Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Búskaparráðið : Bráðfeingis hjálparpakki til tænastuvinnuna

Innanlands | 03/04-2020 11:47

Fyri at mótvirka húsagangir og uppsagnir í tænastuvinnuni, mælir Búskaparráðið til at seta í verk ein bráðfeingis hjálparpakka, sum veitir stuðul til føstu útreiðslurnar hjá fyritøkum, ið missa inntøku av koronatilbúgvingini.
Verandi tiltøk Í fyrsta bráðfeingis hjálparpakkanum til tess at basa avleiðingunum av korona-farsóttini, vórðu hesi hjálpartiltøk sett í verk (við gildi frá 12. mars til 30. juni 2020):

1) Løn undir sjúku fyri øll, íroknað fólki í sóttarhaldi og endurrindan av arbeiðsgevaraútreiðslum; útreiðslan í 3,5 mánaðir er mett til 60-65 mió. kr. til landskassan at rinda. 2) ALS rindar teimum lønarískoyti, sum partvíst ella heilt verða sett niður í tíð; tvs. at myndugleikarnir rinda stuðul til lønarútreiðslur hjá fyritøkum, sum senda fólk til hús uttan at siga teimum upp, tó í mesta lagið 20.000 kr. mánaðarliga áðrenn skatt. Útreiðslan í 3,5 mánaðir er mett til 265 mió. kr. til ALS at rinda. 3) Gjaldsskái verður givin fyri MVG avrokning. 4) Fyri føroysku peningastovnarnar verður systemiski buffarin bráfeingis minkaður niður í 2%; hetta loyvir peningastovnunum at vaksa um teirra útlán við 1,4 mia. kr. 5) Vækstfonden veitir trygd fyri lán ella kreditt til fyritøkur, ið hava ella vænta at missa meir enn 30% av umsetninginum í marsmánaði 2020. 6) Eksportkreditfonden veitir m.a. trygd fyri lán hjá útflutningsfyritøkum ið ynskja at taka lán fyri at tryggja eitt nøktandi gjaldføri.

Verður sammett við donsku hjálparpakkarnar, eru nógvar líkheitir, men eisini ymiskleikar. Í Danmark kunnu sjálvstøðugt vinnurekandi t.d. fáa endurgjald upp til 75% av mista umsetninginum, um meir enn 30% av umsetninginum er mistur, tó i mesta lagi 23000 kr. um mánaðin1. Eisini fáa donsk virki, ið hava havt meira enn 40% í mistum umsetningi, endurrindað millum 20% og 80% av virkisins føstu útreiðslum so sum húsaleiga og rentuútreiðslur. Fyritøkur, ið hava fingið beinleiðis boð frá myndugleikunum um at steingja virksemið fáa endurgjald á 100% av føstu útreiðslunum2. Hetta er galdandi í 3 mánaðir frá marsmánaði og fram.
At føroysku myndugleikarnir lata stuðul til lønarútreiðslur hjá fyritøkum, ið senda fólk heim uttan at siga teimum upp, ger húsarhaldini før fyri at rinda sínar føstu útreiðslur, tí teirra inntøkugrundarlag er tryggjað. Veitarar, sum veita fastar tænastur, so sum bústað og fígging, verða tí óbeinleiðis stuðlaðir av hesum. Teir her nevndu veitarar hava tí ikki stóran tørv á øðrum stuðli.

Tænastuvinnan hevur aðrar fastar útreiðslur umframt lønarútreiðslur Tænastufyritøkur hava tó ikki bert lønarútreiðslur, men eisini fastar útreiðslur til bústað, tól o.a., og eingin stuðul verður veittur tænastufyritøkum, sum missa umsetning av korona-tilbúgvingini. Búskaparráðið mælir tí til, at ein endurgjaldsskipan fyri ein part av føstu útreiðslunum hjá fyritøkum, ið vegna korona-tilbúgvingina missa umsetning, verður roynd bráðfeingis. Verður ein stuðul latin fyritøkum, sum missa umsetning, verður sostatt eisini talan um stuðul til veitararnar, eitt nú teir, ið leiga út hølir til fyritøkur í tænastuvinnuni. Tí er tað rímiligt at treyta ein stuðul til, at veitarin eisini minkar um síni føstu gjøld. Landið kundi tískil givið stuðul til húsaleiguútreiðslur treytað av, at útleigarin gevur avsláttur í

1 Endurgjald verður latið sjálvstøðugt vinnurekandi, sum í 12 mánaðir frammanundan hava havt ein umsetning á í minnsta lagið 10.000 kr. um mánaðin. Stuðulin skal ikki gjaldast aftur til dansk astatin men skattur skal gjaldast av móttiknu upphæddini. 2 De Økonomiske råd (2020) Produktivitet 2020, s. 9 og danskerhverv.dk.
Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum 3. apríl 2020

húsaleiguni, har stuðulin hjá landinum kann svara til prosentvísa avslátturin, sum útleigarin gevur í húsaleiguni.3 Harumframt kundi ein skipan verið gjørd fyri aðrar fastar útreiðslur (bil, telefon, sev, olja, tryggingar og rentuútreiðslur fyri íløgu gjørd í útgerð til beinleiðis virksemið hjá fyritøkuni). Ein gjaldsskái fyri tollkredit kundi eisini verið umhugsaður svarandi til MVG-gjaldsskáan. Útreiðslur av hjálparpakkum eigur landskassin at átaka sær Tær stóru útreiðslurnar frá fyrsta hjálparpakkanum, eru álagdar ALS at rinda. Hesar útreiðslur eru treytaðar av, hvussu nógv fólk brúka skipanina, og í hvussu stóran mun skipanin verður brúkt. Sambært ALS verður skipanin brúkt av næstan 5000 fólkum, har miðalbrúkið er 75%. Vit kunnu tískil rokna út, at:

Um 5000 fólk fáa 75% lønarískoyti í 1 mánaða gevur hetta 75 mió kr. í útreiðslum til ALS Um 5000 fólk fáa 75% lønarískoyti í 3,5 mánaðar gevur hetta 265 mió kr. í útreiðslum til ALS Um 5000 fólk fáa 75% lønarískoyti í 9,5 mánaðar gevur hetta 719 mió kr. í útreiðslum til ALS Um 5000 fólk fáa 75% lønarískoyti í 12 mánaðar gevur hetta 907 mió kr. í útreiðslum til ALS

Hetta roknistykkið byggir á nakrar fortreytir, ið sjálvsagt eru óvissar, men roknistykkið gevur nakrar ábendingar. M.a. at bara eftir einum ári kann øll eginognin hjá ALS í ringasta føri vera brúkt upp.
Tað er meting Búskaparráðsins at ALS grunnurin eigur at verða nýttur eftir sínum endamáli – tað vil siga at veita arbeiðsloysisstuðul til arbeiðsleys – og at landskassin eigur at átaka sær fíggingina fyri tær útreiðslur, ið koma av korona-tilbúgvingini, millum annað við at taka tey lán, ið eru neyðug.

Búskaparráðið heldur at ALS hevur teir neyðugu førleikarnar til at standa fyri útgjaldinum, men at landsstýrið eigur at rinda útgjaldið. Landsstýrið eigur at endurrinda ALS fyri útgjald fram til 30. juni 2020, og eigur at standa fyri útgjaldinum av møguligum framhaldi aftaná 30. juni 2020. Útreiðslurnar eiga í fyrstu siftu at verða fíggjaðar við lántøku um neyðugt. Hesar útreiðslur fara at tyngja landskassan, sum tí má verða styrktur aftur. Búskaparráðið heldur tað ikki vera rætt, at styrkingin verður framd við at hækka vanligar skattir og avgjøld ella við at spara. Heldur verður mælt til at hækka tilfeingisgjøld frá tilfeingisvinnunum. Búskaparráðið hevur javnan ført fram, at fult tilfeingisgjald hevði javnstillað ymsar vinnur betur og hevði tilskundað at gera kappingafremjandi og produktivitetsmennandi íløgur.
Korona-kreppan kann elva til eina eyka konjunkturniðurgongd Støðan er so mikið óvanlig at tey komandi inntrivini mugu byggja á praktisku royndirnar frá degi til dags. Hesin fyrsti hjálparpakkin forpliktar myndugleikan til neyvt at fylgja gongdini, og um neyðugt, at gera tillagingar, soleiðis at ávirkanirnar frá fyrsta hjálparpakka ikki verða uttan úrslit.
Boðskapurin um konjunkturmótgangandi fíggjarpolitik, sum Búskaparráðið so mangan hevur ført fram, er framvegis galdandi. Hetta merkir at landsstýrið í núverandi støðu skal brúka pening, og ikki fremja óneyðugar sparingar og niðurskurðir í almenna geiranum – væl at merkja so leingi sum likviditetur, soliditetur og kreditvirði landskassans loyva hesum, og tað gera tey enn. Væntandi slepst ikki undan at onkrar fyritøkur fara á heysin vegna hesa kreppu, men ein uppaftur størri missur, sum hevur varandi avleiðingar við sær fyri føroyska búskapin, er um korona-kreppan hevur fólkafráflyting við sær.
Eingin vissa er fyri hvussu støðan verður aftan á 30. Juni 2020. Pelagiska vinnan og alivinnan hava flutningstrupulleikar, meðan partar av botnfiskavinnuni eisini hava havt dvínandi sølu. Stór yvirskot hava

3 Sambært roknskapargrunni Hagstovunnar var tað sum kundi tulkast sum húsaleiguútreiðslur hjá virkjum 102 mió kr í 2017. Her eru neyvan allar húsaleiguútreiðslur íroknaðar. Talið 102 mió skal tí skiljast sum ein ábending.
Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum 3. apríl 2020

verið á gjalds- og handilsjavna og hjá summum fyritøkum ber til at økja goymslurnar til seinnu sølu. Mett verður tí ikki at útflutningsvinnan tørvar serligan stuðul. Nógv ferð hevur verið á byggimarknaðinum, men nú koma ongar nýggjar verkætlanir, og entreprenørar rokna við tómum ordrabókum til heystar. Fyrst og fremst er tó lítið og einki virksemi í tænastuvinnuni, og illani ber til hjá tænastuvinnuni at vinna mista umsetning inn aftur seinni. Vandi er tí fyri at tað kann fáa húsagangir og uppsagnir við sær, um stuðul ikki verður latin tænastuvinnuni beinanvegin. Alt annað líka kann hetta birta upp undir eina eyka konjunkturniðurgongd.

Ein konjunkturniðurgongd hevur økt arbeiðsloysi við sær, og tískil er umráðandi, at ALS grunnurin ikki er tómdur undir hesum fyrsta hjálparpakka hjá landinum. Konjunkturniðurgongdina kunnu land og kommunur partvíst mótvirka við ikki at gera sparingar í almenna geiranum, men halda verandi útreiðslustøði og økja um viðlíkahaldsíløgur, eitt nú við at seta í gongd viðlíkahald av landsins og kommunanna bygningum, tunlum og vegum. Fyri at mótvirka húsagangir og uppsagnir í tænastuvinnuni, mælir Búskaparráðið hervið landsstýrinum til at seta í verk ein hjálparpakka afturat, sum veitir stuðul til fastar útreiðslur hjá fyritøkum í tænastuvinnuni sum hava tap í umsetninginum vegna korona-tilbúgvingina.
Búskaparráðið


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi