Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Beinrakin oddagrein í Sosialinum

Innanlands, Lesarabrøv | 21/11-2019 09:00
Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri | Mynd: Eirikur privat á facebook.

Dómur fall í málinum um leiðsluna í Eik Banka mánadagin. Í hesum sambandi skrivaði ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov eina sera áhugaverda oddagrein í blaðnum í gjárkvøldið. Yvurskriftin var "Júst sum í olsen-banden". Við loyvi frá Sosialinum endurgeva vit oddagreinina niðanfyri.

Júst sum í Olsen-banden
Mánadagin fall dómur í stóra málinum ímóti leiðandi persónum í kollsiglda Eik Banka.

Dómarnir eru øgiligir. Upphæddirnar so stórar, at eingin kann gjalda tær. Men tað skulu teir eftir øllum at døma ikki – um dómurin verður endaligur – tí teir eru tryggjaðir ímóti slíkum. Sambært dóminum hava teir tríggir persónarnir »ikke udvist tilstrækkelig omhu og forsigtighed i forbindelse med nogle konkrete lån«, sum tað sendur í dóminum. Og víðari verður sagt: »Banken påtog sig en overhængende risiko for tab, men undlod at sørge for, at bevillingerne blev tilrettelagt således, at risikoen blev elimineret«.

Rættarmálini hjá Finansiel Stabilitet ímóti bankaleiðslum tykjast ofta minna okkum um Olsen-Banden filmarnar. »Brotsgerðirnar« eru so stórar, og tølini so stór, at vit hava ilt við at fata tað.

Vit síggja kriminalassistent Jensen í Olsen-banden filmunum fyri okkum: Hann greiðir hjálparmanni sínum, Holm, frá, hvussu samfelagið er skrúvað saman: Teir týdningarmestu og hægst virdu persónarnir liva í sínum egna veruleika við sínum egnu reglum og sínum egnu lønarskipanum. Hevjaðir yvir rættvísi í ómetaligum ríkidømi. Og tá hin góðtrúni hjálparmaðurin spyr, um vit einki kunnu gera – hann heldur í sínum stilla sinni, at lógirnar eru líka fyri øll:
– Nei, og vit kunnu og skulu einki gera. Tað er ikki uppgáva okkara at forstýra systemið. Tí vit skulu verja systemið. Kreftirnar eru so stórar, at tað ber av øllum forstandi, sigur Jensen.

Kann sanniliga samanberast við Eik Banka: Partaeigarar hava mist alt. Teirra millum nógv fólk, sum av bankaleiðslum eru lokkað at konvertera dópspengar og konfirmatiónspengar hjá børnum og lívslangar uppsparingar til partabrøv, tí tað skuldi vera so nógv betri. Pengar, sum hvurvu sum døgg fyri sól. Og tá sannleikans tími kemur, og ábrygdpersónarnir verða revsaðir við ovurhonds stórum endurgjaldskrøvum, so skulu teir einki gjalda kortini. Statskassan fær heldur ikki tapini aftur. Teir, sum við ábyrgdini sótu, sleppa undan at gjalda hundraðtals milliónir, sum tryggingar – sum fólkið rindar fyri –  fær rokningina, og restin uttan iva bara fer millum skins og holds, meðan teir seku liva lukkuligir í húsum sínum, sum teir hava selt konunum sum serogn – so teir sleppa undan rokningini. Konurnar eiga nú alt.

Stóru vinnararnir eru sum altíð advokatarnir. Gongur tað við ella gongur tað ímóti, so vinna advokatarnir hvørja ferð. At frídøma ein bankastjóra í Føroya Rætti = 8 mió til advokatin. At sleppa skuldseting ímóti grannskoðara = 12 mió til advokatin. Teir dømdu (ella tryggingin) skulu eisini rinda risa upphæddir til advokatar eins og Finansiel Stabilitet.

Tilsamans eru advokatrokningar fyri 500 mió krónur higartil. Men tá vanliga fólkið skal í rættin ella skal knokkroytast, so er eingin góðamamma.

Eirikur Lindenskov  

( Greinin stendur í Sosialinum, sum kom við postinum í gjárkvøldið )


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi