Sunda kommuna bjóðar lesandi lestrarhøli um jólini
Sunda kommuna bjóðar lesandi at nýta Skúlan við Streymin sum lestrar høli í jólaferiuni. Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini.
Til jólar 2019 er hølið er opið frá fríggjadegnum 20. desember, til og við leygardag 4. januar 2020 frá kl. 08.00 til kl. 24.00.
Leiðreglur
Ábyrgdarpersónurin fær lykil til skúlan og kann læna lykilin út alt eftir hvør ynskir at nýta hølini
Úthurðin skal til eina og hvørja tíð vera læst, eisini tá fólk eru inni í skúlanum!
Vinarliga nýtið innskógvar!
Hølið skal haldast reint og rudduligt. Burturkast skal beinast í ruskspannir, sum standa við svarta bygningin.
Kaffimaskina, ketil og annað, sum er í fyrstu stovuni er til at brúka. Ruddið bara væl upp eftir tykkum!
Møguleiki er fyri at nýta kopimaskinuna.
Samvirknu talvurnar kunnu eisini nýtast.
Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost við navn og telefonnummar til sunda@sunda.fo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur