Starvsmannafelagið: Nú er stundin at bjóða seg fram sum valevni
Tvey val eru fyri framman í Starvsmannafelagnum. Tey eru Formansvalið, og nevndarvalið. Til nevndarvalið skulu tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir veljast.
Bæði valini vera á Aðalafundinum í Starvsmannafelagnum, sum verður í Smæruni 7. mars.Freistin at bjóða seg fram sum formansvalevni í Starvsmannafelagnum er 15. januar, og freistin til báðar nevndarsessirnar er 1. februar.
Formaðurin verður valdur fyri fýra ár, nevndarlimirnir fyri trý ár og tiltakslimirnir fyri eitt ár. Valið fer fram við brævatkvøðu ella á aðalfundinum 7. mars.
Nevndarlimir fáa ávirkan á løn, arbeiðskor og rættindi hjá áleið 2.000 løntakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Fullgildir limir í Starvsmannafelagnum kunnu stilla upp, og limir kunnu eisini stilla aðrar limir upp, treytað av, at fulltrú frá valevnunum er løgd við uppstillingini.
Valevni til tiltakslimir verða uppstillað á aðalfundinum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur