Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Heimafriður eitt ár

Tíðindaskriv | 09/12-2019 19:00

Mannarættindadagin, 10. desember, er eitt ár síðani felagið Heimafriður varð stovnað.  

Felagið hevur verið sera virkið hetta fyrsta árið. Nógv er hent, men tó so lítið. Hóast tað framvegis er langt eftir á mál, so eru glottar at hóma til frama fyri heimafriðin borgarum hjá borgarum í Føroyum. 

Fólk hava tikið væl ímótið felagnum og nógv hava vent sær til felagið um hjálp. At felagið higartil hevur móttikið útvið 200 klagur, er prógv um, at tað hevur verið brúk fyri einum slíkum felagi. 

Hetta fyrsta árið hevur verið innihaldsríkt. Felagið hevur verið umboðað á fleiri fundum og haft framløgur fyri myndugleikum, politikarum, stovnum, landsstýri og kommunum. Eisini hevur felagið verið í samskifti við fleiri reiðarí, havnir umframt fyritøkur og myndugleikar uttanlands. Harafturat hevur felagið skipað fyri almennum tiltaki við áhugaverdum framløgum, har umboð úr øllum politisku flokkunum luttóku

Ljóðdálking frá havnaløgnum og skipum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki. Borgarar við fleiri havnaløg í Føroyum verða javnt og samt útsett fyri umfatandi ljóð- og luftdálking, sum órógvar heimafriðin og serliga náttarfriðin hjá borgarum. Tí tóku borgarar, ið liva undir ótolandi umstøðum orsakað av larmi frá skipum, seg saman til at stovna eitt felag, hvørs høvusðendamál er at virka fyri, at lóggivið verður soleiðis, at Føroyar áseta krøv til dálking frá skipum.  

Áhaldandi hava borgarar í áravís gjørt vart við ótolandi viðurskiftini, men hava tey rópt út í tóman heim og uttan úrslit. Síðani Heimafriður varð stovnað, hava borgarar haft eitt felag at vent sær til og hevur felagið verið teirra rødd. 

Hóast eingin reglugerð ella lóg er viðtikin, sum tryggjar fólki heimafrið, er okkurt hóast alt hent. Serliga er tað hugburðurin, sum er broyttur. Tónin er broyttur. Tað er longri ímillum hánandi og niðurgerandi viðmerkingarnar. Fólk eru farin at seta spurning við, hvat tey, skulu finna seg í at standa model til. Serliga er tað jaligt at vera vitni til, at borgarar standa upp fyri seg sjálvar og teirra grannar. 

Atburðurin hjá skipum, skipasmiðum og havnum er í summum førum broyttur. Okkurt skip hevur gjørt ábøtur. Eisini hava vit sæð, at havnamyndugleikar í onkrum førum hava sýnt atlit til fólkið í grannaløgum hjá havnunum. Týdningarmest er, at politisk lyfti, givin undan valinum, eru komin við í samgonguskjalið.

Upplýsingar, greiningar og frágreiðingar frá felagnum um hvussu trupulleikin kann loysast, hevur, eftir okkara meting, loyst upp fyri eini optimismu um, at trupuleikin kann loysast til fyrimun fyri allar partar. 

Hóast bjartskygni um eina broyting er í nánd, hevur ágangurin av óljóði og royki frá skipsmotorum verið ótespuliga nógvur kring alt Føroyar hetta árið. Serliga hevur ágangurin verið nógvur á Skálafjørðinum og í Ánunum. Borgarar verða framvegis órógvaðir og vænta vit at óskilið heldur áfram á sama hátt komandi ár, uttan so at kommunurnar sjálvar seta krøv til skipini. Í skrivandi stund er tað einki, sum forðar órógvandi skipunum í at halda áfram at órógva, og borgarar føla seg áhaldandi ótrygg við hvat dagurin hevur at bjóða. 

Í oktober mánaða í fjørð gav altjóða heilsustovnurin, WHO, út umhvørvisleiðreglur. 

Leiðreglurnar hjá WHO vísa á sterk prógv um, at óljóð er ein av størstu umhvørvisvandunum fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá fólki. 

Í Føroyum er eingin beinleiðis reglugerð fyri ljóðdálking frá skipum, hetta merkir at ljóðdálkanin, sum borgarar í Føroyum eru útsettir fyri, er langt omanfyri viðmælini hjá WHO. Eisini er kanningin, prógv um, at ljóðdálking skal takast í nógv størri álvara enn higartil hildið. 

Á hvørjum ári, hin 10. desember, minnast vit aftur á, at ST samtykti Heimsyvirlýsingina um mannarættindi. Grein 24 í sáttmálanum sigur, at ”øll hava rætt til hvíld, og grein 25 sigur, at ein og hvør hevur rætt til lívsumstøður, ið tryggja honum og hansara heilsu og vælveru.” 

Felagið fer framhaldandi at arbeiða fyri at Føroya fólk fært hvíld heima við hús og liviumstøður, sum ikki eru til vanda fyri heilsu og vælveru teirra. 

Heimafriður

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi