Føroysk Miðlafólk vilja hava gjøgnumskygni í samband við Hjálparpakka 2
Føroysk Miðlafólk hava í dag latið løgtinginum og Vinnunevndini áheitan, har tað verður heitt á løgtingið um at minnast at tryggja opinleikan og gjøgnumskygni, nú "hjálparpakki 2" verður viðgjørdur.
Tá verður serliga hugsað um løgtingsmál 135/2019, har fyritøkur og vinnurekandi kunnu søkja landskassan um almennan stuðul til at rinda fastar útreiðslur, sum inntøkur ikki eru til vegna Covid-19 smittuvandan.
Felagið heitir á løgtingið um at seta inn í kreppulógina beinanvegin, at fjølmiðlar og harvið almenningurin sum heild hevur rætt til fult innlit í hesa skipan – bæði umsóknir og allan stuðul, sum landskassin veitir eftir hesi lóggávu.
Her má tryggjast serligt innlit, sum ikki verður avmarkað í lógini um alment innlit, har annars vanliga verður víst á týdningin at verja fíggjarlig áhugamál hjá privatum fyritøkum og vinnurekandi, stendur í skrivinum frá Føroyskum miðlafólkum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur