800.000 fólk kring allan heim eru nú smittað við koronavirusinum
787.010 fólk eru nú smittað við korona í øllum heiminum. 37.829 fólk eru deyð, og 166.214 fólk, sum hava havt koronasmittuna, eru vorðin frísk aftur.
Tað vísa tøl frá Johns Hopkins Universitetinum.
USA liggur ovast við flest smittaðum, 164,610 íalt. 3,170 fólk eru deyð í USA av koronasjúkuni, og harðast raktur er býurin New York, har 914 fólk eru deyð.
Italia liggur næstovast við 101.739, sum hava fingið koronasmittuna, og 11,591 fólk eru deyð. 14,620 fól eru vorðin frískaftur í Italia.
Triðovast á hesum óhugnaliga listanum liggur Spaniam. Í Spania hava 87.956 fólk fingið smittuna, og 7.716 eru deyð. 16.780 fólk eru komin fyri seg aftur.
Um tølini, sum verða upplýst í Kina eru røtt, so kemur Kina sum nummar fýra við 82.240 sjúkum, og 3.309 deyðum.
Síðani koma ávikavist Týsklan, Frakland, Iran og Bretland.
Norra kemur sum nummar 20, Svøríki nummar 21 og Danmark kemur sun nummar 24.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur