Vetrarjazzurin er byrjaður
Sunnukvøldið varð vetrarjazzurin 2020 settur í gongd við bretskt-norskari konsert í Musikkskúlamiðnámi. Og festivalurin heldur fram alla vikuna.
Tveir føroyskir tungvektarar eru á skránni, Plúmm og Tórshavnar Big Band. Hesir báðir bólkarnir fara á pall í Norðurlandahúsinum.
Tríggir føroyskir utisetar vitja í Føroyum hesar dagarnar við hvør sínum bólki, Betty Magnussen, saxofonistur, og Rasmus Vigant Samuelsen og Jósef Zachariasen, sum báðir spæla klaver.
Eitt nýtt konsertstað er komið á listan hjá Vetrarjazzi, og tað er for-høllin í Kringvarpi Føroya. Her fer estiska stjørnan, Laura Poldvera, sum syngur standards, at framføra saman við Kristiani Paula Ellefsen, sum spælir klaver.
Leygardagin verður familjudagur. Tá verður konsert fyri børn við kendum barnasangum, sum eru jazzaðir eitt sindur.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur