Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nú er nóg mikið í Runavík! Fólkið sigur stopp!

Innanlands, Lesarabrøv | 28/11-2019 18:00

Fyrst í november mánaði 2019 varð avgjørt at samla undirskriftir her í hjartanum av Runavíkini. Ella vit kunnu siga her á Høgabóli, norðan fyri, sunnan fyri og omanfyri okkum, ja heilt niðan til tey ovastu húsini.

Vit vóru umleið 10 fólk, sum ikki gingu húsagongd, men fóru í nøkur hús. So at siga eingin noktaði at skriva undir, men heldur hinvegin ivaðust tey ikki, tí hesi fólk, sum eru nærmastu grannar hjá Runavíkar havn eru nú so deyðatroytt og niðurkoyrd av hesum larmandi og rúkandi plágum, sum nú hava ligið her í áravís og forpesta og kanska oyðilagt  lívið hjá teimum, at tey ikki  vóru í iva at skriva undir. Talið nærkast nú 200. Bara her rundan um hjá okkum. Nakrar fáar samkenslu undirskriftir aðrastaðni frá eru tó ímillum.

Árið 2019, sum nú fer at halla, hevur verið tað ræðuligasta higartil, hvat viðvíkur larmi og royk.

Endurtakast má, at meira enn eitt og tvey húski hava verið um reppið at stungið í sekkin vegna ótolandi umstøður frá hesum stóru skipum. Uttan iva er onkur fluttur, sum vit ikki vita um! Ein fortaldi fyri mær, at tey støðgaðu til kommunuvalið hevði verið, og bleiv eingin broyting í samansetingini, so var bara eitt at gera.

Og tað var at rýma.

Úr kommununi.

So, hoyra tit ikki álvaran í hesi rødd!?

Fyri mær sær tað út til, at so at siga øll hesi kempu skip eru endað í Runavíkini. Ein sonn innrás. Tey liggja her í rad og rekke, trý løg uttan á hvørt annað. Upp ímóti tíggju skipum íalt, tá ringast stendur til.

Buldrið er tá øgiligt. Og rakar ættin beint á teg, er ikki lukkuligt at vera fyri. Hesi skip eru snøgt sagt ikki egnað at liggja ímillum fólk!  og skulu tískil burtur higani! Hesari skeivu gongd vil eg harliga mótmæla, og spyrja um hetta er ein fylgja av undirbjóðan, ella vælaarbeiði frá okkara vinum á Signabø?

Eg var eisini úti í barnagarðinum á Mýrunum, sum skuldi verið rættuliga langt frá Runavíkar havn. Har fortaldu tey fyri mær, at roykur viðhvørt kom inn í stovuna ígjøgnum ventilatiónina.

Inni í Stýggjanum og á Líknagøtu, har tey menningartarnaðu ganga í skúla, var sama søgan.

Eingin ivaðist í at skriva undir.

Ræðandi var tó at uppliva, at nøkur tordu ikki at skriva undir, tí tey vóru bangin fyri avleiðingum frá kommununi og øðrum. Møguliga missa arbeiði. Ella at verða niðurgjørd í socialum miðlum.

Fólk, sum koma framvið, tá skilið er uppá tað ringasta, undrast stórliga og seta spurningin, hvussu hetta kann halda fram uttan átalu frá okkara umhvørvismyndugleikum!

Serliga er tað hesir stóru frambygdu, bláu trolararnir, sum larma mest. Mær er sagt, at hesi skip sleppa ikki inn í nakra Skandinaviska havn.

Tit, sum ikki búgva her á leið, kunnu helst ikki seta tykkum inn í støðuna. Men hugsa tær, at havt ein lastbil í túninum við ongum útstoyti, dag og nátt, árið runt. Eitt áhaldandi brumm. Torturur.

Nú hevur verið frítt fyri hesi skip nakrar dagar og bara tey almindiligu skipini hava verið her. Á den lætti!

Vónandi tekur Runavíkar býráð annað skinn um bak so vit í framtíðini fáa heimafrið.

At seta 1,5 mill. kr av til landstreym er so ein byrjan, men alt ov lítið til at gera nakran mun.

Hetta vísir helst prioritetin, sum tit geva hesum máli. Her má og skal vend koma í!


Jónsvein Simonsen,
Saltangará
 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi