Táttar í eina millión sjúk
Talið á koronasjúkum í heiminum nærkast nú einari millión. Fyrrapartin í dag var talið komið upp í 938.373. 47.273 fólk eru nú deyð av sjúkuni, og 194.405, sum hava havt sjúkuna, eru vorðin frísk aftur.
Ovast á listanum yvir fólk, sum eru deyð av koronasjúkuni, liggur framvegis Italia. Í Italia eru 13.155 fólk deyð av koronavisusinum.
Í Spania eru 9.387 fólk higartil deyð av korona, 5.137 eru deyð í USA, 4.032 eru deyð í Fraklandi. Síðan kemur Kina við 3.193, Iran við 3.036, og Bretland við 2.352.
Í Svøríki hava 4.947 fingið smittuna, og 239 eru deyð. Í Norra hava 4.877 fingið smittuna, og 44 eru deyð. Í Danmark hava 3.294 fingið koronasmittuna, og 104 eru deyð. Í Íslandi hava 1.220 fingið smittuna, og 2 eru deyð.
Koronagongdin er tann sama her heima
Og í Føroyum er gongdin hin sama, sum hon hevur verið í eina tíå herheima, bert nøkur fá leggjast aftrat hvønn dag, og fleiri gerast samstundis frísk.
Í morgun varð boðað frá, at í alt 177 føroyingar nú hava fingið staðfest korona-smittuna, og tað byggir á í alt 4.512 kanningarúrslit.
Sostatt hava fýra fólk fingið staðfest smittuna afturat seinasta samdøgrið.
Samstundis er greitt, at 81 føroyingar nú eru staðfestir frískir eftir at hava havt koronasmittuna.
Eitt fólk er í løtuni innlagt sjúkrahús í sambandi við koronasmittuna.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur