Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Starvsmannafelagið: Góð ráð, tá tú arbeiðir heimanífrá

Heilsa, Innanlands, Vinnulív | 19/03-2020 15:00

Starvsmannafelagið er komið við nøkrum ráðum um, hvussu vit best skipa heimaarbeiðsdagin í øllum ruðuleikanum, sum annars valdar. Tí hóast vit øll eru ávirkað av støðuni, mugu vit royna sum frægast at halda samfelagnum í gongd. Sum sagt verður: steðgar alt upp, verður verri at fáa gongd á aftur, eftir at vandin er avhæsaður, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðu síni. 

Hesi eru ráðini frá Starvsmannafelagnum:

 

Heimaarbeiðsplássið

Innrætta títt egna arbeiðshorn ella -rúm. Vel eitt stað, sum gevur tær orku. Sovikamarið og stovan hóska minni væl, tí har slappar tú vanliga av.

Hav røttu innstillingar til stól og borð. Syrg fyri, at fartelda, tól og forrit eru hóskandi og dagførd, so uppgávur kunnu avgreiðast heima. Ger skriftina á fartelduni størri, um tú vanliga arbeiðir við stórum skíggja. Marinanna Vang Simonsen, ergoterapeutur, hevur góð ráð til arbeiðsstøðuna her

 

Møt sum vanligt

Møt til arbeiðis heima eins og tá tú vanliga fert til arbeiðis. Ger teg í stand og et morgunmat sum vanligt. Ver greið í samskiftinum við hini í húskinum, at nú fert tú til arbeiðis.

 

Samskift og legg til rættis

Sum við so mongum øðrum, snýr eisini heimaarbeiði seg í stóran mun um samskifti. Nógvar misskiljingar og óneyðug strongd kann fyribyrgjast við greiðum og regluligum samskifti, bæði við hini í húskinum, og við leiðslu og starvsfelagar.

Stemma uppgávur og raðfestingar av við arbeiðsplássið. Ger tær eina arbeiðsætlan, sum gevur yvirlit yvir vikuna/mánaðin.

Hvønn seinnapart er skilagott at gera eina realistiska ætlan fyri uppgávurnar næsta dag, so tú kanst fara beint til verka hvønn morgun.

Set tær evstamørk, um tað er ringt at røkka málunum.

Er trupult at finna arbeiðsuppgávur, sum tú kanst avgreiða heima, kanst tú kanska taka teldutøk skeið, sum eru viðkomandi fyri arbeiðið ella starvið. Golearn.dk er dømi um heimasiðu við hópin av teldutøkum skeiðum innan ymisk evni. Eisini ber til at lesa yrkisbøkur um títt fak, sum tú vanliga ikki hevur stundir til.

 

Ver tøk/ur

Ver tøk/ur á telefonini og online, tá tú arbeiðir heima. Kanna teldupostin regluliga og luttak í teldutøku samskiftisskipanini. Avtalið nær tit hava telduráðstevnur, toymisfundir o.l.

 

Sosialir miðlar

Kemur tað fyri, at tíðindamiðlar og sosialir miðlar lokka teg frá arbeiðinum? Sløkk kagan! Set klokkuna til smáar steðgir, til dømis fimm minuttir hvønn hálvan ella heilan tíma, ella set av tíð eina ferð fyrrapart og eina ferð seinnapart til sokallað SoMe (sosialir miðlar). Tað finnast eisini telduforrit, sum kunnu blokera ávísar teldusíður, um tú framvegis verður órógvað/ur ov ofta av meldrinum, freedom.to er dømi um slík skipan.

 

Fá fríska luft og hav steðgir

Hav regluligar steðgir. Eisini vanligar steðgir til kaffi, miðmála og seinnapart. Rør teg javnan, strekk út og gakk á staðnum.

Tað kann gerast møtumikið at sita inni allan dagin. Fá fríska luft, gjarna ein stuttan dagligan gongutúr. Ella leita tær javnan út á trappuna, út í túnið ella urtagarðin.

Marianna Vang Simonsen, ergoterapeutur, gevur góð ráð til fjøltáttaðar rørslur í gerandisdegnum her. 

 

Røk sálarheilsuna

Íkomna støðan við korona kann skapa ótta og ótryggleika. Ymiskt er, hvussu vit handfara slíkar støður. Men tankameldrið og óttin kann gerast óneyðuga lemjandi, so tú ikki fært arbeitt heimanífrá.

Fólkaheilsuráðið hevur umsett leiðbeining frá heimsheilsustovninum WHO, við góðum sálarheilsuráðum her. 

Føroyskir sálarfrøðingar hava eisini gjørt eitt yvirlit her.

 

Tað húsliga kann bíða

Klædnavask, uppvask og dustsúgving kann bíða til tú hevur frí, um tú hevur lyndi til at brúka húsligar uppgávur sum undanstøkkingar.

 

Hav frí

Serliga tá vit arbeiða heimanífrá er umráðandi at skyna millum frítíð og arbeiði. Hav frí, tá tú hevur frí, so arbeiðið ikki etur seg inn á privatlívið eisini.

 

MEN! Tá børnini eru heima

Tá alt hetta er sagt, so er støðan serstøk, tá smábørn eru heima. Tey skulu hvørki føla seg til fortreð ella setast við ein skíggja í tímavís. Um tað ber til, ger so eina greiða skiftisskipan við makan ella onnur vaksin, so tit sleppa at arbeiða upp á skift við góðari samvitsku.

Set tíð av til samveru við børnini, til dømis til ein gongutúr, at spæla spøl, biltúr ella annað. Legg til rættis, so tú kanst arbeiða, tá børnini sova, spæla við onnur børn, hyggja eftir filmi ella spæla sjálvi.

Korona er ein undantaksstøða, so samanumtikið: Ver saman við smábørnum við góðari samvitsku. Samskipa barna- og arbeiðstíð við maka ella onnur í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfelagar.

Ert tú stakur uppihaldari, kann hetta vera trupult. Tosa við arbeiðsgevaran og greið frá tíni serligu støðu. Tey allarflestu vísa atlit til serligu støðuna, vit øll eru í. 

Øðrvísi er, tá børnini eru eldri. Tey skulu eisini arbeiða heimanífrá við skúlatingum, og tey skilja eisini, at mamma ella babba skulu hava frið at arbeiða í nakrar tímar. Viðkomandi er eisini at viðmerkja, at foreldur hava ikki skyldu at undirvísa børnunum. Tað hevur skúlin, sum børnini eru innskrivað í. Foreldur skulu tó hjálpa til við skúlatingum, um tey eru før fyri tí, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðu síni. 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi