Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Nakrar kostiligar øðrvitisforsagnir um heimsins undirgang

Andøvsløtan | 24/11-2019 19:30

Andøvsløtan lá falin í summar, tí at 2 valstríð leikaðu á og fyltu miðlarnar.

Men nú eru vit so aftur, og mong undirhaldandi, forvitnislig, avdúkandi, upplýsandi evni, hendingar og idiotiskar útsagnir verða vend alment.

Fátt er meiri skemtiligt enn tápuligar meiningar hjá nøkrum av Vesturheimsins nýreligiøsu veðurlagsfasistum. Tann heidnasta, mest fíggjarliga listilærda og tí hættisligasta pátrúgvin er veðurlagsbroytingar, ella -ruðuleikar, ið tað nú eitur.

Seinasta boð úr USA, sum allur tann Demokratiski flokkurin (eitt politiskt harkalið líka síðan trælatíðina, rasuskilnaðin, Jim Crow lógirnar og Ku Klux Klan), er, at heimurin gongur undir í 2029, um tey ikki sosialisera allan amerikanska búskapin og býta øll virði javnt smbr. ‘The Green New Deal’. Høvuðsprestinnan er sosialistiska, 30 ára gamla Alexandria Occasio-Cortez.

Latum okkum hoyra eitt úrval av spádómum um okkara snarliga undirgang við at endurgeva nakað av tí, sum mætir vísindaligir dómadagsprofetar hava sagt í okkara tíð um veður og verðsins ólukkur.

Í New York Times í august 1969 segði tann tilbidni lívfrøðingurin á Stanford universititetnum, Paul Erlich, professari: “Tað trupla við øllum umhvørvisligum vandum er, at tá ið vit hava nóg góð prógv at sannføra fólk um vandan, eru tey longu deyð. Vit øll skulu gera okkum púra greitt, at um vit ikki eru stak heppin, eru vit øll horvin í einum bláum dampskýggi um bert 20 ár.”

Í 2000 segði David Viner, Dr. og professari í veðurfrøði á universitetinum í East Anglia, at um 10 ár fara børn ikki at vita, hvat kavi er.” Síðan tá hevur Bretland upplivað 3 av sínum kaldastu og kavamiklu vetrum farnu 50 árini.

Í 2004 ávaraði Pentagon, amerikanska verjumálaráðið, Bush II forseta, at fleiri størri evropeiskir býir fara at liggja undir í sjógvi.

Í 2008 spáddi Al Gore, at Norðpólshavið fór at vera ísfrítt í 2016. Veruleikin: Í summar var norðpólsísurin 4,5 km2 til ummáls (2 ferðir størri enn grønlandski innlandsísurin) og 4-20 metrar tjúkkur. Í vetur verður hann 8-9 mió km2 (sum vant). 25-30.000 spikafeitar ísbjarnir slupra 100.00 líka feitar kópar í seg.

Al Gore er størsti veðurlagssvindlarin og lobbyistur av øllum, nú milliarderur í dollarum, serliga eftir at hann seldi sína helvt í Current TV (nú young Turks) fyri 500 mió USD í sín part til eitt saudiarabiskt oljufelag við bústað í Quatar).

Í mai 2014 segði franski uttanríkisráðharrin Laurent Fabius á tíðindafundi við John Kerry (amerikanska starvsbróðrinum undir Obama) hesi orð: “Vit heimsins íbúgvar hava nú 500 dagar at sleppa undan veðurlagskreppu.”

Á vári 1970 spáddi Peter Gunter, prof við Texas State Univ í grein í The Living Wilderness: “Fólkatalsfrøðingar eru nærum fullsamdir um hesa grimu tíðarætlanini, at í 1975 verður stór hungursneyð í India, Pakistan, Kina, í Miðeystri og Afrika.”

Um nevndu lond er at siga, at Kina og India høvdu sosialistiskan búskap í 1970-árunum og tí risa fátækradømi. Seinni vendu bæði um til kapitalismu og bjargaðu 100-tals mió fólkum úr armóð upp í vælferð. Pakistan og Miðeystur vóru og eru muslimsk, og tí er eingin vón fyri, at tey fáa vælferð. Afrika var og er Afrika, og tí er eingin vón fyri teimum yvirhøvur, mest av leti og korruptión.

Víðari segði hesin Gunter professari í Texas hesi visdómsorð: “Í ár 2000 ella helst fyrr verða Suður- og Miðamerika í hungurrakt. ...Somu tíð (altso í 2000) verður allur heimurin, undantikið Vestandond, herjað av hunguri.”

(Sum sagt hevur kapitalisman drigið 2 mia fólk úr fátækt til miðal livikor).

Heimsgitni vistfrøðingurin ímillum Gaia-kultistar, Kenneth Watts, spáddi í 1970: “Um verandi gongd heldur fram, verður heimurin í miðal 4 stig kaldari í 1990 og 11 stig kaldari í 2000 enn nú (altso 1979). Watts skoytti uppí: “11 stig kaldari er 2 ferðir so nógv sum krevst til eina nýggja ístíð.”

(Einki serliga vísindaligt, tí tað tekur bert 1-2 stig miðal lægri hita enn nú til, at vit fingu eina ístíð sum seinast, ið varaði í 12-13.000 ár, tá ísurin rakk suður til Mið-USA, til Týskland og tvørtur um Rusland. (Tað veit ein og hvør, ið bert havi dippað stórutá niður í eitt sindur av heimssøgu og vanligari vitan).

Ná, men góðu lurtarar. Hetta er nóg mikið av akademiskum idiotútsøgnum fyri í dag. Alt hjá teimum snýr seg um at svika seg til skattapening til sonevnda gransking og ræðsluherfer eftir meiri pengum frá góðvarnum skattgjaldarum.

Hesir sonevndu granskarar eru skræddararnir í ‘Keisarans nýggju klæðum’.

Vit síggja jú barnamisnýtsluna hjá klimaterroristum av hasi autistisku, neyðars Gretu Thunberg, ið er upphevjað til gudinnu hjá veðurlagskultinum, ið royna at liva av henni sum maðkar í toskarhøvdi. Bara hon ikki fær varandi mein.

Andøvsløtan heldur fram við heidnum dómadagsprofetium næstu viku.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi