Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

MILITARY PERMIT FRÁ SEINNA HEIMSKRÍGGI

Innanlands, Mentan | 10/01-2020 15:30

.......t.d. stendur, at passið hevur gildi frá 15. desember 1941 kl. 00:01 til 14. desember 1942 kl. 23:59 - altso tveir minuttir undir eitt ár.

Gripurin hendan mánaðin er eitt persónligt pass ella eitt hernaðarligt loyvi, ið gav atgongd til loynilig ella forboðin hernaðarlig øki. Loyvið átti Petur Dahl, sonur Jákup Dahl próst, sum búði í próstagarðinum í Sandagerði.

Undir seinna heimskríggi var Sandagerði avbyrgt hernaðarligt øki. Bretar róptu økið fyri “Cable Area”. Hetta komst sjálvandi av, at telegrafkaðalin, sum gekk til Hetlands, kom í land her.

Tað var longu í 1906. Hetta var einasti beinleiðis samskiftisvegur hjá Føroyum við útheimin, og bretar vildu tí verja kápilin og kápilshúsið, har kápilin kom inn.

Jákup Dahl hevur latið savninum skjalið. Hann vaks upp í prestagarinum í 40- og 50 árunum. Hann minnist, at fyri at verja økið, høvdu bretar bygt eitt kanónbattarí á Liasartrøð, eitt maskinbyrsureiður í havanum í prestagarðinum og eisini var eitt kanónbattarí á Argjahøvda. Liasartrøð er mest sum burtur í dag, men lá niðanfyri Dr. Dahlsgøtu. Tætt omanfyri kápilshúsið høvdu bretar eina barakk til vaktirnar. Toftirnar av kápilshúsinum eru enn sjónligar í landslagnum.

Øll fólkini, sum hoyrdu til prestagarðin og hini sethúsini í Sandagerði, skulu sostatt vísa fram loyvi, áðrenn tey sluppu inn um girðingina.

Hetta vísir, at Sandagerði var eitt týdningarmikið strategiskt mál og var eisini bumbað undir krígnum. Í november 1940 slepti eitt týskt flogfar tvær torpedoir úti á reduni. Ein av torpedunum rakti eitt sker í Sandagerði. Í bókini “Bumbur yvir Føroyar”, sum Norrønafelagið gav út í 1946, verður siterað úr Dagblaðnum:

Kápilhúsið, ið stóð næst, fekk nakað av skaða. Ein barakk, ið stóð har nærhendis fekk báðar endarnar blástar úr. Verstu viðferðina fingu próstahúsini. Har var hvørt einasta vindeyga í eysturendanum sorlað inn, og ikki ein rútur í suðurendanum var heilur. Einstøk vindeygu vóru heilt skrædd burtur, og einstakir karmar eisini. Eitt skrivaraborð, ið stóð við vindeyga í lesiverilsinum eystureftir, brotnaði, uppsatsurin á einum øðrum skrivaraborði, ið stóð móti innvegginum í sama rúmi, varð tveittur fram móti vindeyganum, og bøkur og pappír vóru slongd í ein hurlivasa.

Annars var ymiskt annað farið í sor. M.a. allir urtapottarnir, vasar, skálir, yvirparturin av einum “buffet” var tveittur fram á gólv, útdyrnar til roykstovuna inni í garðinum vóru skræddar úteftir og høvdu tikið karmin við, og eisini úthurðin inn í lesiverilsið var rivin av hongslunum.

Stórur fólkaskaði var tíbetur ikki. Kona Petur Dahl var skorin so mikið illa, at lækni mátti binda til. Próstahúsini hava annars fingið annan skaða, við at tey eru tikin so mikið av lagi, at hurðarnar ikki kunnu latast aftur, og syllir og annað hevur skotið seg nakað illa.


Tað er sera áhugavert at lesa, hvat stendur í passinum. T.d. stendur, at passið hevur gildi frá 15. desember 1941 kl. 00:01 til 14. desember 1942 kl. 23:59 - altso tveir minuttir undir eitt ár. Víðari stendur, at endamálið við passinum er “going to his fathers house ...  at ..............................les alla greinina, sum stendur HER https://www.tjodsavnid.fo/gripurin/desember2019 

 

Tað er Tjóðsavnið sum hevur ein teig, sum eitur "gripurin" hendan mánaðin, har hendan greinin er frá. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi