Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Armgarð Arge: Ótti

Innanlands, Mentan | 10/03-2020 10:30
Armgarð Arge | Mynd: folkakirkjan.fo

Vit kyrrast, tá Shahin Gaini kemur á skíggjan, til tankin bítur seg fast, at eisini hann kann fáa smittuna.

Besta vápn í heiminum er ótti. Onki kann sum ótti flyta og avlaga fólk. Hugsa bara í parløgum, har harðskapur ræður, har er óttin eisini í hásætið. Ræðslan fyri at vera sligin ella niðurgjørd/ur verbalt fær menniskju at líta til jarðar og fara at pleasa tann harðliga/u, tí avleiðingar av harðskapi eru avlagaði menniskju.

Í dag er til alla lukku revsivert at sláa børn. Hugsa tær, hvussu nógv børn hava piprast fyri sínum foreldrum, sum hava sligið, stongt tey inni og hava tosað til barnið, sum tað ikki sømir seg.

Í kærleikanum er ongin ótti, tí kærleikin rekur út allan ótta. Ræðsla fær teg ikki at elska, men akta og tað er ikki satt og gott menniskjalív at liva.

Føstulávint hevur júst verið, har vit smoykja av okkum okkara ham og fara í annan ham. Vit stíga til viks eina løtu og lata vanliga gerandisdagin bíða. Og vit murra við tá sangurin ljóðar at ”oman av fjøllum kemur grýlan eftir børnum, sum gráta eftir kjøti í føstu”. Tað var veruleiki eina ferð, í dag fáa børn ikki so nógv kjøt, tí tað dálkar og hækkar um CO 2 útlátið,  heldur munnu børn í dag gráta eftir I paddinum ella telduspælinum.

Og vanlig føstulávintshald hjá vaksnum, har onkur er ílatin sum meksikanari ella fer í burka ella er indianari skal bannast, tí vit vanvirða indiánaran ella kvinnuna, sum av trúarorsøkum er í burka.

Onkur vil ikki geva lógvatak og siga góðan dag og tað sømir seg ikki einum demokratiskum samfelagi, siga vit og heldur ikki kanst tú fjala títt andlit, vit vit líta inn í eyguni á hvørjum øðrum, siga vit.

Men føstan sigur okkum at ”av mold ert tú komin og tú verður aftur mold, hugsa nú og gáa um menniskja, hvussu livir tú? hvat og hvør er títt fokus punkt?”

Og við eitt í dag, so eru vit øll skákstillaði, úrlatin, sprittaði upp og niður, tí vit eru ræðslusligin fyri ókendum fígginda, einum virus, sum vit ikki síggja, men sum vit síggja, hvat ger.

Her standa vit øll - menniskju -, og nú eru vit øll í maskum og sýta at taka í hondina á hvørjum øðrum, ja, vit fáa at vita at vit skulu ikki nema við hendurnar á hvørjum øðrum.

Við eitt eru stórbýir tómir, Prada taskurnar liggja á hillunum og botoxið má bíða. Michelin maturin tølar ikki og dálkingin er við at hvørva yvir Kina, tí fólkið framleiðir ikki, men er í sóttarhaldi.

Bláa gongustjørnan byrjar at anda, meðan vit telja upp, hvussu nógvar andimaskinur hvørt sjúkrahús hevur.

Virus ger ikki mannamun og tað er onki eg kann keypa mær frá ella undan – í hesi føstutíð eru vit nullstillaði, mannabørn sum standa við tómum hondum.

Vit kyrrast, tá Shahin Gaini kemur á skíggjan, til tankin bítur seg fast, at eisini hann kann fáa smittuna.

Alt er progressivt, alt flytir seg, onki stendur í stað, tað fer at vára skjótt og vit fáa lýðku í luftina og tá plaga slók vira at pakka seg burtur, sigur læknaheimurin.

Men til tað hendir, so er liðugt við selfiestong og at finna sjálvan seg ella leita upp heitar pottar og fjarløgin lond, tí tað sleppur tú ikki, ella at leita eftir mær sjálvari og hvat er best fyri meg, tí alt snýr seg ikki um meg. Eg kann ikki longur realisera meg burtur úr støðuni! Smart orð, sum ”at onki er forðingar, men alt er avbjóðingar” hevur eitt hvølt ljóð í hesum døgum, tí vit kenna brádliga okkara avmarkingar og hvussu lítlan mátt vit kunnu hava.

Onkur sigur, at okkurt gott spyrst úr øllum, hesar verkir í heiminum mugu føða nakað betri. Kanska? Hvør veit? Verða vit meri takksom, grøn, glað, nøgd? Tíðin vil vísa okkum.

Tí í hesum Coronatíðum verður so skorið út í papp, at tú og eg kunnu ikki skáka okkum undan ábyrgd móti næstanum fjar ella nær. Tað er so lætt at sita í heitari sofu og síggja børn drukna í Miðalhavinum ella ræðslusligin fólk renna undan ongsprettum í Afrika og siga:

”hatta fái eg so onki gjørt við, hóast hatta ivaleyst eisini er mín næsti”.

Í dag ber ikki til at vera sjálvsøkin og mutla ”eg veit ikki, hvør næstin er.” 

Tí, tað er hann tú skalt ansa eftir, tá tú sprittar hendur ella letur hurðina upp við albógvanum, so næstin hjá tær, tað eri eg og næstan hjá mær, tað ert tú!

Armgarð Arge á folkakirkjan.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi