Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Øll loyvi til Minesto sjóvarfalsverkætlanina komin undir land

Innanlands | 01/04-2020 16:00

Umhvørivsstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina, og við hesi góðkenning hava Minesto og SEV nú fingið øll neyðug loyvi til sjóvarfalsverkætlanina í Vestmannasundi

”Føroysku myndugleikarnir og SEV eiga sín stóra lut í hesum avgerandi varðanum. Tá hugsað verður um, hvussu umfatandi og tíðarkrevjandi tilgongdin við loyvum til orkuverkætlanir vanliga er, hevur SEV gjørt eitt megnararbeiði við at tryggja øll neyðug loyvi til hesa fyrstu installatiónina umvegis eina skjóta og munadygga tilgongd”, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

SEV hevur gjørt eina árinsmeting, ið viðger, hvørja ávirkan, verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Her er hugt eftir árini á fisk, sjófugl, hval og kóp. Mett er ikki, at royndarverkætlanin fer at hava stórvegis árin á fisk og sjófugl, men at havsúgdjór helst er tann viðbreknasti bólkurin. Møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp, eru viðgjørd í árinsmetingini. Í síni góðkenning hevur Umhvørvisstovan sett SEV ávísar treytir, eitt nú, at SEV skal fylgja við, hvussu hvalur og kópur ferðast í Vestmannasundi í verkætlanartíðini, sum er tvey ár.

Loyvini og tilsagnirnar umfata uppseting av tveimum DG100 sjóvarfalsdrekum, sum verða settir út í Vestmannasundi í samstarvi millum Minesto og SEV. Minesto hevur fingið tilsamans áleið 3,5 milliónir evrur úr ES grunni og svenskum orkugrunni til verkætlanina í Vestmannasundi og víðarimenning av DG100 sjóvarfalstøknini.

 

Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi Minesto, at royndir í løtuni verða gjørdar við DG100 skipanini á turrum, og at økið á Oyrargjógv, har elorkan kemur í land og verður førd inn á netið hjá SEV, er undir fyrireiking. Harumframt kunngjørdi Minesto stovnanina av dótturfelagnum Sp/f Minesto Føroyar, sum fer at umsita og víðarmenna verandi og komandi installatiónir í Føroyum við sjóvarfalstøknini hjá Minesto.

 

”Vit eru fegin um tilgongdina og samstarvið í verkætlanini, sum fer at verða eitt gott ískoyti við forsøgdari burðardyggari elorku í Føroyum”, sigur Martin Edlund at enda.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi