Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

IRF: Nýggj Móttøkuhøll tikin í nýtslu

Innanlands | 31/03-2020 13:15

Nýggja Móttøkuhøllin hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík er nú liðug og verður í løtuni royndarkoyrd.

Umframt at geva bæði IRF og vinnuni betri umstøður til at skilja burturkast frá til endurvinning, verður nýútbygda Brennistøðin og økta brenniorkan hjá IRF nú eisini fult gagnnýtt. Við nýggju høllini verður størsti parturin av burturkastmóttøkuni miðsavnaður á Hagaleiti, og hetta sparir nógva tíð og orku hjá IRF og hjá vinnukundum felagsins. Nýggja høllin gevur eisini IRF betri umstøður at skilja blandað burturkast, og á henda hátt kann ein størri partur fara til endurvinning heldur enn at verða brendur.  

Burturkastið verður kvarnað
Í nýggju Móttøkuhøllini er ein brunnur, ið rúmar 450 m3. Í fyrstu atløgu verður timbur og tílíkt virkisburturkast latið í hendan brunnin. Alt burturkastið í hesum brunninum verður kvarnað, áðrenn tað fer víðari í køstin á Brennistøðini. Húsarhaldsburturkast og lívrunnið burturkast fer framhaldandi at verða latið beinleiðis í køstin á Brennistøðini.

Nýggja kvørnin verður mett at kvarna uml. 30 m3 av burturkasti um tíman. Kvarnað burturkast fyllir minni og er lættari at blanda við burturkastið í køstinum. Hetta gevur javnari og betri brenning, og Brennistøðin fær á henda hátt veitt eina støðugari og betri tænastu til borgarar og vinnu.­­

Ein magnet tekur jarnið burturúr
Áður hevur tað verið soleiðis, at alt ov nógv jarn er komið í køstin til brenningar. Jarn er virðismikið tilfeingi, sum eigur at verða endurvunnið, og harafturat fyllir jarn nógv í øskuni frá Brennistøðini, sum skal tyrvast. Kvørnin í Móttøkuhøllini er útgjørd við einari magnet, sum tekur alt jarnið úr burturkastinum, sum verður kvarnað. Á henda hátt verður jarnið nú sent til endurvinning heldur enn at verða tyrvt saman við øskuni. Hetta hevur eisini við sær, at nøgdirnar av øsku at tyrva fara at minka munandi.

Umhvørvisligir og rakstrarligir fyrimunir

Samanumtikið eru nógvir fyrimunir við nýggju Móttøkuhøllini:

-          Vinnan fær betri møguleikar at skilja burturkastið

-          Vinnan fær møguleika sjálv at koma við sínum burturkasti

-          Vinnan sleppur at lata stórt brenniburturkast beinleiðis til IRF á Hagaleiti

-          IRF fær betri umstøður at skilja blandað burturkast

-          Alt burturkast verður viðgjørt innandura, soleiðis at einki fýkur í náttúruni

-          Við kvarnaðum burturkasti fær Brennistøðin betri og javnari brenning

-          Borgarar og vinna fáa betri og støðugari tænastu frá IRF

-          Jarn og annað tilfeingi fæst burtur úr brenniburturkastinum til endurvinning

-          Minni av jarnleivdum verður í øskuni frá Brennistøðini

 

Høllin fer á mangan hátt at broyta mannagongdirnar á føroyska burturkast- og endurnýtsluøkinum, og hon gevur nýggjar møguleikar fyri skiljing og viðgerð av burturkasti. Rakstrarligu og umhvørvisligu fyrimunirnir eru nógvir, og høllin er eitt stórt stig á grønu kós felagsins og landsins. 

irf.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi