Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Suðuroyar Sparikassi lýkur kapitalkrøvini fram til 2023

Innanlands, Vinnulív | 06/01-2020 16:00

Suðuroyar Sparikassi lýkur øll kapitalkrøv fram til 2023, eisini tey sonevndu hørðu kapitalkrøvini og NEP-krøvini fram til 2025. Tað boðaði Suðuroyar Sparikassi frá í farnað mánað.

Fíggjareftirlitið hevur gjørt eina harða og eina bleyta stressroynd av kapitalstøðuni hjá Suðuroyar Sparikassa. Harða stressroyndin svarar til, at sparikassin tapir 6,2 % av samlaðu útlánunum og ábyrgdunum yvir tvey ár, og 4,7 % af samlaðu útlánunum og ábyrgdunum yvir tvey ár í bleytu stressroyndini. 

Orsakað av hesum, metir Fíggjareftirlitið, at Suðuroyar Sparikassi er ov illa kapital-bjálvaður. Harumframt vísir Fíggjareftirlitið á, at sparikassin hevur ein lágan grundrakstur, sum er 0,5 %.

Harða makrobúskaparliga stressroyndin byggir á søguliga størstu niðurskrivingarnar av útlánum, ið sparikassin hevur havt. Hetta var í 1993, mitt í kreppuárunum, og tá vóru tær 4 %. Afturat hesum verða løgd 55 %. Bleyta stressroyndin byggir á sama tap frá 1993 uppá 4 %, har 17,5 % verða løgd afturat. Undir altjóða fíggjarkreppuni var samlaða undirskotið hjá sparikassanum (tað var í 2010 og 2011) 3,7 milliónir krónur.

Tað er orsakað av hesum báðum stressroyndunum - umframt lága grundrakstrinum, at Suðuroyar Sparikassi hevur fingið boð frá Fíggjareftirlitinum um at gera eina lýsing av tiltøkum, sum sparikassin ætlar at seta í verk fyri at økja um grundraksturin og styrkja kapitalbjálvingina.

Sparikassin er samdur í, at grundraksturin er lutfalsliga lágur. Hetta kemur av sjálvum ”forrætningsmodellinum” hjá stovninum, har talan í størsta mun er um húsafígging. 

Í tí óvanligu støðu, at føroysku privathúsaprísirnir lækka við 25%, hevði solvensurin hjá sparikassanum bert lækkað við 1 prosentstigi, soleiðis, at sparikassin enn lýkur kravið fyri 2019.

Sparikassin hevur í 2019 hildið fram við arbeiðinum at styrkja grundraksturin og hevur longt ábyrgdaralánið fram til 2030. Harumframt varð grundkapitalurin styrktur í november 2019 við eini kapitalhækkan á 4,7 milliónir krónur.

Núverandi solvensurin hjá sparikassanum er 17,7 % eftir kapitalhækkanina á 4,7 milliónir krónur. Hetta merkir, at sparikassin lýkur samansetta buffarakravið fyri 2020. Tískil er sparikassin nú einans 1,6 prosentstig frá at lúka samlaða kapitalkravið fram til 2025. 


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi