Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Armgarð Arge: Minst til tumlarnar!

Innanlands | 31/03-2020 12:15

Og ein dag, tá fara okkara ”myrkaleggingsgardinur” upp aftur, tá boðini ”Ver Heima” eru av, men hvussu sær heimurin tá út?

Pápi plagdi at siga frá krígginum og øllum tí, sum hendi. Ofta kom hann inn á, hvussu tað var, tá ”myrkaleggingargardinurnar” komu upp, so týskurin ikki sá ljós nakrastaðni.

”Tað var tungt at hava hetta myrka fyri vindeyguni”. Men hvat gjørdu tey hesar óttafullu kríggsdagar? ”Jú, tá lúðurin ljóðaði, so fóru øll í ymisk bumbuskýli. Vit leitaðu saman, hildu saman og um kvøldarnar royndu vit at hugna okkum, spæla kort og práta”.

Øðrvísi er í dag. Vit hava ikki týskt hervald at renna undan, men ein ósjónligur fíggindi, sum er allastaðni. Vit eru sum stødd mitt í eini krimi skaldsøgu, har vit vita, hvør drápsmaðurin er, men vit  vita ikki, hvar hann er og hvussu mong hann megnar at drepa. Vit eru øll móti honum. Tað einasta, sum kann fáa drápsmannin at missa sítt vald, er at vit eru góð við hvønn annan. Við at halda frástøðu og vaska hendur. Tá vinnur tað góða á tí ónda.

At liva hesar dagar og vera illgrunasamur, at óttast og vera í hesi bíðistøðu ger nakað við okkum sum menniskju og fólk, og tað verður ikki fyrr enn einaferð, at vit fara at síggja, hvat er broytt og hent.

Hvat varð av øllum tosinum um Brexit? Kríggjast lond enn? Vit hava óttast fólk, sum hava stungið ósek niður í stórbýum ella koyrt í lastbilum inn í mannarúgvur, men nú í dag er tað ”high risk” at fara inn í matvøruhandil at keypa breyð.

Vit eru í krisu og upprunatýdningurin av krisu er dómur, so okkurt fara vit at koyra burtur og annað fer at missa týdning, og okkurt  óvæntað dagar undan.

Hetta eru løgnir dagar. Tjøldrini klippa, men fyri hvørjum, nú flest okkara eru dømd at vera inni í okkara húsum? Vit kunnu ikki leita saman fyri at hugna okkum og ugga hvønn annan, men vit fáa at vita, at vit eru góð hvørt við annað, um vit halda fjarstøðu.

Vit hava illneitast og funnist at skíggjatíðini, at alt og øll sita ov leingi við skíggjan, men hygg nú? Nú er skíggin lívstráðurin millum okkum. Tey, sum fingu fasetime til veruleika, skuldu verðið forgylt. Hetta at kunna síggja børn og ommubørn í øðrum londum kann ikki metast nóg høgt. 

Hvat fara vit at læra ella broyta? Hamstarin kreyp úr hamstarahjólinum og leyp til handils, tí reptil heilin segði honum, at tað var lívið um at gera fylla skáp og skuffur. Men tá vit síggja, at epli og mjólk eru har, so sissast vit.

Og alt og øll eru tikin til viks og skulu nú, sum tá mann var barn, læra at vaska hendur. Um vit gera tað til lítar, so eru vit góð við næstan og halda smittuna burtur frá honum. 

Tað er so mikið øvugt í dag, at um vit hugsa um hugtakið ”eg vaski mínar hendur”, so var týdningurin, ”at eg leggi frá mær alla ábyrgd og skuld”. Í dag er týdningurin ein annar, tí tá  ”eg vaski mínar hendur, tá eri eg ábyrgdarfull og hugsi um næstan”!

Og venjingar og ítriv? Alt tað skipaði er sett á stand by. Nú ber til at fáa motión við at ganga við frástøðu í náttúruni.

Glæsiligu kókibøkurnar, sum vit hava liggjandi sum prýðis, eru tær til nakað nyttu? Vit eta tað sum er í frystiboksini, onki fer til spillis ella niðan á brennistøðina, vit leita upp gamlar uppskriftir hjá ommu og deila á socialum miðlum, hvussu mann ger súrdeiggj, sum er framúr og sum kann arvast gjøgnum ættarliðini.

Fara vit at vísa størri fyrilit, skriva aðrar bøkur, koma rithøvundar fram, sum veruliga kenna ”stóru djúpu kenslurnar og tvístøðurnar”,  fara vit at fáa klassikarar, sum vit kunnu taka niður av bókahillini fleiri ferðir, enn bókarúgvurnar higartil, sum fara í gloymskuna, tá árið snarar?

Hugsa vit meira um orðini ”ikki at lata sólina seta yvir vreiðina”, ikki at bera agg og illneitast, men verða semjusøkjandi, meðan vit enn eru á ferð saman?

Fara vit sum fólk at duga betur at loysa trupulleikar og ójavna, nú børn og vaksin bert hava hvørt annað og øll serfrøði er í sóttarhaldi?

Fara vit at siga meiri frá søgum, sum ommur og abbar hava sagt okkum, tí nú hava vit stundir?

Er ”to do” listin minkaður, tí eg havi ikki fyri neyðini at leggja alt mítt út alment og virðismeta meg í mun til hini, tí vit eru øll bara menniskju, sum bara mugu minnast til eittans og tað er, at vaska hendur? 

Tí eksistensurin er kókaður niður í hetta eina, at meðan vit soleiðis vaska okkum, so er tað ein kærleiksgerð fyri næstanum og vit mugu ikki gloyma tummilin?

Og ein dag, tá fara okkara ”myrkaleggingsgardinur” upp aftur, tá boðini ”Ver Heima” eru av, men hvussu sær heimurin tá út?

Hendan hugleiðingin stendur á folkakirkjan.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi