Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hetta er hart arbeiði og góð inntøka

Fiskivinna | 30/11-2019 15:00
Mynd: Sjómansmissiónin

-Hesin báturin, sum er 26,8 metrar langur og 7 metrar breiður, kemur í flotan fyri tann gamla, sum er 15 metrar langur og 4,6 metrar breiður – og sum hevur roynst okkum væl.
Nú vit fáa ein væl størri bát, vóna vit, at útróðrarlívið verður bæði liviligari og lættari-
Tað siga feðgarnir Pétur og Pétur Pétursson, frá Ólafsvík í Íslandi.

Teir liggja á Havnini við nýbygda glastrevjabátinum Bárður, sum er bygdur hjá Bredgaards Boats í Rødbyhavn í Danmark. Hetta er størsti glastrevjabátur, Bredgaards Boats hevur bygt og samstundis størsti glastrevjabátur í Íslandi.

-Bárður er bygdur til garna- og snurriváðsveiðu. Vit royna vanliga við gørnum eftir toski frá januar til juni og við snurriváð frá juli til desember. Meginparturin av veiðuni er toskur og so fáa vit eitt sindur av hýsu og upsa. Ein túrur hjá okkum liggur vanliga millum 10 og 14 tímar, so vit kalla tað útróður. Tað er hart arbeiði, men so hevur inntøklan eisini verið góð.-
siga teir.

-Fiskiskapurin hevur gingið væl í ár. Frá januar til juli fiskaðu vit 1700 tons, og tá var fiskurin blóðgaður, men ikki kruvdur. Tað er umleið 1400 tons av kruvdum fiski og 90% var toskur.
Vit eru spentir at sleppa til fiskiskap við hesum bátinum, sum er væl útgjørdur. Okkurt smávegis skal gerast afturat, so sum at seta krapísmaskinuna í og rigga bátin til. Vit vóna, at sleppa til fiskiskap umleið hálvan desember,- siga Pétur og Pétur.

Bárður hevur ein 911 hestar MAN motor og tveir John Deere ljósmotorar á 89 KW. Báturin tekur 230 kør í lastina, sum er umleið 45 tons av fiski. 5-6 mans verða við.
Tað er reiðaríið Bárður SH í Ólafsvík, við Pétur Pétursson, sum eigur bátin.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og var sera væl móttikin og vístur runt.
Eisini var bøn biðin til Guds um signing og varðveitslu yvir báti, manningina og teirra kæru. Signingin frá 4 Mósebók 6, 24 -26 varð eisini lisin, og hon skrivast so á íslendskum:
- Drottinn blessi þig og varðveiti þig!
Drottinn láti sína ásjónu lýsa yfir þig og sé þér náðugur!
Drottinn upplyfti sínu augliti yfir þig og gefi þér frið!-
Til seinast fingu teir gomlu føroysku heilsaninna:
“Góðan túr, og Jesus fylgi tykkum!”

Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við bátinum.

Sí fleiri myndir her: facebook.com/sjomansmissionin

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi