Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ljós í skugga - Óli Jacobsen um Njál McKay Djurhuus

Kristiligar Tíðindasendingar | 01/12-2019 11:00
Frá bókaframløguni

Fríggjadagin 08. november kl.17:00 var bókaframløga í Frelsunarherinum í Tórsgøtu í Havn, har rithøvundurin Óli Jacobsen legði fram sína nýggjastu bók. Talan er um bókina LJÓS Í SKUGGA, sum er lívssøgan hjá Njál Mackay Djurhuus og konu hansara Ernu. 

Njál og kona hansara Erna, sum doyði fyri knapt fýra árum síðani, hava síðani sekstiárini verið virkin innan frelsunarherin í Norra. Óli Jacobsen fór undir at skriva hesa sera forvitnisligu lívssøgu, og bert tvey ár seinni, fríggjadagin 08. november, kundi Óli og Njál hava framløgu í Frelsunarherinum í Havn.

Væl yvir tveyhundrað fólk vóru møtt upp til framløguna, har bæði Óli, Njál og systir Njál, Elisabeth, høvdu orði, og hornorkestri, undir leiðslu av Finngerð Djurhuus Olsen, spældi teirra eyðkenda tónleik. 

Fyrstu 48 síðurnar eru um barna- ungdóms- og fyrstu manndómsárini í Føroyum. Lívið úti á Reyni verður viðgjørt, har Njál við neyvum orðum greiðir rithøvundanum frá kendum fólki og støðum úti á Reyni og Tinganesi. Nógvar søguligar myndir eru í bókini.

Men tað, sum fyllir mest í bókini eru arbeiðsárini innan Frelsunarherin í Noregi, og tá serliga innan umsorganartænastuna í Oslo, sum kallast Fyrlyset. Bókin er væl kryddað við serdeilis spennandi og kenslubornum tilburðum frá villu og miskunarleysu tilveruni, sum heimleysir misnýtarar liva í.

Heitið á bókini er LJÓS Í SKUGGA. Bókin telur 115 síður og kostar 240 krónur í bókabúðunum. Tað er forlagið Tjørnustova, sum rithøvundurin er eigari av, ið hevur givið bókina út. Óli Jacobsen upplýsir, at bókin er prentað við upplagi upp á 2.000 bøkur, og at sølan hevur verið ovurhonds góð. 

Hetta er bók nr. 9 hjá Óla Jacobsen. Spurdur um ein nýggj bók er í stoypiskeiðini sigur hann, at tað er tað ikki sum er, men at hugskotini eru fleiri. 

Frá bókaframløguni

Kristiliga Tíðindatænastan 
v/poul jóhan djurhuus  
gjaranes@gmail.com 

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi