Enn ein festivalur avlýstur í 2020
Vit hava tikið avgerð um at "binda" um heilan fingur, fyri at øll, ið eru partar av festivalskránni eins og luttakarar, skulu kenna seg trygg, og tí hava vit valt at flyta festivalin til 15.– 17. apríl 2021.
Vit boða frá, at Bindifestivalurin í ár er fluttur til 2021. Vónandi taka tit væl ímóti hesi fráboðan. Sum støðan er í løtuni, er tað ivasamt um Bindifestivalurin kann gjøgnumførast. Soleiðis siga fyrireikararnir av Bindifestivalinum.
Vit hava tikið avgerð um at "binda" um heilan fingur, fyri at øll, ið eru partar av festivalskránni eins og luttakarar, skulu kenna seg trygg, og tí hava vit valt at flyta Bindifestivalin til 15.– 17. apríl 2021
Øll, sum hava keypt atgongd til Bindifestivalin 2020, verða av sær sjálvum flutt til Bindifestivalin 2021. Vit fara at arbeiða fram ímóti, at skráin fyri 2021 eisini fevnir um skránna, sum skuldi verða í ár.
Vinarliga vegna Bindifestivalin
Steintóra, Sólgerð, Marni og Jórun
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur