Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vit trívast so væl við gamlar siðir

Innanlands | 08/12-2019 19:30

Hetta segði Bergun Kass, býráðslimur, í jólarøðu síni, tá jólatræið á Argjum varð tendrað í gjár.

- Takk fyri høvið at vera saman við tykkum her á Argjum. Og sum altíð, tá vit soleiðis samlast, er tað fyri at undirstrika, at vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, at vit hava brúk fyri at geva tí ans, sum er við til at mynda okkum, bæði sum einstakling, sum bygd og bý og sum tjóð.

- Sjálvt um Argir hoyrir til Tórshavnar kommunu, so hava argjafólk megnað at hildið fast í tí jørðildi, sum í síni tíð varð grundlagt og bygt upp á hesum leiðum.

- Bygdir hava síni eyðkenni og sín samleika. Soleiðis var tað tá eg sum barn traðkaði mínar gestaskógvar á Argjum, og tí havi eg altíð fylgt væl við fólkinum og gongdini her, eins og mær altíð hevur dámað væl at vitjað aftur higar.

- Mortensen, Dalsgarð, Dam, Olsen, Andreassen og so framvegis, eru ættarnøvn, sum vit seta í samband við hetta staðið, og kenslan og veruleikin av skilnaði millum ættir og skilnaði millum bygd og bý, bert við einari gamlari brúgv ímillum, bar til tá í tíðini.

- Argjafólk dugdu at hava tað neyðuga við hondina, og forrætningar, banki, bátahylur, skúli og samlingshús styrkti bygdalag og felagsanda.

- Hugaligt er at lesa søguna, at tað eru nærum tveyhundrað ár síðani Andrass Mortansson og konan keyptu Argir, ella leivdirnar av hospitalinum fyri spedølsk, fyri túsund og fimm ríkisdálar, svarandi til einar tvey túsund krónur.

- Tað hevur ikki verið hvørsmansføri at lagt tveytúsund krónur á borðið fyri so langari tíð síðani, og tað hevur verið tekin um ein mann við áræði, gløggskygni, arbeiðssemi, stríði og strevi.

- Ilt er hjá okkum at meta um, hvussu samfelagsgongdir og komandi tíðir fara at verða, men nógv er hent á Argjum hesi tveyhundrað árini.

- Um Andrass Mortansson stendur, at hann plagdi at hava kvøldsetu, har hann segði frá og las søgur, og at fólk gleddu seg til hann kom.

- Hann dugdi væl at kvøða, at hann var ein sera skemtingarsamur maður, kundi vera speiskur og spardi ikki seg sjálvan.

- Lýsingin av manninum er snúningsásin um tað nýggja, sum skapar trivnað rundan um seg og síni, og sum slóðbrótandi – og sum tað eisini stendur um argjamenn tá í tíðini, at boð alla tíðina vóru eftir teimum. Til jarnsmíð, til húsasmíð, bátasmíð og grótarbeiði.

- Tað verður ov drúgt at viðgera alla Argja søgu, men søgan sigur okkum, at tað hevur verið raskt fólk á Argjum.

- Seinnu árini vaks bygdin, eisini niðan í fjøllini og uttanbýggjafólk fluttu út á Argir. Soleiðis fer tíðin við øllum og gamli bygdasamleikin tykist at finna nýggjar røkur.

- Og spurningurin verður, hvussu vit varðveita, ansa eftir og verja tað góða gamla, saman við teim broytingum, sum hoyra nýggjum tíðum til.

- Hvat er samleiki, hvat er trivnaður og hvat er samanhald?

- Minnist einaferð, eg og maðurin sótu í hvør sínum enda í sofuni og hugdu eftir avgerandi dysti í hondbólti millum okkara bygdafólk, strandingar og vestmenningar.

- Hansara sera stóra hjarta fyri ítrótti sum heild, áhugi í hesum serstaka dysti og kærleiki fyri sínari heimbygd, fekk meg upp úr sofuni og í sama huglag, vegna mítt bygdafólk, hóast nógv minni áhuga í ítrótti, enn hann.

- Ikki tykkum at siga, varð bitin søtur og mín sigur dupult so stórur, tá okkara lið vann, enn hann hevði verið, um eg bara sat einsamøll í sofuni og fylgdi dystinum.

- Sjálvt um eg, sum góð kona, við samhuga við líðandi, dugdi at leggja lok á mítt ovfarakæti.

- Haldi hetta siga nógv um samleika, og hvussu hann kemur til sjóndar og at viðurskiftini, eitthvørt samanborið við annað, ikki standa einsamøll, men eru treytað av hvørjum øðrum.

- Og her duga tit væl á Argjum at skipa fyri og geva bygdini tær umstøður, sum heldur lív í, fremur siðvenjur, felagsskap, bygdalív og samleika.

- Tit hava kirkju- og missiónshús, skótar, hondbólt og fótbólt, róðrarbátar, veitsluneyst og meira.

- Eins og vit øll gleðast um nýggju umstøðurnar í nýggja skúlanum á Argjum, eisini felagsskapi og frítíðarvirksemi at gagni.

- Hvat siga børnini, - finna tey oman millum bygdaløg og garðar? Og eru løtur til at troyta tað sum hoyrir bygdalívinum til, eitt nú fjøru og strendur, áum og hyljum, og at binda saman nýtt og gamalt?

- Og vitjar skúlin staðið, har minnisvarðin gevur kenslu av rúm og tíð og vísir børnunum upphavið hjá bygdini, týdningin av, at hoyra til, at vera partur av onkrum og fáa kensluna av stóru samfelagsligu broytingini?

- Sum býráðspolitikari gleðist eg um bygdirnar, og ynski hesar ymiskleikar í Tórshavnar kommunu, og vóni, at vit og tit, hóast samstørv og felags skipanir, varðveita bygdirnar sum bygdir.

- At tit kappast við Kyndil, at tit koyra á Argjabátin, at tit halda lív í sjómannskvinnuringinum, at sangkórið er virkið, og so framvegis.

- Hetta vóni eg av hjarta.

- Og nú standa vit her við brúnna millum tykkum og okkum – við brúnna millum nítjan og tjúgu, men í samband við tað sum bindur okkum saman, og sum bindur ta kristnu tjóðina saman, jólahátíðina. Jólahátíðina, sum er okkum so sera kær.

- Jólini nærkast í hvørjum og tá ein eldist, tykist at styttast ímillum. Jólini eru tey somu. Vit stákast, pynta, hava veitslur, keypa klæðir og gávur, og vit trívast so væl við gamlar siðir, og at viðurskiftini eru í tryggari legu.

- Vit dvølja við eyðkennini – stjørnuna, krubbuna, einglarnar, friðin, tað einfalda, og at barn er okkum givið.

- Til gerandis er so nógv, ið leikar á, og vit flyta jólini og hugtøk úr jólunum, so sum okkum hóvar, og tá eitthvørt skal lýsast frá tí góðu síðuni.

- Vit tosa um fótbóltsstjørnur, filmsstjørnur, sangstjørnur og so framvegis. Alt samalt fyribrigdi vit síggja upp til, tráa eftir og tilbiðja. Hóskandi kundi verið lagt upp til, at hesi fyribrigdi rúma jólaboðskapinum, har stjørnan leiðir til Betlehemsfløtur, til friðin, tilbiðjan av barninum, takksemi og einfaldni.

- Eins og vit ogna okkum týdningin av jólaeinglunum og av krubbuni.

- Latið okkum fáa eini hugnalig og vælsignað jól, har vit taka okkum av hvørjum øðrum, hjálpa, har ið treingir, verða við tí góða orðinum og finna semju, har ósemja valdar.

- Fari at enda við einum ørindi úr jólasálminum, sum mær dámar so sera væl.

Tað sótu seyðamenn á vakt
og goymdu sínar smalur,
alt fylgið hevði stilt seg lagt,
ei lamb í líðum spælir,
sjálvt varnir hundar durva smátt,
í dølum valdar dimma nátt,
um heimin Harrans friður.

- Gleðilig jól og Guðs signing.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi