Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Úrmælingur ella bandittur?

Innanlands, Lesarabrøv | 07/01-2020 14:00

Eg kann upplýsa, at kona Nólsoyar Páll var ikki úr Uppistovu á Oyri. Hon var úr Norðurstovu úr Gerðum. Eldra systir hennara arvaði Norðurstovugarð - ellivu merkur. Maður hennara, Óli Petersen, ið var tilstundandi festari á Oyri. Eitt aftursvar til Rolf Guttesen.

 
ÁHUGAFELAGIÐ NÓLSOYAR PÁLL skrivaði soljóðandi skriv í Desember, sum aftursvar til bókina hjá Rolf Guttesen, um Nólsoyar Páll.  

Vit loyva okkum at endurgeva tað niðanfyri: 

At siga seg undan politiskum hafti og skriva óhefta frágreiðing um Nólsoyar Páll, sýnist flestu føroyingum ógjørligt. Soleiðis er eisini við bókini hjá Rolf Guttesen, har sagt verður, at hvør setningur er dokumenteraður og kann eftirkannast.

Upprunin til bókina
Upprunin til bókina, sambært útvarpssamrøðu við Rolf Guttesen, er, at hann í ørindum á Norðoyri hittir mann, og eg endurgevi: “Eg minnist enn mergjaðu orðini um Nólsoyar Páll. “Tú skalt vita, at her norðuri er hann ongin stórur maður””. Tá ið ein kallar slíka útsøgn mergjaða, er tað væl tí, at man fær sínar fordómar váttaðar.
At skriva útsøgnir í bók sum, at “Myrkjanoyri og Uppistova á Norðoyri var kastibløka millum Nólsoyar Páll og høgu harrarnar í Havn”, er ósakligt og reinur heilaspuni uttan keldutilfar.

Í samrøðu við Sosialin sigur Rolf Guttesen, og eg endurgevi: “Um orsøkina, at oyramaðurin einki helt um Nólsoyar-Páll. – Nólsoyar Páll varð giftur við yngstu bóndadóttrini, men kortini fekk hann ein áttamarkagarð úti á Oyri. Tann elsta dóttirin, sum vanliga plagdi at fáa mest tillutað, fekk bara ein fýramarkagarð. Eg spurdi, hví tað endaði soleiðis. Tá fekk eg svarið, at Nólsoyar-Páll hevði forbindilsi til Havnar. Kanska hevur tað nakað við tað at gera,” sigur Rolf Guttesen.
Aðrastaðni í samrøðuni verður sagt. “Fyrra konan hjá honum doyði, men hann giftist skjótt aftur við eini bóndadóttur úr Uppistovu á Oyri. Hann bygdi á Biskupsstøð”.

Eg kann upplýsa, at kona Nólsoyar Páll var ikki úr Uppistovu á Oyri. Hon var úr Norðurstovu úr Gerðum. Eldra systir hennara arvaði Norðurstovugarð - ellivu merkur. Maður hennara, Óli Petersen, ið var tilstundandi festari á Oyri - 12 merkur -, gav Nólsoyar Pálli 8 merkur av garðinum á Oyri og systur sínari 4 merkur.
At nakar søgufróður maður úti á Norðoyri veit nakað um Nólsoyar Páll, ið vit onnur ikki vita, er nýtt fyri okkum, sum kenna nakað til Norðoyri.

Hetta má sigast at vera eitt sera ósakligt grundstøði at byggja eina bók á.
Biskupsstøðgarðurin

Guttesen heldur fram: “Umframt standmyndir, gøtunøvn og annað, verður eitt hús í Klaksvík bygt í gamlan stíl, sum verður kallað Hús Nólsoyar Páls”.
“Biskupsstøðgarðurin” (hús Nólsoyar Páls) er ein endurbygging av garði Nólsoyar Páls, Nólsoyar Páls til heiðurs. Tað var Jákup bóndi, bátasmiður og langabbasonur Nólsoyar Páls, sum máldi húsini upp, og seinni teknaði systirsonurin, Poul Nolsøe Kjølbro, húsini eftir uppmálingini. Hetta var gjørt eftir áheitan frá Roberti Joensen, søgumanni og skrivara hjá Klaksvíkar Kommunu.

Keldur at Biskupsstøðgarðinum
Jákup Biskupsstøð, vanliga nevndur Jákup bóndi, var langabbasonur Nólsoyar Páls. Hann var føddur á Biskupsstøðsgarðinum í 1867. Hann giftist inn hagar, og fimm av hansara seks børnum eru fødd á garðinum. Apolonia (dóttir Nólsoyar Páll) búði undir sama taki. Jákup bóndi var 22 ára gamal, tá ið Apolonia andaðist.

Í 1905 flutti Jákup bóndi, 38 ára gamal, í egin hús, sum hann hevði bygt við síðina av Biskupstøðsgarðinum. Garðurin, ið Nólsoyar Páll bygdi, var standandi 20 ár eftir hetta. Jákup bóndi var virkin til 94 ára aldur, og andaðist hann 96 ára gamal í 1964. Tá var eg, undirritaði, átta ára gamal, og sonur hansara, abbi mín Hans Biskupsstøð, 68 ár (f. 1896 og andaðist í 1984). Dóttir hansara, móðir mín Brita Black, er í dag 90 ára gomul og við sítt fulla vit. Hesi eru mínar keldur viðvíkjandi Biskupsstøðgarðinum. Ongin søgufrøðingur hevur verið á gátt og tosað um hesi viðurskifti; nógv av tí sum er skrivað eru gitingar og skeivleikar.

Nólsoyar Páll búði ongantíð á Norðoyri. At børn eru tilskrivað ávíkavist Uppistovu ella Biskupsstøð í kirkjubókini merkir ikki, at ein býr har. Meir um hetta, tá ið annað høvi býðst.
Tá ið bókin hjá Rolf Guttesen byggir á skeivar upplýsingar, og onki keldutilfar oyramanninum viðvíkjandi, kann eg ikki taka bókina í fullum álvara. Jú, eg havi lisið bókina, men eri eg ósamdur í fleiri av niðurstøðunum. Eg sakni keldutilfar, ið annars er til skjals, sum mótprógva fleiri av pástandunum, sum bókin kemur við. Men tað tænir kanska ikki endamálinum.

Vinarliga
Archibald Black
 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi