Closed for Maintenance vann Evropiska virðisløn í Lissabon
Closed for Maintenance átakið hjá Visit Faroe Islands var í uppskoti - og vann - viðurkenda virðisløn í greinini "ferðaátøk" á European Excellence Awards í Lissabon, Portugal, sum var fríggjadagin.
European Excellence Awards eru virðislønir, sum verða handaðar fyri framúrskarandi útinnan av PR og kommunikatión í øllum Evropa. Hesar virðislønirnar byrjaðu av fyrstan tíð í 2007.
Tað eru nógvir ymiskir flokkar, sum á hvørjum ári verða heiðraðir. Visit Faroe Islands vann í ár fyri átakið Closed for Maintenance í flokkinum "Ferðaátøk", á enskum Travel & Tourism.
Ein nevnd hevur tveir dagar at velja allar vinnararnar, burturúr eini rúgvu av uppskotum.
Closed for Maintenance átakið snýr seg um at steingja mest vitjaðu ferðafólkamálini í Føroyum eitt vikuskifti um árið. Hetta vikuskiftið hava ferðafólk møguleikan at melda seg til sjálvboðið arbeiði at viðlíkahalda støð ymsa staðni í landinum, sum treingja til eina hond vegna nógva ferðafólkavitjan.
Closed For Maintenance verður aftur í apríl 2020.
Starvsfólk hjá Visit Faroe Islands, Vanja Davidsen og Alda Egilstrøð Magnussen, tóku ímóti virðislønini í Lissabon.
Mest lisið í farnu viku

Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna

SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið

Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiskivinnulóggávuna, sum er á veg

Hanus Hansen, reiðari: Eg kenni meg ikki aftur í tí sum stjórin í North Pelagic førir fram

Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old

Durita Fagradal Augustinussen er sett sum mentanar- og ungdómsleiðari í Vestmanna

Uppsjóvarvinnan betalti 65% í skatti í 2017

Myndarøð: Fuglafjarðar Sangkór og Vestmanna kirkjukór konsert í Vestmanna

R7 Premier League (40) - 2. des 2019

Leygardagurin var góður fyri lítla nótabátin úr Søldarfirði

Sonne Smith um nýggja havrannsóknarskipið

Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni

Høgni í Jákupsstovu: Eg skilji báðar partar

Regin Jacobsen er næststørsti eigari í Bakkafrosti

Absalon og Rumenia - í 30 ár

Metis - Øll sendingin - 03. des 2019

Hol sett á arbeiði undir Høganesi

Ring til tann føroyska jólamannin

Nigerianskur uppruddari í korruptión fingið sekkin fyri mutur

Deyður persónur funnin á Kunoynni

Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum

Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B

Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø

Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











