelsen, tingkvinna, Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum.

Tingkvinnan vísir í spurningunum til tilmælið frá Umhvørvisstovnuni um átøk, sum kunnu avmarka plastdálking.

Spurningarnir verða settir mikudagin, tá munnligir fyrispurningar eru á skrá í Løgtinginum. 

Spurningar:

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta í verk tiltøk at avmarka dálking við plasti, sum mælt er til í tilmæli frá Umhvørvisstovuni? 
  2. Um ja, hvørji av teimum 11 tilmælunum er ætlanin at fara undir fyrst og hvørji síðan?
  3. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at styrkja samstarvið ímillum myndugleikar, vinnugreinar, áhugafeløg o.o., at fyribygja plastdálking av náttúruni? 
  4. Er ætlanin at fylgja samtyktini hjá ES um at minka um ávirkanina á umhvørvið av plastúrdráttum, sum øll norðurlond gjøgnum ES ella EBS verða bundin av?

Viðmerkingar
Neyðugt er at seta fleiri tiltøk í verk, skulu Føroyar minka um ovurnýtsluna av plasti, sum tíverri í stóran mun dálkar náttúruna bæði á sjógvi og landi. Í vár handaði Umhvørvisstovan táverandi landsstýriskvinnu í umhvørvismálum eitt tilmæli um ymiskt tiltøk, sum kunnu vera við til at avmarka plastdálkingina í náttúruni, og kunnu tryggja, at plast verður burturbeint á rættan hátt.

Tilmælini vóru 11 í tali: 

  1. Víðka pantskipanina fyri einnýtisíløt úr plasti.
  2. Økja endurnýtslu av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum.
  3. Gera virkisætlanir fyri at økja endurnýtslu og minka dálking við plasti frá ídnaði, landbúnaði, fiskivinnu og ferðavinnu o.ø.
  4. Upplýsing til borgaran um plast.
  5. Minka nýtsluna av beriposum úr plasti.
  6. Forboð fyri høglskálum úr plasti.
  7. Banna ella avmarka nýtsluna av einnýtis borðbúnaði o.ø. úr plasti, eitt nú knívum, gaflum, skeiðum, tallerkum, súgvirørrum, vattpinnum og pinnum til ballónir.
  8. Forboð fyri smyrsli o.ø., sum hava mikroplast í sær.
  9. Kunngerð um graslíkisvøllir.
  10. Stuðulsskipan til havnir/skip, ið taka ímóti burturkasti, sum er tikið upp úr sjónum.
  11. Loysn á dálking við spreingileidningum. 

Grannalond okkara seta eisini miðvís tiltøk í verk á hesum øki. Eitt nú áseta nýggjar ES-reglur, at einnýtisplast verður bannað frá 2021. 

Á Løgtingi 18. novembur 2019

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi