Landsverk: Ferðslan minkað niður í helvt
Stórar broytingar síggjast í ferðsluni nú koronavirus ger um seg í landinum. Tað vísa nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki.
Fyri góðari viku síðani heitti løgmaður á allar føroyingar um, at halda seg heima við hús – fyribils fram til eftir páskir eru stórar broytingar hendar í samfelagnum, og ikki kann sigast annað enn, at vit hava tikið hesi boðini til okkum, og eru sum heild minni úti, bæði til gongu og í bili. Tað skrivar Landsverk á heimasíðu síni.
Sambært Landsverk er ttalið av persónbilum nú minkað niður í nærum eina helvt. Tað vísa nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki, sum stava frá ymiskum útvaldum ferðsluteljarum kring landið. Talan er um ferðslu báðar vegir samantalt.
Tað var um 12. mars, at ferðslan av álvara minkaði, og í síðstu viku var persónbilaferðslan minkað við heili 45 prosentum í mun til, hvat hon vanliga er á hesum útvaldu leiðum. Ferðsluteljingarnar vísa eisini minni ferðslu í vikuskiftunum, og harafturat sæst eitt fall í ferðsluni leygardagin 29. februar, tá stormur rakti landið.
Talið av lastbilum og øðrum tungum akførum er tó ikki broytt stórvegis hesa seinastu vikuna, sum tølini á Sundi vísa. Ferðsluteljingarnar vísa eina minking á umleið 10 prosent, og tað kann sigast vera eitt gott tekin um, at samfelagshjólini framvegis mala. Lastbilaferðslan broytist sjálvsagt alt eftir virksemi í landinum, sum hevur nógva tunga ferðslu við sær, og í 2019 var framvegis nógv grótkoyring á Sundi í sambandi við Eysturoyartunnilin.
Hóast persónbilaferðslan er minkað nógv, er tað framvegis umráðandi at halda landsvegirnar farbarar, tá hált og kavi er. Á Landsverki verður tí stórur dentur lagdur á at tryggja, at vetrarhaldið ikki ávirkast av íkomnu støðuni við korona. Ein ætlan er gjørd fyri, hvussu vetrarhaldið skipar seg fyri best møguliga at fyribyrgja sjúku og smittu og fyri møguligum støðum, har starvsfólk verða rakt av sjúku ella sóttarhaldi. Hetta fyri framhaldandi at tryggja best møguligan framkomleika á landsvegunum, skrivar Landsverk.
Les meira um ferðsluteljingar hjá Landsverki í leinkjuni her.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur