Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hópfíggingarverkætlan gongur væl

Tíðindaskriv | 04/05-2020 08:00

Tónaskaldið Elin Brimheim Heinesen, sum lat hópfíggingarverkætlanina fara av bakkastokki fríggjadagin 1. mai, er ovfarin av stóru undirtøkuni, verkætlanin hevur fingið.

Allarfyrsta tónleikaverkætlanin á heimasíðuni http://hopfigging.fo, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík rekur, tykist at ganga stak væl. Tónaskaldið Elin Brimheim Heinesen, sum lat hópfíggingarverkætlanina fara av bakkastokki fríggjadagin 1. mai, er ovfarin av stóru undirtøkuni, verkætlanin hevur fingið. Longu á midnátt sunnukvøldið 3. mai vóru heili 70 % komin inn av teim 60.000 kr., ið er málið. 

Elin roynir at fáa fígging til útseting og innspæling við symfoniorkestri og kóri av lag, sum hon hevur gjørt til vakra yrking hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen, við heitinum Sóleyan, eins og hon gjørdi við lagið hjá pápanum og sær Eitt dýpi av dýrari tíð, sum føroyingar valdu sum fjórðbesta lagið tey seinastu 50 árini í spurnarkanning hjá Kringvarpinum í 2018. 

Sum sæst á hópfíggingarsíðuni fáa stuðlar okkurt afturfyri stuðulin, m.a. tónleikaútgávur og stovukonsertir við Elini. - Men tað ber eisini til at velja einki at fáa afturfyri, um ein heldur vil tað, sigur Elin.

Sunnukvøldið høvdu 91 fólk verið inni og stuðlað við upphæddum frá 100 kr. heilt upp í 3.000 kr. Í meðal hava fólk stuðlað við knøppum 460 kr. hvør. Tilsamans knappar 42.000 kr. Málið er at savna í minsta lagi 60.000 kr. fram til freistina, sum er 9. juni. 

Fyrsta verkætlan av sínum slag
- At tað fór at ganga so skjótt at koma so langt, hevði eg als ikki roknað við, sigur Elin, sum er ovfarin av stóru undirtøkuni. 

Hon vónar, at verkætlanin fer at bera á mál, so hon kann varðveita upphæddina, ið er komin inn, tí verður málið ikki rokkið innan 9. juni, fella allir pengarnir aftur til stuðlarnar. Hon er tí ógvuliga spent um gongdina.

- Eg hevði ongar væntanir áðrenn, tí eingin hevur gjørt júst hetta fyrr, so tað var ikki til at vita. Men eg eri farin at trúgva meira uppá nú, at tað fer at eydnast at røkka á mál, sigur Elin.

Tey, sum reka heimasíðuna http://hopfigging.fo, eru eisini spent at vita, hvussu tað gongur við fíggingini, tí hetta er fyrsta tónleikaverkætlanin á síðuni. 

- Vit í Íverksetarahúsinum, umframt allir tónleikarar í Føroyum, rokni eg við, eru sera spent um, hvussu tað fer at gangast verkætlanini hjá Elini – ta fyrstu av sínum slag, tí tað kann skapa fordømi fyri aðrar líknandi hópfíggingarverkætlanir, sigur Magni Thomsen, sum starvast í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, ið stendur aftanfyri heimasíðuna hopfigging.fo.

Tordi ikki at seta uphæddina hægri
- 60.000 kr. røkkur rættiliga langt, men er ikki nóg mikið til bæði at gera útseting og at spæla lagið Sóleyan inn fyri. Alt tað tilsamans kostar meira enn 60.000 kr. at fremja, men tað týdningarmesta er at fáa nóg mikið til at gera útsetingina fyri symfoniorkestur og kór, sum er størsta avbjóðingin, sigur Elin.

Til spurningin, hví hon ikki valdi at seta málið hægri, so nóg mikið er til alt, svarar hon:

– Eg tordi ikki at seta upphæddina ov høgt, tí so var eg bangin fyri, at tað var heilt órealistiskt at røkka á mál. So heldur seta eina upphædd, sum tað kanska er møguleiki fyri røkka upp til, hóast tað ikki kann fíggja alt, sum ætlanin er at gera.

– Men fái eg tær fyrstu 60.000 kr., so er eisini betri møguleiki fyri at fáa meira fígging aðrastaðni. Og skuldi eg verið so heppin, at tað koma fleiri pengar inn umvegis hopfigging.fo, enn tann upphæddin, ið er sett sum mál har, so fara teir sjálvsagt eisini beint til endamálið. 

Sum sæst á hopfigging.fo, so eru fleiri av gjøgnumførdu hópfíggingarverkætlanum yvirfíggjaðar.

- Eg kann bara vóna, at so nógv sum gjørligt taka undir við hesi verkætlanini. Jú fleiri eru við, jú meira fái eg gjørt fyri, at endaúrslitið kann blíva so gott og fullfíggjað, sum tað yvirhøvur ber til, vónandi til gleði fyri alt Føroya fólk, sigur Elin Brimheim Heinesen at enda.

Fá meira at vita
Her er beinleiðis leinki til hópfíggingarverkætlanina hjá Elini Brimheim Heinesen: https://www.hopfigging.fo/project/view/57 

Síðan er bæði á føroyskum og enskum. Ovast á síðuni kann ein velja, hvat av málunum, ein heldur vil hava.

Her er eitt videobrot uppá 15 sekund, har Elin sjálv greiðir frá , hvat tað er, hon biður um eina hjálpandi hond til:  https://player.vimeo.com/video/409760342

Og her eitt videobrot við tí, sum alt snýr seg um - Elin Brimheim Heinesen syngur og spælir lagið Sóleyan: 

https://youtu.be/YKAUiqQm-i0 

Her er heimasíðan hjá Elini Brimheim Heinesen: http://heinesen.fo  har meira fæst at vita um Elina og tónleikin hjá henni.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi