Nýtt felag skal umboða barnsins tørv
Tað er umráðandi hjá børnum í torførum støðum at hava eina rødd. Tí eru vit nøkur foreldur við royndum, sum stovna eitt føroyskt systurfelag til 20 ára gamla danska felagið “Landsforeningen Børn og Samvær”.
Í lýsingini av sínum kjarnuvirksemi skrivar danska “Landsforeningen Børn og Samvær”, at tey eru ein felagsskapur við støði í barnsins sjónarhorni, sum ikki tekur atlit til mammuna ella pápan.
Endamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá børnum, hvørs foreldur ikki búgva saman, skriva stigtakarkarnir í tíðindaskrivi.
Landsfelagið Børn og Samvera fer at arbeiða fyri, at samvera og samskifti hjá børnum við foreldur teirra altíð fer fram við barnsins tørvi í miðdeplinum. Felagið fer eisini at varpa ljós á lóggávu, sum hevur óhepnað ávirkan á børnini og ætlanir eru eisini um, at skapa eitt netverk fyri útsett børn og foreldur teirra.
Stovnandi aðalfundur fyri nýggja felagnum verður Í kvøld kl. 19 í hølunum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Tinghúsvegi 7.
Øll eru vælkomin til fundin og foreldur eru vælkomin at hava børn við. Køka, saft og ein drekkamunnur verður at fáa.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur