Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Allir føroyingar skulu ikki noyðast til Havnar at liggja sínar seinastu dagar

Innanlands, Politikkur | 05/01-2020 14:00

Nú ein dagin greiddi borgari her í Klaksvík mær frá, hvussu tað var, tá ein í familju hansara lá at doyggja. Tey nærmastu skiftust at sita hjá honum, og júst tað, at hann lá á KS, var bjargingin, tí tað gjørdi tað lætt at kalla fólk saman og at skiftast.

Allar hospice-sengur skulu sjálvandi ikki sentraliserast
Í nærumhvørvinum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi búgva 10.000 fólk, og hvørt ár liggja í miðal 30 fólk sínar seinastu dagar á KS, sum bæði hevur førleikar og drúgvar royndir at veita hospice-tænastur, men nú mælir ein arbeiðsbólkur, uttan umboð úr KS, til at miðsavna allar hospice-sengur í Tórshavn. Sum borgarstjóri í Klaksvík skal eg gera púra greitt, at hetta als ikki verður góðtikið.

Nú ein dagin handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum eitt tilmæli um “palliatión í Føroyum”, har mælt verður til, at allar sjúkrahússengur, sum í mannaminni hava veitt hospice-tænastur á øllum trimum sjúkrahúsunum, nú skulu miðsavnast í einum hospice við Landssjúkrahúsið (LS), har mælt verður til, at allar 9 hospice-sengurnar í landinum framyvir skulu vera.

Reint læknafakliga kann spurnartekin neyvan setast við tilmælið hjá hesum arbeiðsbólki, og sum stýrisformaður fyri eldrasamstarvið í Norðoyggjum (NBH) taki eg eisini undir við, at eldrasamstørvini kring landið verða fakliga styrkt á hesum øki, og at samstarvið um hetta verður styrkt.

Men tá tað kemur til ta seinastu tíðina hjá doyggjandi sjúklingum, har tørvurin á sjálvum hospice-tænastunum økist, hevur hesin arbeiðsbólkurin tíverri ikki víst nøktandi virðing fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi (KS) og Suðuroyar Sjúkrahúsi (SS), sum eru lokalu sjúkrahúsini hjá íalt 15.000 føroyingum.

Hesi bæði sjúkrahúsini hava nevniliga bæði førleikar og drúgvar royndir at veita hospice-tænastur í nærumhvørvinum hjá hesum borgarum, sum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri tey doyggjandi og teirra avvarðandi.

Sum borgarstjóri í næst størstu kommunu og býi landsins, ið er heimstaður hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, kenni eg tað sum mína skyldu at gera greitt, at tað ikki verður góðtikið, at ein so týðandi tænasta á KS verður tikin burtur, og  at tilmæli um hetta verður skrivað, uttan at KS er við í arbeiðsbólkinum.

KS og SS veita eina týðandi hospice-tænastu

Nú ein dagin greiddi borgari her í Klaksvík mær frá, hvussu tað var, tá ein í familju hansara lá at doyggja. Tey nærmastu skiftust at sita hjá honum, og júst tað, at hann lá á KS, var bjargingin, tí tað gjørdi tað lætt at kalla fólk saman og at skiftast.

- Bæði starvsfólkini í NBH og á KS dugdu fyrimyndarliga væl alt kring hesa tilgongd, sum øll fór fram her í nærumhvørvinum. Royndu og dugnaligu starvsfólkini megnaðu til fulnar uppgávuna. Ein fakliga sera væl handfarin uppgáva og ikki minst menniskjalig virðiligheit, greiddi hesin borgarin mær frá.

Tað undrar meg, at hesin arbeiðsbólkur ikki tekur við í sítt tilmæli, at sjálvandi skulu vit framhaldandi hava hesar tænastur lokalt eisini á KS og SS, samstundis sum betri umstøður verða útvegaðar á ella við LS. Hví ikki hava 2 sengur á KS og 2 sengur á SS til hesa uppgávu?

Hví bara umboð fyri LS í arbeiðsbólkinum?

Føroya Løgting hevur samtykt, at vit framhaldandi skulu hava trý sjúkrahús við hvør sínari leiðslu og við hvør sínari sjálvstøðugari játtan á fíggjarlógini, men at hesi nú skulu skipast í einum sjúkrahúsverki, har allar tríggjar sjúkrahúsleiðslurnar skulu samstarva um hesa samskipan.

Altso eitt sjúkrahúsverk, har allar tríggjar sjúkrahúsleiðslurnar eru við at gera av og skipa, hvørjar uppgávur verða gjørdar hvar. Nýggi bygnaðurin leggur sostatt als ikki upp til, at man á LS einsamallur kann gera av at taka burtur nakað, sum er og virkar væl á KS og SS.

Tí undrar tað, at meðan LS hevur ikki færri enn 4 umboð, og Heilsumálaráðið 2, so hava KS og SS eingi umboð í hesum arbeiðsbólki, hóast hesi sjúkrahús í dag veita tænastur innan hetta týðandi øki.

Tað er sum um, at samskipanin av sjúkrahúsverkinum ikki fungerar, tá LS einsamalt kann gera av at niðurleggja virknar tænastur á KS og SS, sum í dag hava sera stóran týdning fyri borgararnar í hesum lokalsamfeløgum, sum hóast alt telja 15.000 borgarar.

Hvørt ár liggja 60 fólk sínar seinastu dagar á KS og SS

Á hvørjum ári liggja umleið 30 fólk sínar seinastu dagar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og umleið 35 á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Á Landssjúkrahúsinum er hetta talið umleið 190 fólk.

Sjúklingar og avvarðandi eru nøgd við umstøðurnar á KS, hóast fysisku karmarnir kundu verið betri. Eisini á SS eru sjúklingar og avvarðandi nøgd, sambært álitinum.

Hví broyta nakað sum virkar?

Tað hevur alstóran týdning at vera í nærumhvørvinum

Tá sjúklingur liggur til tað seinasta, er týdningarmikið, at fakliga vitanin er atkomulig, og fyri tey, sum hetta rakar, er alneyðugt, at dagligdagurin rundanum ikki verður ávirkaður í ov stóran mun. Her verður hugsað um, at sjúklingurin er so tætt at nærumhvørvinum sum gjørligt.

Kanningar siga, at sjúklingar vilja vera sum longst heima og helst eisini doyggja heima. Um talan í onkrum føri er um serkøna palliativa viðgerð og røkt, kann hetta eins væl vera á KS sum á LS, bara servitanin er tøk.

Tann palliativa sjúklingagongdin kann vera long og avbjóðandi, og sjúklingarnir hava tørv á hjálp og stuðli frá avvarðandi. Kanningar vísa, at lívsgóðskan, ið sjúklingar uppliva, er tengd at stuðlinum frá avvarðandi.

- Tíbetur slapp pápi at liggja sínar seinastu dagar á KS

Ein borgari her í Klaksvík fortaldi mær nú ein dagin um, tá pápi hennara gjørdist álvarsliga sjúkur. Hann endaði á LS, tí neyðugt var við skanning, og niðurstøðan varð, at einki kundi gerast. Tá hetta varð greitt, setti dóttirin fram krav um, at pápin alt fyri eitt varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús.

- Tíbetur fekk eg mín vilja, og pápi slapp at liggja sínar seinastu dagar á KS, tí hetta viðførdi, at tað var møguleiki fyri at sova hjá honum og vera um hann alla tíðina, og at onnur í familjuni kundu hava ein vanligan dagligdag og koma inn á gólvið í dagligdegnum. Abba- og langabbabørn kundu koma tá ið tey ynsktu tað. Mamma kundi fara heim at hvíla og koma aftur, tá ið hon ynskti tað.

- Hetta hevði als ikki latið seg gera, um pápi varð noyddur at liggja á LS sínar seinastu dagar, greiddi kvinnan mær frá, og tað er júst henda týðandi partin, sum tilmælið frá arbeiðsbólkinum á LS gloymir.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur sera dugnalig starvsfólk

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur sera dugnaligar læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum í mong ár hava veitt og veita tænastur á hesum øki, og hetta kemur okkum 10.000 borgarunum tilgóðar, sum búgva í nærumhvørvinum hjá KS.

Sjálvsagt gevur tað góða meining, at palliatiónseindin, um hon so verður staðsett á LS, er tøk at veita tænastu til allar doyggjandi borgarar í øllum landinum. Men allir føroyingar skulu ikki noyðast til Havnar at liggja sínar seinastu dagar á fold, og tí er neyðugt við tøttum samstarvi millum øll trý sjúkrahúsini – eitt væl skipað samstarv um palliatiónstænasturnar á KS, SS og LS, soleiðis at henda tænasta í mest møguligan mun verður veitt í lokalumhvørvinum hjá viðkomandi.

Eg havi ta álit á Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, og á okkara landspolitisku umboðum, at tey taka sær av at tryggja, at hesar týðandi tænastur kunnu halda fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eins væl og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Klaksvík, 4. januar 2020

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi