Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tríggir filmar vinna virðisløn frá Námi

Mentan, Tíðindaskriv | 29/11-2019 18:00
Mynd: Árni Øregaard.

Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum hjá Námi í gjár. Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er 7 minuttir. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er.

Tríggir vinnarar vórðu funnir, sum allir deildu eitt fyrstapláss. Teir fingu sostatt ein triðing av virðislønini, tað er 10.000 krónur í part, av teim tilsamans 30.000 krónunum, sum Nám sponsoreraði.

Grundgevingar hjá dómsnevndini vóru hesar:

”Gang ein túr” T1 Tekniski skúli, Klaksvík (2:34):
Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan útgangstónleik, sum er viðkomandi fyri evnið. Fyri avrikið fær Tekniski skúli í Klaksvík

”Grøna broytingin” næmingar úr 18u Glasir (4:40):
Filmurin er flott filmaður og leggur seg sannførandi afturat innsløgum í Degi og Viku. Filmurin vísir á trupulleikar og loysnir í sambandi við veðurlagsbroytingar og letur ekspertar og vanlig fólk sleppa at úttala seg.

”Rúsandi eitur” 8.a á Argjahamri (3:13):
Hetta er klassisk filmslist, sum sýnir framúr kynstur at lýsa eina støðu, sum børn kunnu koma í orsaka av rúsdrekkamisnýtslu. Høvuðsleikarin spælir væl og vekir kenslur hjá áskoðaranum.

Filmskvøldið í Námi byrjaði við at Árni Øregaard, formaður í dómsnevndini, bjóðaði vælkomin og setti eina 70-persóna lagkøku á borðið, meðan Rúni Eysturlíð spældi eyðkennisløg úr filmum á gittar.

Stjórin í Námi, Eyðun Gaard, helt røðu um týdningin at geva filmi rúmd á øllum stigum í undirvísingini kring landið, tí førleikin er góður og áhugin er sjónliga stórur at arbeiða við filmi. Henda kappingin, sum Nám hevur skrivað út, vísur hvussu heimsmálini hjá ST eisini kunnu lýsast við hesum miðili.

Allir filmarnir verða lagdir út
Høvið varð at síggja allar innkomnu filmarnar á eini røð av teldum í gongini í Námi. Nú kappingin er av verða allir teir 19 innkomnu filmarnir at síggja í einum spælilista á Nám og Snar profilunum á Facebook. Síðan verður filmskappingin eftirmett.

Metingarvirði
Tey metingarvirði, sum dómsnevndini hevur brúkt, eru søgan sjálv, hvussu filmiska frásøgusnildið er brúkt og hvussu tøknin er frágingin. Eisini varð mett um øll loyvi eru í lagi at vísa filmin og hvussu hann kann brúkast í undirvísingini.

Luttakandi skúlar
Teir 19 filmar komu frá hádeild í fólkaskúlanum og miðnámi. Allir filmar uttan ein høvdu hildið seg innanfyri teir lýstu 7 minuttirnar. Tann eini filmurin var 2 minuttir longri, men varð tó ikki diskvalifiseraður. Glasir og skúlin á Argjahamri vóru best umboðaðir í kappingini, men filmar komu eisini frá Tekniska skúla í Klaksvík, Hoyvíkar skúla, skúlanum við Løgmannabreyt og Eysturskúlanum.

Dómsnevndin
Dómsnevndin taldi 6 fólk, 3 kvinnur og 3 menn, sum vórðu vald í Námi og í Kringvarpinum. Árni Øregaard, margmiðlasmiðjur, hevur verið formaður.

Nám ynskir vinnarunum til lukku og takkar fyri stóra áhugan at vera við í stuttfilmskappingini hjá Námi. Nám takkar eisini Kringvarpinum fyri gott samstarv. Nám minnir samstundis á stuttfilmskappingina, sum Klippfisk skipar fyri um vikuskiftið.

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi