Søkja stjóra til Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan umsitur, ráðgevur, miðlar, mennir og granskar innan øki, ið hava stóran almennan áhuga og hægstu politisku raðfesting í Føroyum og um allan heim.
Umhvørvisstovan arbeiðir við tí minsta bitlinum og teimum størstu yvirskipaðu politisku spurningunum. Stjórin skal duga at miðla sambandið harímillum og soleiðis føra Føroyar fram á umhvørvisleið.
Umhvørvisstovan mennir og varðveitir nógvar av dýrastu dátunum, sum vit eiga, og sum nú skulu gerast høvuðstilfeingi í talgildu menningini av samfelagnum.
Stjórin skal ganga undan at skipa stovnin og tænasturnar soleiðis, at borgarar og vinna smidliga kunnu gagnnýta hetta tilfeingið.
Á Umhvørvisstovuni er ein stórur og fjølbroyttur starvsfólkahópur við týðandi serkunnleika og nógvum samskifti til virki og borgarar og í almenna rúminum.
Sagt verður í lýsingini eftir nýggjum stjóra, at hann skal vera ein góður, royndur og týðiligur leiðari, ið kann tryggja, at starvsfólkini trívast, og at stovnurin verður mentur til fulnar á øllum økjum. Tað er umráðandi, at stjórin dugir væl at raðfesta og at sýna fíggjarligt skynsemi.
Á einum stovni við so breiðum arbeiðsøki er tað umráðandi, at stjórin er savnandi og megnar at skapa áhuga og virðing fyri stovninum sum heild og eisini fyri hvørjum arbeiðsøki sær.
Stjórin skal eisini hava gott politiskt tev og góð evni at samskifta í almenna rúminum og beinleiðis við føroyskar og útlendskar myndugleikar, vinnugeirar og yrkisbólkar, eins og hann skal veita landsstýrinum góða, framskygda og álítandi ráðgeving.
Evstamark at søkja starvið er 10. desember 2019.
Kelda: Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur