Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Corona-virusið ávirkar farmasiglingina

Heilsa, Uttanlands, Vinnulív | 10/02-2020 18:30

Coronavirusið, sum kann vera deyðiligt, sær í løtuni út at gerast stóra avbjóðingin hjá stórum pørtum av shipping-ídnaðinum.

Eitt virus, sum fyri bara fáum vikum síðani ikki var til, fyllir nú alheims fjølmiðlar. Talan er um eina virussjúku, sum smittar illa, og sum rakar niðaru andaleiðirnar. Sjúkan hevur rakt farmavinnuna hart á fleiri økjum.

Danska blaðið Søfart skrivar, at kinesiskar skipasmiðjur nú royna at tryggja seg við “force majeure”, sum er grein í einum sáttmála, ið setir báðar partar í einum sáttmála leysar í heilt serligum førum. Og coronavirusið verður mett sum eitt sovorðið heilt serligt føri. Hetta hendir, meðan bíðirøðin av skipum, sum skulu í dokk, bara verður alt longri, og handanir av nýbygningum verða útsettar.

Timingin er ógvuliga óheppin, tí kinesiskar skipasmiðjur hava meira enn úr at gera við at seta “skrubbarar” í skip í sambandi við nýggju svávulkrøvini hjá IMO, International Maritime Organisation, sum er stovnur undir ST.

Krøvini komu í gildi 1. januar 2020.

Kortini eru allar kinesiskar havnir í drift – uttan havnir í Hubei-landslutinum, har Wuhan er høvuðsbýur. Men manningarnar í havnunum eru nógv minni í tali enn vanligt, og tað tekur tískil nógv longri tíð at avgreiða skipini enn vanligt.

Í krús-vinnuni er virus-útbrot eitt tað ringasta, sum kann henda, ikki minst eitt tíðarskeið í árinum, har flestu ferðirnar skulu seljast. Men tað er júst hetta, sum er hent umborð á “Diamond Princess”, sum í farnu viku fekk 14 dagar karantenu við Yokuhama í Japan.

Higartil hava royndir víst, at 130 av teimum 3.711 ferðafólkunum umborð hava fingið corona-smittuna. Hesi 130 ferðafólkini eru flutt burtur, og restin av teimum umleið 3.700 fólkunum umborð hava fingið boð um at halda seg inni á kømrunum. Tey fáa mat og annað inn á kømrini.

Samstundis er krús-skipið, World Dream, við 1.800 ferðafólkum, dømt í karantenu í Hongkong til øll, sum eru umborð, eru kannað. Higartil hava trý teirra víst seg at hava fingið smittuna.

Turrlast-skipini sigla stórtsæð sum vanligt, tí t.d. kol og málmur verður lossað mekaniskt ella við ógvuliga lítlari manning í kinesiskum móttakarahavnum. Eitt undantak er kortini timbur, og tað merkist ógvuliga væl í Nýsælandi. Har eru skógararbeiðarar í øllum Nýsælandi sendir heim í óásetta tíð.

Hinvegin kann tað eisini fáa stóra ávirkan í Kina, um byggjaríið og ídnaðurin ikki kemur uppaftur í ferð heilt skjótt, skrivar Søfart.

Reuters skrivar, at sambært kinesiskum myndugleikum er talið á deyðum av coronavirusinum nú komið upp á 811 í Kina, og tað hevur sostatt yvirhálað talið á deyðum, sum “sars-virusið” kostaði um allan heim.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi