Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kamala Harris tekur seg úr valdystinum í USA

Politikkur, Uttanlands | 04/12-2019 20:32

Í gjár boðaði Kamala Harris, forsetavalevni hjá Demokratunum í USA, frá, at hon tekur seg úr valdystinum um at gerast forseti.

Kamala Harris, sum er senatorur í Kalifornia og fyrrverandi ríkisákæri, tóktist annars at vera eitt rætiliga lovandi valevni, tá hon byrjaði valdystin í januar. Men hon hevur havt trupult at komið framm um fleiri av hinum forsetavalevnunum hjá demokratunum.

Í november noyddist hon at siga fleiri fólk úr starvi í høvuðssleguni í Baltimore, í New Hampshire og í heimastatinum, Kalifornia - orsakað av manglandi peningi at reka valdystin. Og júst hetta við manglandi peningi, sigur Kamala Harris vera orsøkin til, at hon nú tekur seg aftur sum forsetavalevni.

Harris, sum millum annað finnist harðliga at Donald Trump, forseta, var annars skýrd at vera møguligt stjørnuskot í Demokratiska flokkinum. Men hon hevur havt harða kapping og trupult at fingið fótafesti í dystinum undir liðini á Joe Biden, Bernie Sanders og Elizabeth Warren.

Í einum telduposti til viðhaldsfólkini, sigur Kamala Harris soleiðis um avgerðina:

“Eg havi vigað og mátað hetta upp á allar mátar, og seinastu dagarnar havi eg verið noydd at tikið eina av truplastu avgerðunum í mínum lívi. Eg havi rætt og slætt ikki peningin, sum skal til at halda fram við valdystinum. Eg eri ongin milliarderur, og fái ikki rikið valdystin sjálv. Sum fráliðið er tað vorðið truplari at fáa peningin til vega, sum vit hava brúk fyri, fyri at vera við í kappingini.”

Serfrøðingar og greinarar eru longu farnir at kanna, hvat kann hava gingið galið í strategiini í valdystinum hjá Harris. Teir meta, at tað møguliga var í royndini at liggja so nógv í miðjuni sum gjørligt, at Harris hvørki dróg tey moderatu ella progressivu í demokratiska flokkinum til sín.

Harris megnaði annars akkurát at gerast næstfremst í kanningunum, aftaná ein samanbrest við Joe Biden í juni. Men Harris dugdi illa at nýta hesa støðuna, svaraði nakað veikt upp á spurningar um heilsurøkt, og hevur ikki skarað framúr í nøkrum kjaki síðani.

Tað skrivar BBC.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi