Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

NATIONAL PRAYER BREAKFAST - morgunmat við Donald Trump og Mike Pence

Kristiligar Tíðindasendingar | 01/03-2020 16:30
Mynd tikin meðan Donald Trump heldur røðu á National Prayer Breakfast 06. februar í ár

Í døgunum 04 – 06 februar í ár var tann árligi NATIONAL PRAYER BREAKFAST hildin á Hotel Hilton í Washington D.C. í USA, og føroysk umboð vóru við aftur í ár. 

National Prayer Breakfast (NPB) er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum hevur sínar røtur heilt til 1935 millum leiðandi vinnulívsmenn í Seattle í Statinum Washington. Tey fyrstu árini var tað bert kent undir navninum Prayer Breakfast (bønarmorgunmatur). Fyribrigdi breiddi seg út til fleiri statir í USA, og í 1942 vóru tað leiðandi vinnulívsmenn og politikarar í Washington D.C., sum byrjaðu at savnast til Prayer Breakfast.

Um hesa tíðina vóru tað kristnir politikarar, sum eisini tóku stig til at savnast til Prayer Breakfast bæði í Senatinum og í The House of Representatives í Kongresbygninginum Capitol Hill í Washington D.C., sum framvegis verður hildin hvørja viku, bæði í Senatinum og í The House of Representatives (umboðsmannahúsið).

Upprunaliga endamálið við Prayer Breakfast var at koma saman til andaligt samfelag og samstundis njóta eina máltíð til tess at samskifta um aktuel mál, biðja og styrkja hvønn annan. Hetta hevur verið óbroytta endamálið við Prayer Breakfast fyribrigdinum til dagin í dag síðani fyrsta sáðið í 1935. 

Sum eitt úrslit av hesum eru tað í dag smærri og størri morgunmatarbólkar í meira enn 180 londum, sum koma regluliga saman til samfelag, bøn og bíbliulestur, bæði uttanfyri og innanfyri Parlamentarisku veggirnar.

Eisini í Føroyum eru vinnulívsmenn og politakarar, sum seinastu 24 árini hava savnast til bøn og bíbliulestur, samstundis sum teir njóta samfelagið við einum løttum drekkamunni. 

FORSETIN BOÐIN VIÐ
Dwight D. Eisenhower, sum var forseti í USA í fimtiárunum, varð í 1953 boðin av evangelistinum Billy Graham at vera við til Prayer Breakfast. Hann var fyrsti Amerikanski forseti, sum varð boðin við til hesa hátíð. Síðani tá og til dagin í dag hevur fyrsti hósdagur í februar veri settur av til ein serligan Prayer Breakfast, har sitandi forsetin altið er boðin við. Inntil 1970 var tiltakið kend undir heitinum The Presidential Breakfast, men í 1970 varð heitið broytt til National Prayer Breakfast, og soleiðis eitur tað í dag, og er altið fyrsta hósdag í februar, og sitandi forsetin er altið boðin heiðursgestur. 

FØROYINGAR BODNIR VIÐ
Í ár var tað Donald Trump forseti, sum var heiðursgestur til National Prayer Breakfast á Hilton Hotel í Washington D.C. hósdagin 06. februar. Føroyingar hava síðani 1990 sent umboð til National Prayer Breakfast; tó ikki á hvørjum ári. Fyrstu føroyingarnir, sum luttóku á hesum Amerikanska tjóðar bønarmorgunmati vóru Jógvan Sundstein, táverandi løgmaður, Poul Mikkelsen táverandi borgarstjóri, og afturat teimum vóru hjúnini Tórharda og  Sámal Bláhamar frá Toru Tourist. Forsetin tá, var George Bush eldri.

Føroysku umboðini í ár vóru Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og kona hansara Eydna Rasmussen, og Poul Jóhan Djurhuus, Trúboði. Hetta var fyrstu ferð, at hesi vórðu boðin við til hesar hátíðardagar, og tey vórðu møtt við stórum blíðskapi og stórum áhuga fyri lítla føroyska samfelagnum í Norður Atlantshavi. 

Eitt av høvuðstemaðinum í ár var kærleiki, fyrigeving og sáttargerð, og stórur dentur var lagdur á týdningin at biðja fyri myndugleikunum runt um í heiminum. Høvuðsrøðari í ár var rithøvundurin og professarin Arthur Brooks, sum nýliga hevur givið út bókina Love your enemies, (elska fíggindar tínar.)

Hann tók útgangsstøði í fjallaprædikuni, og tók soleiðis til: “Ein haturspolarisering er um at sindra okkara samfelag í dag!” Hann tosaði um týdningin av at elska og fyrigeva sínum fíggindum. 

DONALD TRUMP
Beint eftir, at Arthur Brooks hevði hildið røðu, steig Donald Trump fram á pallin, sum heilt eyðsæð hevði fingið nógv at hugsa um undir rannsakandi røðuni beint áðrenn. Røðan hjá forsetanum vakti óivað blandaðar meiningar millum gestirnar, tá hann gjørdi nógv burtur úr at vísa hvat hansara politikur hevði gjørt fyri Amerikanska fólkið. 

Forsetin kom samstundis nógv inn á tað andaliga, og segði m.a. “at í Amerika verja vit frælsi, sum eisini umfatar trúarfrælsi. Í Amerika liggja vit ikki eftir teimum, sum biðja, og vit ríva ikki niður kristin symbolir. Vit gera okkum ikki inn á prædikumenn ella prestar. Í Amerika seta vit sprís upp á trúgv og religión, og vit lyfta bøn okkara upp til Gud og geva Honum dýrd. Alt tað góða og stóra, sum vit njóta í Amerika, er komi sum úrslit av trúnni og bønini hjá okkara forfedrum. Okkara forfedrar trúðu, at Gud var við teimum og tað sama gera vit.”  

NIÐURSTØÐA
Tá tikið verður saman um, so kann sigast, at tað gjørdi stórt inntrykk á føroysku umboðini at leggja til merkis, hvussu nógv verður gjørt, av teimum, sum fyrireika National Prayer Breakfast, at uppmuntra parlamentarikarum og stjórnarlimum í øðrum londum at byrja regluligar bønarbólkar teirra millum. 


Kristiliga Tíðindatænastan 
v/poul jóhan djurhuus  
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com 


Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi