Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Miðflokkurin hildin uttanfyri í sending hjá KVF

Innanlands, Politikkur | 18/03-2020 10:26

Eitt hjartasuff viðvíkjandi sendingini "Nýggjar røddir á tingi".

Í hesum corona-hurlivasanum kann hetta tykjast at hava lítlan týdning. Men hóast hurlivasan verður sendingin "Nýggjar røddir á tingi" víst hóskvøldið (19.03.2020) sambært sjónvarpsskránni hjá KVF.

Í sendingini eru fýra ungar røddir umboðaðar: Beinir, Ingilín, Hervør og Bjarni. Hesi fýra ungu eru starvsfelagar hjá Steffan Klein Poulsen á Løgtinginum, sum hann vanliga hevur gott samstarv við.

Miðflokkurin unnir teimum sera væl at vera við í hesari sendingini, men undrast á hví Steffan ikki eri tikin við sum umboð fyri Miðflokkin. Tað tykist sum um at Miðflokkurin, og tær hugsjónir, ið flokkurin stendur við, verða lopin um.

KVF hevur ikki svarað spurningi frá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur sjálvandi spurt KVF, og tey sum varða av sendingini, um eina frágreiðing, men her er ikki eydnast at fáa nakra frágreiðing yvirhøvur. Spurningurin fór avstað tann 11.03.2020.

Hvør er orsøkin til, at Miðflokkurin ikki er umboðaður?
Hvørjar fortreytir KVF hevur sett viðvíkjandi umboðani í sendingini kunnu vit føroyingar bara gita um. Kynsumboðanin er jøvn. Tað eru tríggir andstøðulimir og ein samgongulimur. Trý umboða miðstaðarøkið, men bert ein útjaðaran. Tveir umboða høgra og tvær umboða vinstra.

Kanska atkvøðurnar vóru ein fortreyt. Bjarni fekk 280 atkvøður og Hervør 289. Steffan fekk 243 persónligar atkvøður, sum eru 37 atkvøður færri enn tær Bjarni fekk. Aldurin kann so ikki vera orsøkin. Beinir er føddur í 1997, Steffan í 1996, Hervør í 1995, Bjarni í 1994 og Ingilín í 1991. Altso passar Steffan sera væl inn í málbólkin, um hugsað verður um aldurin.

Beinleiðis vald inn á Løgtingið
Beinir, Ingilín, Hervør og Bjarni vóru møguliga tikin við, tí tey vóru beinleiðis vald inn á Løgtingið. Hetta er besta boðið. Her má tó vísast á, at um Steffan t.d. fór frá 243 til 350 persónligar atkvøður, vildi hann framvegis ikki verið beinleiðis innvaldur, hóast hann kom hesar 60-70 atkvøðurnar upp um Bjarna og Hervør. Í síðsta enda eru allir løgtingslimir líkastillaðir. Øll tey, sum eru komin á Løgtingið at sita, hava júst somu møguleikar til at halda røður, stilla spurningar, leggja uppskot fram og líknandi, fyri at gera sín politikk kendan og galdandi í Føroyum.

Eitt hjartasuff frá Miðflokkinum
Miðflokkurin kemur við hesum hjartasuffinum, tí tað er sera ódámligt at Miðflokkurin verður lopin um, uttan eina góða frágreiðing frá KVF. Hetta er nakað, sum hyggjarin kann hava í mentu hóskvøldið.

At enda vil Miðflokkurin heita á allar føroyingar um at taka corona-tilmælini frá myndugleikunum í álvara. Øll eiga at vera fyrivarin í hesum umstøðunum, men okkum nýtist ikki at óttast. Óttin loysir ongan trupulleika.

Miðflokkurin


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi