Jenis av Rana vorðin verji fyri Parasport Føroyar
Á fundi í farnu viku tók Jenis av Rana, landsstýrismaður, við sum verji fyri Parasport Føroyar. Tað var formaðurin í Parasporti Føroyum, Egga Jensen, sum handaði Jenisi av Rana heiðursskjal.
Tað hevur verið siðvenja seinastu árini, at landsstýrismaðurin, sum varðar av ítrótti, er verji fyri Parasport Føroyar. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti, skrivar Parasport Føroyar á heimasíðu síni.
“Eg fegnist um, at eg í dag eri vorðin verji fyri Parasport Føroyar. Parasport Føroyar ger eitt megnar arbeiði at menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt fyri tey, ið bera brek. Tí er tað mær ein heiður at vera verji fyri Parasport Føroyar,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.
Parasport Føroyar varð sett á stovn í 1980 og verður sostatt 40 ár í ár.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur