Fyrrverandi fiskimálaráðharri handtikin í Namibia
Namibiska muturs-løgregludeildin hevur handtikið fyrrverandi fiskimálaráðharran, Bernhard Esau. Hann er handtikin sum beinleiðis avleiðing av namibiska Samherja-málinum, har Samherji verður lagdur undir at hava mutrað bæði namibiskar politikarar og embætisfólk fyri at fáa loyvi at fiska meira rossamakrel, enn kvotan loyvdi.
Íslendska kringvarpið skrivar, at umframt Bernhard Esau, hevur løgreglan eisini handtikið fiskasølumannin, Ricardo Gustavo. Samstundis verður leitað eftir trimum øðrum monnum, sum løgreglan ætlar at handtaka í sambandi við mutursmálið hjá Samherja í Namibia.
Teir tríggir verða róptir “hávarnir” í mutursgøluni í Namibia. Talan er um fyrrverandi løgmálaráðharran, Sacky Shanghala, ein fyrrverandi dómari og systkinabarn hansara, sum eisini er versonur hjá fyrrverandi fiskimálaráðharranum.
Í Íslandi eru eisini røddir frammi um, at íslendsku oddafiskarnir í Samherja í dag áttu at sitið varðhaldsfongslaðir, meðan kanningarnar av virkseminum hjá Samherja fara fram.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur