Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bloggari: Virði á kvinnuarbeiði

Innanlands | 09/04-2020 13:00

Kanska var tað sjónin av hesum koronamonnunum, sum aftur vóru at síggja í sjónvarpinum í dag, sum fekk meg at minnast eina framløgu, eg hevði á aðalfundi í 2018 hjá Heilsurøktarafelagnum um kvinnuarbeiði, sum kanska er verd at hyggja at, hóast hon er long sum eitt ónt ár.

Vit síggja afturt og aftur, at fólk á sosialu miðlunum senda hjørtu, bæði grøn og reyð til hesar hart arbeiðandi, undirbetaltu kvinnurnar, hvussu tey klappa og rósa teimum upp um skýggini, men hvussu verður tá lønarsamráðingarnar verða aftur, munnu tær fara at fáa meira í løn? Og hvussu hevði verið, at tað kom ein hjálparpakki til hesar kvinnurnar, sum hava gjørt sítt til at verja og hava umsorgan fyri okkara veikastu. Eg meini so við, sjófólk plaga (ella plagdu) at fáa eyka løn fyri vandamikið arbeiði …

Ná, men hesi vóru orðini:

Fyri 45 árum síðan fór eg niður at lesa teoretiska námsfrøði. Í einari bók um sálarfrøði las eg um eina roynd, sum var gjørd við apuungum. Tvær kunstigar apumammur vóru bygdar, onnur var bleyt, mjúk og fjálg, og hin var hørð og kantut, men gav mjólk frá sær. Apuungarnir skuldu so velja sær ta mammuna, teir vildu vera hjá, og allir uttan undantak valdu ta bleytu apumammuna, hóast teir vóru í vanda fyri at doyggja av svongd. Ungarnir høvdu umsorgan fyri neyðuni heldur enn mat.

Hetta setti nakrar tankar í gongd hjá mær um, hvussu ótrúliga virðismikið tað økið er, sum varðar av umsorgan, verju og røkt av menniskjum, og hvussu lítið tað verður virðismett í mun til onnur arbeiði.

Hetta er tað økið, vit við einum fínum orði nevna endurframleiðsla, mótsatt framleiðsla. Og tað er í endurframleiðsluni at størsti partur av kvinnum eru í starvi.

Arbeiðsmarknaðurin verður býttur upp í tríggjar partar: tilfeingisvinna, vøruframleiðsluvinna og tænastuvinna. Nógv flestar kvinnur starvast í tænastuvinnuni: 10.772 kvinnur og 7077 menn. Tær flestu 2988 starvast innan heilsu og sosialøkið, 2537 starvast í kommunalari umsiting, tvs. fyri tað mesta í barnagørðum og 1673 í handilsvinnuni. Í tilfeingisvinnuni starvast flest kvinnur í alingini, hóast tær eru í undirtali, í vøruframleiðslu starvast flest kvinnur í fiski, hóast tær eisini her eru í undirtali.

Øll her inni kenna Florence Nightingale, kvinnuna við lampuni. Á mannmunni er hon tann fitta sjúkrasystirin, sum gekk millum sengurnar hjá hermonnunum í Krimkrígnum og veitti teimum hjálp og umsorgan. Tað, sum vit kanska hoyra minni um, er, at hon kannaði væl og virðiliga umstøðurnar á sjúkrahúsinum, savnaði saman data og fann útav, at hermenninir ikki fyrst og fremst doyðu av sínum sárum og løstum, teir høvdu fingið í krígnum, men av vantandi reinføri, sum gjørdi, at teir vóru smittaðir av ymsum sjúkum, sum trivust á sjúkrahúsinum. Hon syrgdi fyri at øll, sum starvaðust á sjúkrahúsinum, skuldu vaksa sær um hendurnar javnan og skuldu halda alt reint og nossligt. Og av tí orsøk hóraðu mangir hermenn undan og komu heim aftur á lívi.

Hendan eitt sindur romantiska myndin av kvinnuni við lampuni var tískil ikki øll søgan um røkt og umsorgan, heldur ikki tá, seinast í 1800 talinum, men hon samsvaraði væl við myndina av tí uppofrandi mammuni, kvinnuni, sum gjørdi ein góðan gerning, har arbeiðið bar lønina í sær.

Sjúkrasystrafakið var upprunaliga hildið at vera filantropi. Tað vóru kvinnur í miðalstættini, sum sóu ein møguleika at sleppa burtur heimanífrá og realisera seg sjálvar.  Tær fyrstu livdu eina kleysturtilveru, tær skuldu búgva og eta á sjúkrahúsinum og máttu ikki giftast. Florence Nightingale var idealið, har hon gekk millum særdu bretsku hermennirnar við sínari lampu, mild og móðurlig. Tað hevur týdning, at leggja sær í geyma, at hetta slagið av arbeiði er øðrvísi enn vøruframleiðsla, og at hesir eginleikarnir, sum kvinnur hava, at røkja hetta arbeiðið, eru ótrúliga týdningarmiklir, men hinvegin verða júst hesir eginleikarnir traðkaðir undir fótum bæði av nýggjum leiðsluformun sum New Public Management og við tað, at arbeiðsøkið, sum byggir á hesar kvinnuligu egnaleikar við røkt, umsorgan osfr. Hevur minni virði reint lønarliga enn onnur øki.

Tað er jú hetta eftirsleipið av filantropi, sum m.a. eisini heilsurøktarar stríðast við í dag. Tí so hvørt sum sjúkrarøktarfrøðingar fingu størri valdstøðu í heilsuverkinum, var brúk fyri bíligari arbeiðsmegi. Og tí komu sjúkrahjálparar og heimahjálparar framat. Tær vóru av fyrstan tíð ófaklærdar, sum tóku tær uppgávurnar uppá seg, sum ikki kravdu útbúgving, soleiðis at sjúkrarøktarfrøðingarnir kundu flyta seg longri inn á arbeiðið hjá læknunum. Á tann hátt fekk man so nýggjar láglønarbólkar av kvinnum inn í skipanina. Síðan hava sjúkrahjálparar og røktarar fingið útbúgving, men eftirsleipið er har framvegis.

Vit síggja somu tendensir her hjá okkum. Stríðið sum hevur verið millum sjúkrarøktarfrøðingar og jarðarmøður og stríðið millum pedagogar og hjálparar. Eg meti eisini, at tað í kanningini av heilsurøktarstarvinum kemur fram eitt ynski um at sleppa at arbeiða á øðrum økjum enn teimum, sum tit arbeiða í nú.

Tað er kanska ljótt at samanbera við arvastríð, men eg geri tað kortini. Jú minni arv, tú hevur í væntu, jú meira stríðist tú fyri at fáa hendur á honum.

At kvinnur altíð hava arbeitt, vita vit øll, hugsa bara um fiskagenturnar, sum stríddust á fiskaplássum fyri dagligt breyð. Undirbetaltar, illa viðfarnar. Men tað kemur ikki rættilig gongd á kvinnurnar fyrr enn í trýssunum, hálvfjerðsunum, ja kanska ikki rættiliga fyrr enn í fúrsunum í Føroyum. Kvinnurnar fóru í stórum tali frá grýtunum og út á arbeiðamarknaðin, soleiðis at vit í dag hava størsta talið av útiarbeiðandi kvinnum í Norðurlondum. Tað almenna yvirtók tær siðbundnu  funktiónirnar hjá kvinnum, og vit fingu nýggj yrki og arbeiðsøki innan heilsu, sjúkrarøkt og barnaansing. Og tey sum tóku hesi arbeiðini, vóru kvinnurnar sjálvar. Hetta skapti eina mýtu um, at hetta var bara til stuttleika, hetta var gott aftrat,  tí at maðurin var framvegis forsyrgjarin. Ja, ikki so sjáldan hoyrdist spurningurin, hví skal hon arbeiða, maður fortjenar jú eina rúgvu.

Nógv vatn er tíbetur runnið í ánna síðan tá, men kortini er tað hetta, sum ger, at vit enn í dag síggja markantam lønarmun á teimum lágløntu kvinnufakunum og mansfakunum bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.

Og hví? Jú, tí at tað er nógv størri prestiga í mansfakinum enn í kvinnufakinum. Vit kunnu bara taka læraran sum dømi, sum var ein týdningarmikil persónur í lokalsamfelagnum. Hann var sum oftast sóknarstýrislimur, deknur, sjúkrakassaformaður og alt møguligt annað. Men tá ið lærararnir fingu minni at siga í samfelagnum, kanska av ungdómsuppreistirinum í trýssunum, har vit settu spurnartekin við autoritetar, so fóru menninir burtur frá lærarayrkinum og kvinnurnar yvirtóku. Nú er lærarayrkið ikki so lokkandi meira hjá monnum, tí møguleikarnir fyri at glíða yvir í leiðslustørv innan lærarayrkið eru ov fáir.

Hví lægri løn?

Hví fáa kvinnur lægri løn enn menn? Onkur vil vera við, at tað er vegna tað, at tær starvast í serligum størvum, sum eru láglønarstørv burturav, men Jytte Larsen, sum er søgufrøðingur  og arbeiðir í einari granskingarverkætlan sum greinar javnstøðulóggávuna í Danmark frá grundlógini til dagin í dag, sigur, at granskingin vísir, at grundleggjandi orsøkin er, at kvinnur altíð hava verið bíligari arbeiðsmegi enn menn. Tað ber ikki til at siga, at tað er bara vegna tað, at tey siðbundnu kvinnufakini eru ein leingjan av tí frammanundan ókeypis húsarbeiðinum.

Søgan vísir nevnliga, sigur hon, at tey fyrstu fakini, sum vórðu hildin at vera kvinnufak, vóru fak, har kvinnur skuldu stríðast við menn í sama faki fyri yvirhøvur at fáa eitt arbeiði td. lærarar og flakakvinnur.

Longu í 1867 sita teir í Fólkatinginum og forhandla seg fram til, at kvinnur skulu hava millum 2/3 og helvtina av mannfólkalønini. Orsøkin er, at tað bara eru tær ógiftu kvinnurnar, sum sleppa at arbeiða lønararbeiði, og so heldur man bara at ógiftar kvinnur ikki hava somu økonomiskan tørv sum ein maður, sum skal forsyrgja sínari familju og tí má hava hægri løn.

Teir vóru elitan í samfelagnum. Teir vóru yvirhøvdið í familjuni og sótu á politiska valdinum. Og tað er hetta eftirsleipið, vit sita við enn tann dag í dag. Ólíkaløn bleiv so at siga stovnsfest.

Hví hava kvinnur láglønarstørv? Kanska tí at tær vera hildnar at vera óstøðug arbeiðsmegi. Kvinnan verður við barn, hon tekur mesta barnsburðarfarloyvið, hon vil hava fleksibul størv fyri at kunna taka sær av familjuni, og man tað ikki vera tí, at so stórt tal av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð, sum so aftur sæst í lønini? Í kanningini hjá Hagstovuni í 2008 sæst, at 80% av monnu arbeiða fulla tíð og 46 % av kvinnum.

Í galluppkanning, sum Demokratia læt gera seinast í 2017 kom fram, at tað framvegis er kvinnan, sum keypir húsarhaldsvørurnar, ger døgurðan, vaskar klæðini, ger reint, fer til lækna og tannlækna við barninum, er heima við sjúkum barni osfr. Onkur bati er – treyðugt so, men als ikki so stórur, at tær nú kunnu kenna seg ájavnt við mannin heima við hús.

Arbeiðsumstøður

Politilogurin Hanne Marlene Dahl hevur greinað heimahjálparaarbeiði 1943-95 og er komin fram til, at arbeiðið sær fullkomiliga øðrvísi út í dag, tí at eitt marknaðarorienterað stýringsamboð, New Public Management, hevur gjørt sína innrás. Her verða arbeiðstíðir reguleraðar, og arbeiðsinnihaldið verður standardiserað soleiðis, at tað verður gjørt til nærum manuelt arbeiði. So tað kvinnuliga arbeiði, sum av fyrstan tíð var grundað á menniskjakunnleika, verður í dag gjørt til eitt slag av ídnaðararbeiði.

Tað hevur við sær, at arbeiðið verður gjørt so einfalt sum gjørligt, soleiðis at tað verða til nakrar praktiskar arbeiðsfuntktiónir. Tað, sum man ikki fær við er, at tá ið ein heimahjálp dustsýgur og ger reint hjá einum gomlum, so snýr tað ikki bara um at dustsúgva ella gera reint, men um at ansa eftir liviumstøðunum hjá tí gamla, hvussu klárar viðkomandi seg, kunnu tekin vera um sukursjúku, taka tey ov nógvan heilivág, hava tey tunglyndi osfr, og tað sama er galdandi fyri øll øki innan umsorgan, røkt ella ansing.

Hendan sparingin og effektiviseringin kann hava við sær, at arbeiðsfólkið missir hugin at arbeiða, tey fáa strongd, fara í sjúkrafarloyvi ella gevast.

Nógv í almennum størvum umhugsa at fara úr arbeiði, tað kann vera av vánaligari løn ella av vánaligum arbeiðsumstøðum. Í Føroyum tykist tað sum nøgdsemi er stórt á arbeiðsplássum, tað sæst í kanning, sum Heilsurøktarafelagið hevur latið gjørt í 2014 og eisini í einari galluppkanning, gjørd í 2016, har fólk søgdu seg gleða seg yvir at fara aftur til arbeiðis, hóast tað vísti seg, at gleðin var størst hjá teimum hægstløntu.

Eg dugi ikki at siga, hvussu støðan er í dag, men eg havi varhuga av, at tað er ónøgd við arbeiðsviðurskiftum á heilsu- og sosiala økinum.

Í vesturheiminum er nógv skorið niður upp á vælferðarskipanir, og tað hevur ávirkan á serliga kvinnurnar, tí at tær skulu renna skjótari á arbeiðsplássinum, starvssetanirnar eru ótryggari, tú verður sett í fyribils starv ella tíðaravmarkað starv, sum ger, at tú ikki fært eina skipaða tilveru, har tú td. veitst hvar tú flótar í framtíðini, ongin vil geva tær lán upp á eina íbúð, hvussu fer tín pensjón at síggja út, tá tú verður gomul og mangt annað.

Tú hoyrir dag og dagliga um strongd á arbeiðsplássinum, og hetta er nakað, sum eigur at verða kannað í Føroyum, hvørjir fakbólkar eru serliga illa fyri, hvat kann gerast fyri at loysa trupulleikan osfr.

Lønargjógvin

Í kanning gjørd í 2008, sum Hagstova Føroya gjørdi av útvaldum arbeiðsplássum í Føroyum, varð komið fram til, at miðal tímalønin hjá monnum er 16,3% hægri enn hjá kvinnum, og hetta samsvarar væl við tølini í hinum Norðanlondunum.

Menn átaka sær ofta størv við menningarmøguleikum og ofta leiðarastørv. Kvinnur hava ofta umsorganarstørv og rutinuarbeiði, hetta eru samstundis størv, sum krevja lægri og meðal útbúgvingar, og har ið møguleikarnir fyri at koma í hægri starv ikki eru stórir.

Tosað verður um horosontalt og vertikalt arbeiðsabýti. Horosontalt arbeiðsbýti er, at munur er á arbeiðsuppgávum, menn arbeiða í privata geiranum, teir arbeiða við framleiðslu. Kvinnur arbeiða í almenna geiranum og taka sær av endurframleiðsluni. Fólk kunnu hava somu útbúgving og sama arbeiði, men kortini er innihaldið av arbeiðnum ymiskt, menningarmøguleikarnir ymiskir og lønin ymisk.

Vertikala arbeiðsbýtið sipar til býtið av leiðslu og ábyrgd, altso hierarkiið millum starvsfólk og leiðslu. Og har er greitt, at menn hava flestu leiðslustørv og harvið hægri løn.

Bæði horosontala og vertikala arbeiðsbýtið gera, at tað skapast ein lønargjógv, hvørs størsta eyðkenni er kyn, men at tað letur seg gera at bøta um hetta eru seinastu atgerðirnar í Íslandi prógv um.

Í 2017 samtykti íslendska altingið ein sokallaðan líkalønsstandard, sum kom í gildi við lóg 1. januar 2018.

Hetta merkir, at virki og stovnar, har 25 fólk starvast  í miðal gjøgnum árið, skulu prógva, at tey gjalda líka løn fyri sama arbeiði ella arbeiði av sama virði.

Ísland er sostatt fyrsta land í verðini, har arbeiðsgevararnir skulu prógva, at teir gjalda líka løn til menn og kvinnur.

Arbeitt hevur verið við at menna ein líkalønarstandard, sum liggur til grund fyri at finna virði á arbeiði. Líkalønarstandardurin hevur reglur og leiðbeiningar, sum greina lønarstrukturin á einum arbeiðsplássi, harvið tryggjar man sær, at tað verður fastsett ein løn fyri sama slag arbeiði á einum arbeiðsplássi. Avgerðir um løn skulu takast út frá førleika, royndum og ábyrgd.

Tá ið leiðslan á arbeiðsplássinum skal seta líkalønsstandardin í verk, so skal hon definere lønarpolitikkin á arbeiðsplássinum, hon skal greina lønirnar fyri at finna útav, um kynsgrundaður lønarmunur er á arbeiðsplássinum. Tað verða sett 4 ár av til at seta hetta í verk, alt eftir hvussu stórt virkið er, og tá tað er farið, ber til at geva arbeiðsplássum bót fyri ikki at liva upp til krøvini um líkaløn, bótin er uml. 3000 kr um dagin.

Tað verður ikki mett, at hetta fer fullkomiliga at loysa trupulleikan við kynslønarmuni, men tað verður hildið, at munurin fer at minka nógv, og at eitt opið orðaskifti um løn fer at gera tað verri og ikki góðtakandi at gera mun. Eisini er rákið soleiðis í dag, at tað fer at verða hildið at vera eitt pluss fyri eina fyritøku, at hon rinda líka løn fyri líka arbeiði.

Í Føroyum hevur Fíggjarmálaráðið sett ein lønarbólk niður, sum m.a. skal kanna og koma við einum áliti um virði á arbeiði. Tað keðiliga er, at hesin lønarbólkur ongan veg er komin, so her mugu fakfeløgini streingja á fyri at fáa hann at fara til verka. Tað hevur eisini týdning, at landsins myndugleikar skilja, at tað kann fara at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri arbeiðið á heilsu- og sosialøkinum, um hetta ikki verður tikið í álvara. Vit hoyra eisini, tá ið verkfall eru innan hesi øki, at nú seta sjúkrarøktarfrøðingar ella námsfrøðingar okkum øll í stóran vanda. Men um so er, at hesi arbeiðini innan tænastuvinnuna eru so týðandi, at vit eru beinleiðis í vanda, so er tíð uppá at gera broytingar og seta virðini upp. Líkalønin kom í sjeytiárunum, men enn hava vit ikki reella líkaløn.

Tá ið verkfall hjá SOSU-assistentum rakti í Danmark í 2007, var Dennis Kristensen formaður í felagnum. Hann stóð nokkso einsamallur við tí meining at fyri at loysa ólíksstøðuna hjá hesum lønarbólki í mun til aðrar lønarbólkar, so máttu politiskar atgerðir gerast. Hann helt tað vera ógjørligt at gera seligar kvinnuloysnir við tí mátanum, sum man forhandlar í almenna geiranum. Hann helt, at samfelagið átti at taka viðábyrgd fyri at loysa trupulleikan. Vit vera noydd at innloysa tað skuldarprógv, sum kvinnurnar hava havt liggjandi frá samfelagnum í nógv ár, segði hann tá.

Nýggjur javnstøðupolitikkur

Tað hevur týdning at gera upp við siðbundnu fatanina av, at mansarbeiði hevur størri virði enn kvinnuarbeiði. Eitt er at tit, sum arbeiða siðbundið kvinnuarbeiði duga at síggja virði á arbeiðinum, tit gera, tað hevur faktiskt ógvuliga stóran týdning, tí annars hevði ongin broyting komið. Hinvegin er tað ikki nóg mikið, tí  tað er alneyðugt, at vit á politiska pallinum gera broytingar sum td. í Íslandi fyri at minka um lønargjónna millum kynini.

Hetta er avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva: vit hava kynsuppbýttan arbeiðsmarknað, sum kann gera tað trupult at samanbera arbeiði, vit hava býti millum alment og privat, har privati arbeiðsgevarin er fríari stillaður at bjóða ymsar lønarpakkar, sum kann gera tað trupult at gjøgnumskoða, hvat hvør einstakur tjenar, og hvussu skalt tú samanbera skiftivaktir, at arbeiða dag- og kvøld og nátt?

Tað er ein trupul spurningur, sum vit millum annað sóu koma fram, tá ið námsfrøðingarnir fóru í verkfall. Hvør eigur størri lønina, hon sum hevur útbúgving ella hon, sum hevur fleiri royndir? Men at tað letur seg gera, síggja vit dømi um úr Íslandi.

Og tað er ikki bara í Íslandi, at politiski myndugleikin hevur gjørt sær greitt, at okkurt má gerast. Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum undan Elsebeth Mercedis, legði fram álit um javnstøðupolitikk, har eitt av fokusøkjunum var arbeiðsmarknaðurin og at eitt av málinum, ið arbeiðast skuldi við júst var kynsuppbýtti arbeiðsmarknaðurin og lønarspurningurin, har gjógv er millum lønina hjá monnum og kvinnum vegna kyn.

Tað var ógvuliga greitt í seinastu verkføllunum, at júst hetta var ein av høvuðsspurningunum: at kvinnur vildu virðismetast fyri sítt arbeiði og at virði av arbeiði í einum samfelag er ásett við løn.

Júst hetta at arbeiða við fakfelagsspurningum er av stórum týdningi, um nakað skal broytast í løn og arbeiðsviðurskiftum, tað eru fakfeløgini, sum skulu leggja trýst á og fylgja við arbeiðinum í lønarbólkinum og síggja til, at ætlaðu arbeiðini við nýggjum javnstøðupolitikki fara í gongd og verða gjøgnumførd. Og júst tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit fáa fleiri kvinnur at stilla upp til kommunuval og løgtingsval. Tí tað eru tit kvinnur, sum fyrst og fremst merkja sviðan av ikki at verða virðismettar á jøvnum føtum við menn.

Tað skrivar Marna Jacobsen, bloggari. Hon hevur sína egnu síðu sum eitur https://marnakj.wordpress.com/author/marnakj/     


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi