Fyrispurningur um at javnseta sálarligan og likamligan harðskap
Kvinnuhúsið fær 400.000 afturat á fíggjarlógini fyri næsta ár. Í ár fær Kvinnuhúsið 1.365.000 kr, sum er 75.000 meir enn í 2018. Tað segði landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á tingið í gjár, tá hon svaraði fyrispurningi frá Javnaðartingkvinnuni, Ingilín Strøm, um sálarligan harðskap.
Landsstýriskvinnan segði eisini, at roynt verður at fáa fígging so hagtøl kunnu gerast um harðskap í Føroyum og at Almannamálaráðið eisini ætlar at gera eina móttøku, har tey sum eru fyri harðskapi kunnu fáa hjálp og ráðgeving. Eingin fígging er er tó sett av til móttøku og hagtøl á fíggjarlógini fyri komandi ár.
Ingilín Strøm spurdi landsstýriskvinnuna í sínum fyrispurningi, um nøkur ætlan er um at javntseta sálarligan og likamligan harðskap, men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sigur, at tað er ein spurningur um at broyta revsilógina, so tað má løgtingskvinnan spyrja løgmann um. Løgmaður varar av revsilógini.
Annars kom fram, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur heldur, at samstarv og samskipan ímillum stovnar og myndugleikar, eru alneyðug á hesum øki, og tað sigur landsstýriskvinnan, at hon vit hava.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur