Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Maria Mørkøre listakvinna: Ein heimur í broyting

Innanlands | 26/02-2020 11:36

Eg siti og broderi eina pyntipútu. Havi ikki brúk fyri hesi pútuni sum so. Havi bara brúk fyri tilgongdini við at skapa. 
Siti inni í stovuni í húsinum, vit keyptu frá ommu og abba. Húsini eru áleið 70 ára gomul, og herinni eru framvegis leivdir av eini farnari tíð.

Ein broderaður klokkustrongur, ein broderað púta, eitt broderað bíbilørindi í rammu á vegginum. Køkurin er eitt handverk fyri seg. Bygdur serliga til hetta rúmið. Í loftstrappunum er ein vældreyaður gelendari – hondgjørdur. Uppi á loft er eitt skrín, sum langabbi mín hevur væl úr hondum greitt. Her eru handgjørdir kamarsmøblar.

Eg havi sorterað nógv, síðani vit fluttu inn. Ein rúgva er farin á brennistøðina, tí eg sá ikki tað stóra virði í tí, hevði ikki pláss fyri tí ella brúk fyri tí. Ella er tað farið á aðrar hendur. Tað, sum sermerkir hesi handverk, er nærlagni og góðska. Og tey hava eina sál, sum tey plaga at siga.

Heimurin er broyttur hesi 60-70 árini. Menniskjað er broytt, men ikki uppá allar mátar. Vit eru vorðin størri brúkarar. Vit virða ikki so nógv tað materiella. Tí tað er so lætt at framleiða, so bíligt at keypa, so lætt at skifta út og at burturbeina. Við ídnaðarkollveltingini tók maskinan arbeiðið frá menniskjanum, og virðið í tí framleidda minkaði. Hetta bar eisini við sær eina yvirnýtslu, sum troyttar nátturuna.

Vit hava fingið náttúrutilfeingið sum eina gávu at njóta og til at lívbjarga okkum.  Tað hava vit dugað væl. Vit hava timbrið, ullina, fiskaskræðuna, moldina, grótið, vatnið og luftina. Vit framleiða sum ongantíð áður, men virða tað lítið, og vit tveita burtur, tí góðskan ikki er so høg, tí tað nýtist hon ikki at vera. Her er ikki sálin løgd í, og tað verður ikki høgt mett í eygunum, at vit hava gjørt eitt gott, haldbart handverk, sum er komið fyri at verða.

Hesar tankar geri eg mær, ímeðan eg broderi. Pútan, eg broderi tekur uml. 100 tímar at gera. Skuldi eg selt hana fyri lága tímaløn, var hon ikki keypandi. Men hon hevur als ikki eitt materielt virði. Eg hyggi yvir á ta einu pútuna, sum eg
keypti í FK. Hon kostaði 80 kr. Hetta kann eg ikki kappast við, og ætli mær heldur ikki. Men hví hugsi eg um vinning? Hevur tað sína orsøk í tíðini, eg eri uppvaksin í? Tíð er pengar? Alt vit brúka tíðina til skal roknast í krónum og oyrum. Hevur tað altíð verið soleiðis?

Hvussu sá heimurin út fyrr? Var tað meir ein spurningur um at yvirliva heldur enn at liva? At brúka tilfeingið sum eina neyðuga vøru? Heldur enn at skapa list?  Hetta eru bara spurningar, teir nýtast ikki at hava nakað endaligt svar. Men eg síggi, ein broyting er farin fram. Ivaleyst er broytingin góð á nógvum økjum, men als ikki á øllum. Vit tveita føroysku ullina burtur, tí einki virði er í henni.

Tað loysir seg ikki at virka hana. Men grava vit okkara egnu grøv? Hvat kasta vit burtur saman við ullini? Tann dýrabara arvin at duga at handfara ullina, at vaska hana, karða, tøva, spinna, binda, hekla, seyma og brodera?

Okkum nýtist ikki at duga tað. Ikki sum heimurin sær út nú. Men tá vit hava mist tað, eru vit fátækari, og vit hava mist ein part av okkara samleika. Fyrr var ull Føroya gull. Nú verður hon brend. Tað er ein skandala, spyrt tú meg. Vit kunnu og mugu ikki rokna alt upp í krónum. Vit hava fingið tildfeingið at brúka bæði til at liva av, men eisini at liva við. Skapanarhugurin liggur djúpt í okkum, og tá vit missa skapanarhugin, og selja hann til mammon, gerast vit fremmand. So latið okkum hugsa um hetta.

Maria Mørkøre
Listakvinna

Bloggurin stendur á www.bindifestival.com - Í døgunum 23.-25. apríl 2020 er aftur Bindifestivalur í Fuglafirði.  


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi