Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Amerikanskur pastorur handtikin

Uttanlands | 31/03-2020 16:15
Rodney Howard-Browne, pastorur, varð handtikin í Tampa í Florida í gár.

Løgverjan í Tampa í statinum Florida, USA, handtók í gjár pastorin, Rodney Howard-Browne. Tað skrivar The Christian Post. Rodney Howard-Browne vitjaði í Føroyum í 2006.

Rodney Howard-Browne, sum vitjaði í Føroyum í 2006, gjørdi ímóti boðum frá mynduleikunum, um at halda frástøðu og ikki at hittast í stórum bólkum. Hann helt møtir fyri samkomu síni, sum hevur 4000 limir, í “Revival International Ministries and The River” í Tampa, Florida.

Sjeriffurin í býnum, Chad Chronister, sum gav boð um handtøkuna, segði á tíðindafundi í gjár, at málið er ikki at steðga fólki at biðja, men at verja heilsuna hjá fólki. Hann legði dent á, at “The River Tampa Bay Church” er sera vælútgjørd við útgerð at stroyma samkomufundir teirra á alnetinum og í sjónvarpi. So samkomulimirnir kundu á tann hátt fylgt við møtinum - úr teirra trygga heimi. 

Men ístaðin eggjaði samkomuleiðslan fólki at koma í samkomuhúsið og sendi haraftrat bussar eftir fólki samkomufundin.

Pastorurin verður ákærdur fyri ólógliga at savna stóra samkomu saman; at bróta tilmælini frá mynduleikunum og at seta heilsuna hjá fólki í samkomuni í vanda. 

Hetta eru lógarbrot, sum kunnu revsast við upp í 60 dagar fongsli og við bót upp á 500 dollarar.


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
NOVA úr Suðuroynni (42) - 25. mai 2020
Vespureiðrið (135) - 25. mai 2020
Sjófólk leypa fyri borð av reikferða­skipum
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (viku 22)
Samrøða við Hanus Kjølbro - Tekur 1 ár at gerast skip­satstøðari á Sjónámi
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Søgan um festið í Oyndarfirði
The Land of Maybe – No More
Koronasmittan komin umborð á skip hjá Maersk
Teir selja land og seg sjálvar
Skráin hjá IKTUS, sunnudag 24. mai 2020
Orkuprát um sjóvarfallsorku
Hvagar eru vit á veg?
Djórini skulu hava tað gott
Farmaskip úr Polen álopið í Guineaf­lógvanum
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 2. partur
Brasilski forsetin noktar at taka ábyrgd
Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Samrøða: Theresa Turidardóttir Kreutzmann, um ferðavinnu í Suðuroy
Twitter setir merki á boð frá Donald Trump
Lands­stýris­maðu­rin sett nýtt Fólka­heilsuráð
Ísurin á Norð­póli­num tiðnar skjótari enn væntað
Starvs­fólk hjá Tvøroyrar kommunu heiðrað
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi