Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

“Eg sakni teg longu sáran, góði Rasmus”

Innanlands, Lesarabrøv | 09/02-2020 15:00

Jústinus Eidesgaard skrivar minningarorð um Rasmus Rasmussen, nevndur Rasmus Klipp

Deyðin spyr ikki um lov, deyðin kemur, tá íð tað passar honum og vit standa øll hjálparleys og hyggja at. Og deyðin spurdi heldur ikki eftir, tá íð hann kom eftir Rasmus leygarnáttina um tvey tíðina í farnu viku. Tað vardi heldur ikki meg, at tað var seinastu ferð vit báðir prátaðu saman, tá íð eg vitjaði hann á landssjúkrahúsinum á G4 fríggjadagin, 12 tímar frammanundan og vit avtalaðu at síggjast aftur mánadagin, tá eg lovaði at koma á vitjan. Klokkan trý um náttina, sendi kona Rasmus, Maria, mær eini boð yvir telefonina, har hon stutt skrivaði, at nú var Rasmus farin heim til Harran.

Fram dagar okkara 28 ára gamla vinalag. Vit vóru tilkomnir, tá íð vit møttust og báðir høvdu nógv brúk fyri hvørjum øðrum. Báðir royndu at fóta sær á edrúu leiðini, eftir at hava roynt lívið í invaliderandi rúsdrekkamisnýtslu. Vit høvdu brúk fyri hvørjum øðrum og hetta vinalagið gjørdist ikki sum vanlig vinaløg. Hetta vinalagið bleiv við at vera tætt og tað gekk neyvan vika, uttan at annar av okkum setti seg í samband við hin. Og soleiðis var tað, helt fram til tað seinasta. Eg siti sum Kánus, tankarnir renna aftur og fram í einum hurlivasa. Sorgin yvir, at eg ongantíð síggi hann aftur, blandast saman við øllum teimum óteljandi góðu løtunum, vit hava havt saman.
Eg má taka í hárið, royta meg, jú hetta passar, hann er deyður. Í gjár fór eg eini ørindi í SMS, og uttan at vita av tí, hugsaði eg, tá íð eg nærkaðist kaffistovuni, man Rasmus vera her í dag? Og so bankaði deyðans veruleiki meg upp á pláss aftur. “Hann er also deyður, Jústinus!

Eg siti við telefonini í hondini. Hugsi um tær mongu ferðirnar hann hevur ringt, altíð skund, altíð okkurt uppá hjarta og onkuntíð stuttligur eisini. Eg kendi Rasmus betri enn tey flestu og eg kendi hann ikki bara sum stuttligan. Hann var eisini ógvuliga djúpur og gjørdi sær tankar um lívsins álvarsligu síður. Um ævinleikan. Og so kom ivin, man tað vera eitt lív eftir deyðan, eru vit ikki bara burtur? Og so vendi hann á einum tallerki og sá fyri sær, hvønn hann hann fór at hitta hinumegin. Onkran hermdi hann eftir og onkran fortaldi hann góðar um. “Eg veit ikki, um eg egni meg at vera deyður,” segði hann hugsunnarsamur. Og so reksaði hann upp, hvønn hann ikki tímdi at møta beinanvegin og hvønn hann fór beinleiðis at uppsøkja. Og so spurdi hann meg um hvussu tey trúðu í India. Eg og konan høvdu verið í India og ferðast fyri fimm árum síðani. Eg segði við hann, at flest indarar trúgva á reinkarnatiónina og tað vil siga, at tey hava livað nógv lív. “Um hatta passar, segði eg, so kemur tú at møta nógvum foreldrum, nógvum konum, nógvum børnum í ævinleikanum, sum tú hevur verið saman við í fyrri lívum.” Og Rasmus mutaði í móti og spurdi um tað ikki kann vera meira einfalt. “Hví ikki bara eitt lív? Og eg svaraði uppgevandi. “Eg veit ikki, eg minnist ikki fleiri lív, eg minnist meg ikki at hava vera deyðan enn.”

Telefonin liggur enn í hondini. Seinasta samrøðan millum meg og Rasmus var 31. januar 2020 klokkan 14.05. Hon vardi í akkurát ein minutt. Hann var veikur, men tyktist ikki deyðamerkturLítla løtu seinni var eg á vitjan á Landsjúkrahúsinum og vit avtalaðu at síggjast aftur mánadagin og klokkan tvey um náttina var hann burtur. Eg sletti telefonnummarið 217924 úr telefonini. Hetta er fyrsti svári parturin av jarðarferðini og skilnaðinum. Tá vit lærdu hvønn annan at kenna, hevði hann 317924, hetta var áðrenn snildtelefonirnar og eg veit, at hetta telefonnummarið ringir ikki aftur við Rasmus í hinum endanum.

Hvat minnast vit so Rasmus fyri? Fyri mítt viðkomandi minnist eg hann allarmest fyri hansara stóra hjarta fyri medmenniskjunum. Um vit siga at endamálið við øllum andaligum lívi er at gerast betri til at elska onnur, tá var Rasmus hjartaligari enn tey flestu. Hann arbeiddi meginpartin av lívinum við fólkum, sum bóru brek, sum tey ikki høvdu biðið um. Hann var leingi innan andveikraverndina og síðan í mong ár sum pedellur á Eirargarði og tú skuldi bara prøva uppá, at hava eina skeiva meining um tey, sum bóru brek, so fekk tú, so hatturin passaði frá Rasmus. Hann var sterki ambassadørur teirra veiku. Hann var ein samaritanari, uttan at prædika eitt einasta orð. Hann var í Kristi, uttan at vita av tí.

Tað er mikudagur í Mammulág 1, sum var heimið hjá Rasmus. Tey eru øll har, børnini Ólavur, Maibritt og Torkil. Lítli Rasmus, sum er næstan tveir metur høgur, er til arbeiðis. Hann hevur búð hjá abbanum seinastu mánaðarnar og tað hevur verið til ósigiliga gleði fyri Rasmus, sum hevur verið upptikin av, at hann hevur fingið nokk at eta og at hann hevur havt tað gott. Á gólvinum eru øll barnabørnini og eitt langbarnabarn. Tað næsta hugnar sær í búkinum á fittu Elinbjørg, sum var einans fýra ár, tá íð eg Rasmus hittust, nú er hon 32 og ber næsta barnið. Rasmus livur í genunum á eftirkomarunum og sum er blandað saman við Højgaard av Toftum, Vestergaard úr Suðuroy og hagani til allar Føroyar. Og Maria, sum hann var djúpt forelskaður í, gongur so kvikføtt á gólvinum og smílið sleppur fram í teimum blonku reyðu eygunum, sum hava grátið nógv seinastu dagarnar. Hon og Rasmus fingu 21 lukkulig ár saman í kærleika og stuttleika og Rasmus fylti jaligt í lívinum á hennara døtrum, Beintu og Lindu og teirra børnum, nú pápin ikki var millum tey longur.Vit fara ikki at gloyma Rasmus, sum hevði størri umgangskreds enn tey flestu. Hann verður ikki gloymdur, hetta arbeiðssama, musikalska og fitta menniskja, sum hevði so nógvar talentir, og sum dugdi so væl at brúka síni talentir. Ein fyrimynd er farin og nú skulu vit læra okkum at liva við sakninum.

Men fyrst er tað kapellið og síðan Vesturkirkjan og í framtíðini mugu tankarnir út í kirkjugarðin, skulu vit hitta Rasmus, har hann fer at sova viðsíðuna av síni elskaðu Elinbjørg og eini rúgvu av ordiligum havnamonnum og eini líka stórari rúgvu av fittum bygdafrellum, sum hann elskaði eins “lidenskabeligt” og havnafólk.
“ Eg fari at sakna teg Rasmus, tað var gott, at vit báðir hittust."  :) Mynd: Torkil V. Rasmussen.

Eftir Jústinus Eidesgaard


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi