Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Løgmaður og samgonga við hondunum djúpt í lummanun!

Innanlands | 28/03-2020 10:00

At døma eftir samrøðuni í Degi og Viku í kvøld hevur samgongan ongar ætlanir um at veita føroyskum fyritøkum nakra sum helst hjálp í teirra álvarsligu støðu. Løgmaður førdi fram, at búskaparliga gongdin seinastu árini hevur verið sera góð.

Meðan hjálparpakkarnir í londunum kring okkum verða lagdir fram í stríðum streymi, hevur føroyska stjórnin eftir øllum at døma ikki sæð álvaran í verandi støðu, tá ræður um, hvussu føroyskar vinnufyritøkur skulu bjarga sær ígjøgnum álvarsligu koronakreppuna, sum eingin enn sær endan av. Eitt nú hevur danska stjórnin ætlanir um at seta 300 milliardir krónur av í hjálp til danska vinnulívið. Hetta svarar til, at landsstýrið setir 3 milliardir krónur av til at halda hondina undir føroyskum fyritøkum og búskapinum annars.

Men hvat hevur landsstýrið higartil gjørt? Jú, ikki sett eina einastu krónu av til nakað sum helst, men er hinvegin kavað niður í Arbeiðsloysisgrunnin, fyri á tann hátt at keypa sær eitt sindur av tíð og fyribyrgja teimum ringastu avleiðingunum fyri raktu løntakararnar.

At døma eftir samrøðuni í Degi og Viku í kvøld hevur samgongan ongar ætlanir um at veita føroyskum fyritøkum nakra sum helst hjálp í teirra álvarsligu støðu. Løgmaður førdi fram, at búskaparliga gongdin seinastu árini hevur verið sera góð. Rætt er tað. Men hvørjar eru tær fyritøkur, sum hava vunnið tær stóru upphæddirnar og kunnað konsoliderað seg. Jú, tey stóru reiðaríini, alifyritøkurnar, bankarnir og aðrar stórar fyritøkur, sum á ongan hátt fara at fáa stórvegis trupulleikar við at klára seg ígjøgnum verandi kreppu.

Til teirra rós skal so sigast, at tær flestu hava slept ætlanunum um at býta út vinningsbýri – í hvussu er fyribils. Men hvussu við teimum smærru fyritøkunum, sum hvønn einasta dag hava brúk fyri umsetningi fyri at fáa forrætning sína til at hanga saman? Hesum hevur samgongan ongar ætlanir um at koma til hjálpar, men hinvegin slept upp á fjall! Tað eru í krepputíðum, at politikarar eiga at vísa sítt veruliga format. Ístaðin síggja vit eitt politiskt ábyrgdar- og hjálparloysi, sum skríggjar til himmals! Og hvar er andstøðan í øllum hesum? Hevur hon eins og samgongan hendurnar líka so væl plantaðar í lummanum, hóast fyrrverandi løgmaður gott nokk í somu Degi og Viku pippaði eitt sindur um, at okkurt má gerast? Nei, eg spyrji bara!

Tað skrivar Kári Mikkelsen á facebook í gjárkvøldið.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
NOVA úr Suðuroynni (42) - 25. mai 2020
Vespureiðrið (135) - 25. mai 2020
Sjófólk leypa fyri borð av reikferða­skipum
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (viku 22)
Samrøða við Hanus Kjølbro - Tekur 1 ár at gerast skip­satstøðari á Sjónámi
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Søgan um festið í Oyndarfirði
The Land of Maybe – No More
Koronasmittan komin umborð á skip hjá Maersk
Teir selja land og seg sjálvar
Skráin hjá IKTUS, sunnudag 24. mai 2020
Orkuprát um sjóvarfallsorku
Hvagar eru vit á veg?
Djórini skulu hava tað gott
Farmaskip úr Polen álopið í Guineaf­lógvanum
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 2. partur
Brasilski forsetin noktar at taka ábyrgd
Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Samrøða: Theresa Turidardóttir Kreutzmann, um ferðavinnu í Suðuroy
Twitter setir merki á boð frá Donald Trump
Lands­stýris­maðu­rin sett nýtt Fólka­heilsuráð
Ísurin á Norð­póli­num tiðnar skjótari enn væntað
Starvs­fólk hjá Tvøroyrar kommunu heiðrað
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi